Sum vit aður hava skrivað, hevur danska stjórnin keypt yvir eina millión skamtar av pfizer koppingarevni, og tað er eisini greitt, at vit fáa okkara part av tí. Vit fáa knappliga eitt prosent av tí koppingarevni, danir fáa og vit hava fingið váttan fyri, at vit eisini fáa umleið okkara part av hesum eyka skamtum og sostatt fara vit at fáa 10.500 eyka skamtar.
Og nú sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í tíðindunum á FM1, at nú hava tey fingið at vita, at vit fáa allar skamtarnar í senn – og teir koma í næstu viku. Hann sigur, at hetta fer at geva okkum heilt aðrar møguleikar fyri at seta ferð á at koppseta føroyingar, tí nú fáa vit hesar skamtarnar eyka, afturat øllum tí, vit vanliga fáa.
Hann sigur eisini, at hetta kann fáa stóra ávirkan á ólavsøkuna, og á tónleikafestivalar, sum skulu vera í summar.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá – og nær hann sær fyri sær, at vit kunnu vera liðug at koppsetta føroyingar.