Kaj Leo og Valur víðari - Gunnar og FH úti av steypakappingini

Føroyingaliðini leiktur áttandapartsfinalur í íslendsku steypakappingini í kvøld

Heimir Guðjónsson, høvuðsvenjari hjá Vali unti hesaferð Kaj Leo í Bartalsstovu at vera við frá dystarbyrjan, tá Valur í kvøld tók móti Vølsungi úr triðbestu fótbóltsdeildini. Heimir unti eisini Magnusi Egilssyni at spæla allan seinna hálvleik.

 

Talan var um áttandapartsfinalu í íslendsku steypakappingini, og vunnu teir í Vali stórsigur 6-0. Í steðginum var Valur á odda 4-0. Beint undan hálva tímanum økti Kaj Leo í Bartalsstovu til 3-0 aftaná gott samanspæl við Tryggva Haraldsson.

 

Kaj Leo var skiftur út tá 83 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, ið tapti 0-1 fyri Akranesi á útivølli í áttandapartsfinaluni. Sigursmálið kom longu tá seks minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Tá 64 minuttir vóru farnir av dystinum fekk Jónathan Ingi Jónsson hjá FH seinna gula kortið, og máttu teir í FH stríðast seinasta partin av dystinum við 10 monnum. 

 

Hjá FH sum hevur havt eina óvanliga slaka landskapping kom tað serliga illa við at vera sendir úr steypakappingini.

 

Sunnudagin tekur FH móti Leiknir. Sama dag tekur oddaliðið í Pepsideildini, Valur móti Keflavík.