verið har uppi um Ólavsøkuna og spælt Løbner, sum ætlanin var, tað hevði verið stuttligt! Og nú gekk eg her og tvassaði og sá ikki ein føroying, dag út og dag inn. Eg var ótolin og longdist, men eg havi jú [...] teinkja uppá og kundi tí fjasa við at gera løg og skriva í Baldursbrá og tílíkt. Sinnið var lætt, og einki nívdi sálina. Um nakrar mánaðir skuldi eg fáa at síggja, at lívið ikki bert var spæl og dansur á rósum [...] eg og málaði inni. Vindeygað stóð opið, og eg sang av hjartans lysti “Várt fagra heim, várt dýra land”. (Lagið “Og Guð vors lands). Eina løtu seinni fór eg út eitt ørindi, og Wathne kom til mín og segði
lýðveldi« orsakað av samansetingini av fólkabólkunum í samfelagnum, og ikki, eins og hini arabisku lýðveldini – Sýria, Egyptaland, Yemen og Libia – sum eitt »sosialistisk« lýðveldi. ? Libanska borgarakríggið fevndi [...] bygningum og ungdómum, ið rópa »nei til kríggj, ja til frið.«). Tann eina bókin sipar, so at siga, til at søgan fyri libanar endaði í 1943, tá ið Libanon varð stovnað – eftir ´43 verða hendingar, og serliga [...] sessi, kemur út og biður tær fara heim at ansa eftir børnunum og lata fortíðina fara. Libanska tjóðartingið tók í august 1991 ítøkilig stig til, at samfelagið skuldi gloyma borgarakríggið og halda á fram
Leikarnir og hini fóru úr flogfarinum, og fingu tíðina at ganga við at keypa gávur og sigarettir. Duncan Edwards sendi eitt telegram til vertskonuna í Manchester, sum segði: »Øll flogfør avlýst – stop – flúgva [...] Cup-kappingini fyri meistaralið. Og væl hilnaðist. United fekk 3-3, og komu víðari samanlagt við 5-4, eftir ein 2-1 sigur á Old Trafford. Aftaná dystin fóru United-leikarnir og venjarnir til eina móttøku í [...] av løttum saman við nøkrum vinum og tíðindafólkum. Summir av leikarunum fóru til bretsku sendistovuna saman við flogternunum og flogskiparunum. Aðrir leikarar sótu og spældu poker inntil út á náttina.
okkurt av ti hann sá, og vit prátaðu saman um ymiskt frá gomlum døgum – men morgunin eftir legði hann stillisiliga árarnar inn eftir ein langan og drúgvan lívsróður og kundi seta “bátin” á Himna strond [...] friðfullur og stillur og bíðar eftir, at Jesus skal koma og flyta sál og anda hansara heim í Himmalin til sín. Hetta var tað djúpa inntrykkið, sum eg fekk av hesum manni, hesa løtuna eg sæt og tosaði við [...] millum jól og nýggjár knoðaði hann deiggj, sum dótturin skuldi nýta til bakstur, og mikudagin sæt hann í songini og rippaði húkar, og fríggjadagin hjálpti hann dótturini at leggja klæðir saman, og seinni,
ST og øðrum millumtjóða felagsskapum í Geneve. Eftir at hann hevði lagt frá sær, var Mason sera íðin limur í Altjóða Narkotaeftirltisnevndini í Geneve, eins og hann hevði onnur álitisstørv. Hann og kona [...] Valdemar, og Robert Brockie, breti sum búði í Føroyum. Mason boðaði frá, at teir vildu leggja seg eftir, at hersetingin ikki skuldi hava so stóra ávirkan á landsins dagliga lív og stýri, og hann vónaði [...] Tað, sum okkara fiskiskip og sjómenn avrikaðu undir seinna heimsbardaga, og sum kostaði okkum triðingin av fiskiflota okkara eins og 200 manns, vóru bæði Mason konsulur og forsætisráðharrin Winston Churchill
at ”nú er okkurt – og nú er ikki væl vorðið”. - Menninir vóru ógvuliga skjótir yvir til mín og fingu meg uppaftur á føtur. Eg minnist, at teir spurdu, um eg hevði fingið skaða – og eg segði ja. Sjálvur [...] havt stóra virðing fyri veðri og vindi, og henda virðing er ikki vorðin minni eftir hesa hending. - Eg havi ongantíð upplivað slíkt áður – ella nakað, sum líkist hesum, og hetta skal upplivast fyri at trúgva [...] kring landið – ikki minst í Skálavík, har flestu bátar í bygdini fórust og í Gøtu, har stormurin eisini gjørdi feigdina um seg. Í Noyðoyggjum hendu eisini skaðar á hús, bygningar og bátar, og eitt nú misti
longur var okkara millum. Torleif og eg komu at kennast á ungum árum, tá vit báðir róðu kapp – hann við Klaksvíkingi og eg við Havnarbátinum – og har byrjaði okkara vinskapur, og síðani hava vit havt nokk so [...] partur ongantíð lá eftir, tá tað ráddi um at menna ÍSF sum felagsskap – eisini eftir at skipanin við sersambondum kom. Tað var ikki altíð, at stjórnarlimir sóu stóra týdningin av at halda saman og at standa [...] her var talan um ein mann við serligum evnum og góðum hegni, og tí var einki løgið í, at fótbólturin sendi boð eftir honum. Torleif tók við avbjóðingini og kom skjótt at standa á odda fyri føroyskum fótbólti
ognað sær – innlit í sambandið millum námsfrøðiligar/sosialfrøðiligar spurningar og samfelagslig viðurskifti, og í verumáta og lívsviðurskifti hjá tí einstaka menniskjanum, - førleika í – bæði eftir ástøðiligari [...] ástøðiligari vitan og vitan í royndum – at greina námsfrøðiligar og siðalagsligar spurningar, og taka avleiðingar av teimum í verki, - evni og innlit í at draga allar tættir í útbúgvingini inn í námsfrøðiligu [...] okkara vitan og okkara ágrýtni eftir at gera eitt gott arbeiði. Hvørki meir ella minni. Vit eru errin av okkara avriki og kunnu hyggja ein og hvønn í eyguni, tí vit hava arbeitt fyri tí og ikki fingið nakað
møguleikar og menning. Nú loysnaði (við ongari loysing). Fólk vóru glað og klappaðu og sungu. Í Salinum fóru øll til altars. Har var nóg mikið av breyði og víni. Áttamannafar var drigið úr neysti og flotað [...] veruleiki, men av tí at hetta hevði drigið út – hann hevði drigið hart hoyggj – og skjalið var so langt sum eitt drigið vil, men eingin varð drigin eftir hárinum, helt løgmaður, at tað var nóg mikið, at [...] ur, at hann valla verður gloymdur í bræði. Allastaðni varð lurtað: í sjónvarpi og útvarpi á landi og á sjógvi bæði úti og heima. Í Salinum í Tinganesi var hópur av fólki, sum í ótolni trunkaðust um stórt
í verk, við sløkkiliði, sjúkrabilum og kavarum. Til alla lukku var onki fólk í bilinum, tá hann varð drigin í land. Men í bakrútinum lá ein lítil reyðbrún kanin – druknað. Tað vísti seg, at bileigarin [...] fríggjadagin, einastaðni uttanfyri býin, har fleiri villkaninir eftir øllum at døma hava sett búgv. Hann hevði so ætlað at byggja henni eitt búr og hava hana hjá sær. Men hetta var av ongum á hesum sinni, tí