úttiknir til uppgávurnar í Norðurírlandi. Fyrri dysturin verður á Mourneview Park í Lugan mikudagin 1. september, meðan tann seinni verður á The Oval í Belfast fríggjadagin 3. september. Báðar dagarnar [...] komið í ein rættuliga sterkan bólk, saman við Týsklandi, Grikkalandi og Russlandi. Kappingin verður frá 8. til 17. november. Hópurin: Eiler Fróðason, 07 Vestur Mathias Weihe Joensen, B36 Fríði í Túni Petersen
Heimir Guðjónsson, høvuðsvenjari hjá Vali unti hesaferð Kaj Leo í Bartalsstovu at vera við frá dystarbyrjan, tá Valur í kvøld tók móti Vølsungi úr triðbestu fótbóltsdeildini. Heimir unti eisini Magnusi [...] var skiftur út tá 83 minuttir vóru farnir av dystinum. Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, ið tapti 0-1 fyri Akranesi á útivølli í áttandapartsfinaluni. Sigursmálið kom longu tá seks minuttir vóru farnir
verður tað seinnapartin aftur fótbóltur í bestu deildini. Ein dystur er í ólavsøkuumfarinum, sum verður frá í dag av og fram til ólavsøkuaftan. ÍF fær vitjan av B68. Stigatalvan sigur, at B68 er næstaftast við [...] framvegis ikki komin fyri seg eftir brot í fótinum. Tá ið ÍF 28. apríl var á Toftum, endaði tað við 3-1 heimasigri. ÍF - B68: Dagfinn Olsen kl. 15.00
eftir steðgin økti Mushaga Bakenga til 2-0 áðrenn Viking svaraði aftur. Mushaga Bakenga økti til 3-1 tá 68 minuttir vóru farnir av dystinum. Lítla løtu seinni minkaði Viking um munin til 3-2, men liðfelagarnir [...] Odd. Komandi mikukvøld spælir Odd á útivølli móti Strømgodset. HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Odd og Viking: https://www.odd.no/video
endaspurtinum, og Gullbrandur fylgdi væl við. Í síðstu tøkunum eydnaðist tað Knørri at taka Argjabátin, og frá Argjabátinum og aftur til Gullbrand var tað ein lítil skutur. Argjabáturin hevði undan dagsins róðri [...] stig, og tað eru seks stig aftur til dagsins vinnara, Knørr, sum er einasti avbjóðari í FM kappingini. 1 Knørrur 04:35.46 7 0 0 2 Argjabáturin 04:36.00 6 0 0 3 Gullbrandur 04:36.42 5 0 0 4 Heiðabáturin 04:42
fara vit at fáa 10.500 eyka skamtar. Og nú sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í tíðindunum á FM1, at nú hava tey fingið at vita, at vit fáa allar skamtarnar í senn – og teir koma í næstu viku. Hann [...] á tónleikafestivalar, sum skulu vera í summar. Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá – og nær hann sær fyri sær, at vit kunnu vera liðug at koppsetta føroyingar.
slag av høvuðspersóni í dystinum hjá Danmark móti Belgia í kvøld. Sjálvt um Danmark fór av vølli við 1-2 tapi, var Eriksen errin av innsatsinum, sum liðfelagar hansara vístu, fimm dagar eftir, at liðfelagi [...] boðini, tí eg skuldi út at gera samrøður, men eg sá, longu tá eg kom í umklæðingarrúmið, at boð vóru frá honum, sigur Braithwaite. Christian Eriksen varð heiðraður fyri og undir dystinum. Stutt fyri dystarbyrjan
Víkingur stavn um stavn. So stakk Jarnbardur seg framum, og tað var heilt skjótt, at Jarnbardur róði frá Sølmundi, og fjarstøðan vaks støðugt. Merkisvert var tað, at tær á Jarnbardi róðu væl títtari, enn [...] av trimum bátslongdum undan Sølmundi, sum var tvær bátslongdir undan Víkingi hjá Havnar Róðrarfelag. 1 Jarnbardur 05:39.27 7 0 0 2 Sølmundur (NSÍ) 05:46.12 6 0 0 3 Víkingur 05:51.12 5 0 0 4 Tvørabáturin
Tað sigur Tina í Dali Wagner, leiðari í Filmshúsinum, í tíðindunum á FM1. Í gjár visti KvF at siga, at Jenis av Rana noktaði fyri at lata stuðul til ein ein film við seksuellum innihaldi. Tina í Dali Wagner [...] landinum, sigur Tina íDali Wagner. Trýst á pílin undir myndini og hoyr leiðarin í filmshúsinum greiða frá, hví hon er grundleggjandi ósamd í tí, sum er farið fram.
leikbannaður. Ndende hevur verið skaðadarvaður. Tað er ivasamt, um hann er førur fyri at vera við frá byrjan. -Spælið hevur verið á góðari leið seinastu ferðirnar, og vit vóna og rokna eisini við, at tað [...] Brúnni ikki tøkur. Hann er skaddur í økslini. Tá ið TB í fyrsta umfari var í Sarpugerði, endaði tað við 1-0 heimasigri. Finnur Justinussen skoraði málið í 95. minutti.