Eriksen við liðfelagar: Tit eru óførir

Christian Eriksen skrivaði til liðfelagarnar stutt eftir at Danmark tapti 2-1 móti Belgia í EM.

Soleiðis sá út í Parkini stutt fyri dystarbyrjan. - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Christian Eriksen fylgdi dystinum í frástøðu, sjálvt um hann eisini var eitt slag av høvuðspersóni í dystinum hjá Danmark móti Belgia í kvøld.

 

Sjálvt um Danmark fór av vølli við 1-2 tapi, var Eriksen errin av innsatsinum, sum liðfelagar hansara vístu, fimm dagar eftir, at liðfelagi teirra varð borin av vølli eftir viðgerð fyri hartasteðg.

 

Longu stutt eftir endabríkslið hevði hann sent boð út til WhatsApp-bólkin hjá landsliðsspælarunum.

 

Tað segði maretin Braitwaite á tíðindafundi.

 

– Hann hevur sent eini boð til okkar aí WhatsApp-bólkin hjá okkum, har hann skrivarði: »I er bare så seje«.

 

– Eg havi ikki sjálvur sæð boðini, tí eg skuldi út at gera samrøður, men eg sá, longu tá eg kom í umklæðingarrúmið, at boð vóru frá honum, sigur Braithwaite.

 

Christian Eriksen varð heiðraður fyri og undir dystinum. Stutt fyri dystarbyrjan lá ein risastór donsk landsliðstroyggja við 10-talinum og »Eriksen« prentað á.

 

Tað tíggju minuttir av dystinum vórðu spældir, steðgaði dysturin í ein minutt, meðan allir spælarararnir og restin av tjóðarleikvøllinum, klappaðu.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

Soleiðis sá út í Parkini stutt fyri dystarbyrjan. - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix