Sri Lanka tørvar tína hjálp!

Stella Zachariassen
Argir

Sjálvt um tað eru 3 vikur síðani at flóðaldan oyðilegði ein stóran part av
heimlandið mínum, so er sárið sera fríkst enn, og sum sagt fyrr so fari eg
til Sri Lanka um miðan februar.

Ætlanin var at opnað eitt barnaheim, men av tí at stjórnin á Sri Lanka hevur
broytt reglarnar viðvíkjandi adoptión, so verður einki gjørt við tað inntil
øll børn eru niðurskrivaði tí at sera nógv børn vera misbrúkt kynsliga ella
burturflutt.

Mítt hjarta er enn hjá hesum børnum, sum í stóran mun hava brúk fyri hjálp.
Tey hava ongan møguleika at fáa sær arbeiði og eru ikki sterk nokk at siga
nei ella verja seg ímóti teimum, sum gera ónt. Hetta er tí at vit mugu gera
okkurt, serliga í hesum tíðum tá vit kanska ikki hava nakað, tá er tíð at
geva av tí tað er tá vit geva alt vit hava.

Grundin til at eg skrivi hetta bræv er henda, at ídag fáa londini alla hjálp
tey hava tørv á, men hvat so um ein mánaða ella tveir. Fer alt hetta at
verða gloymt? Tí er tað at eg geri planir um at fáa familjur her at stuðla
familjur á Sri Lanka hvønn mánaða eftir førimuni, inntil familjurnar á Sri
Lanka eru komnar upp á føtur aftur. Peningurin sum fer at koma inn fer til
at sikra familjum, teimum fáu sm vit fáa hjálpt, til at fáa hús, heim,
skúlagongd o.s.v. Klæðir og mat kunnu tey altíð fáa, og tí heiti eg á tykkum
ikki at senda klæði og mat, tí klæðini tey eru í eru ikki tey vit brúka her
og maturin er sera annaleiðis. Heldur vil eg heita tykkum á at flyta pening.
T.d. kunnu 20 kr. brúkast til at keypa 2 t-shirts ella mat til 4 dagar.

Eg vil eg staðfesta at peningurin sum kemur inn ikki fer til mína fer, men
óskorðin til hjálpina. Pápi mín, sum er á Sri Lanka er í fer við at kanna
møguleikar hvussu vit kunnu byggja hús til tær familjur, sum hava tørv á ti.
Sjálvandi kunnu vit ikki nøkta tørvin hjá øllum, men vit kunnu hjálpa nøkrum
og tað ger mun.

Í síðsta skrivi, segði eg at um nakar hevði hug at koma við, so kundu tey
ringja og tað hava nógv gjørt, men av tí at lógirnar eru broyttar á Sri
Lanka nú, so má eg fara fyrst yvir nú og so verður gjørdur ein plan til at
fara yviraftur til summarið og tá kunnu tey í hava hug koma við.

Eg fari tær næstu vikurnar at skriva nøkur lesarabrøv um nøkur broyting er í
lógum etc. Á Sri Lanka. Eg vil at enda takka øllum føroyingum, sum eru so
gávumildir og sum hava tikið meg á bólið við teirra gávum og uppmuntringum.
Tit eru sanniliga ein gevandi tjóð og nú skilji eg betri tað enska orðatakið
"a friend in need is a friend indeed". Takk til allar kirkjur og samkomur
sum stuðla hesum bæði fíggjarliga og andaliga, eg havi ongi orð fyri hetta
uttan eitt stórt takk, og eg eri vís í at Føroyar fara at verða signaðar
fyri tað sum gjørt er nú.

Um tú hevur hug at stuðla hesum tiltakið so er konto nr. í Føroya Banka:
162.286.4

Takk fyri.