gerast, soleiðis at tónleikarar í Havn eru tryggjaðir eina minstuløn, hvørja ferð, teir spæla. Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at tað hevur eydnast at finna nakað av pengum [...] sær eisini at fáa samband við Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum um at vera við í eini slíkari skipan við tí endamálið at seta eina upphædd av til tað á fíggjarlógini, soleiðis, at skipanin kann [...] pengum, sum kann fara í eina pulju til endamálið. Men av tí, a tað ikki er endaliga greitt, hvussu stór upphæddin verður, vil hann ikki meta um tað nú. Men hann sigur, at tað er ein trupulleiki, at tá ið
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur nú gjørt av at lata eini ætlan um at stovna eitt Fountain Hús í Føroyum, tvær milliónir krónur í stuðli. Stuðulin er til eina royndarverkætlan at seta á [...] fyri at virka á jøvnum føti við aðrar borgarar í samfelagnum. - Málið er, at fleiri sálarsjúk fáa eina meiningsfulla tilveru, sum gevur teimum innihald í gerandisdegnum. Stutttíðarmálið við verkætlanini [...] sum eru sálarsjúk ella hava sálartrupulleikar. Talan er um eina royndarverkætlanini í trý ár, men tað er treytað av, at játtan er á fíggjarlógini í 2015 og 2016 til endamálið, og at verkætlanin annars fr
verða 18 grundstykkir Undir Fossum, men hetta liggur í løtuni í Innlendismálaráðnum, greiðir Jensa Anthoniussen frá. Harumframt er uppskot í býráðnum um eina størri verkætlan Uppi á Fossum, har pláss verður [...] leiðari í Miðlan hjá Klaksvíkar Kommunu, sigur at hetta tilboðið er ein samanrenning av ymiskum ynskjum. - Borgarstjórin ynskti at senda eina vælkomstheilsan út til allar nýggjar borgarar í kommununi [...] , og vit í Miðlan høvdu ætlanir um at senda upplýsandi faldarar út til borgarar í kommununi. Og so visti eg, at danskar kommunur høvdu brúkt hetta hugskotið við at fáa vinnuna uppí. Tí hevur Klaksvíkar
Høvuðsstaðurin er eina ráðandi í kvinnukappingini. Tað varð enn eina ferð sligið fast á jóansøku, tá bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag og Argja Róðrarfelag vóru næstir bátinum hjá Róðrarfelagnum Knørri. [...] soleiðis sum tað eigur at verða gjørt, hevði Jarnbardur besta startin. Riddarin úr Miðvági hekk uppi í eina løtu, men so orkaðu tær ikki at fylgja við, og tá hálvt málið var rógvið, var munurin frá Jarnbardi [...] Gongurólv og Lóm bara 0,05 sekund. Jarnbardur hevur vunnið allar róðrarnar, sum hava verið higartil, og tað er ilt at ímynda sær, at nakar skal skala tær í FM kappingini.
høvdu krút eftir. Tær vórðu í hvussu so er ikki trýstar at leggja alla orku í. Kappingina um næstfremsta plássið vann Riddarin enn eina ferð. Gongurólvur hevði hug at vera við eina løtu, meðan Páll Fangi ikki [...] Kanska onkur miðvingur í tí dulda vónaði, at góða avrikið hjá Riddaranum í heimasjógvi á ólavsøku skuldi verða endurtikið, og at hóttanin, sum Riddarin á seinastu metrunum í Miðvági var ímóti Jarnbardi [...] vunnu tær umborð á Jarnbardi eina hálva bátslongd í mun til kappingarneytarnar, og so var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna. Spurningurin var heldur, hvussu sannførandi sigurin hjá Jarnbardi fór at
verður kl. 16.00 í skúlanum og er almennur. Umhvørvisstovan skrivar, at tað eru Skúvoyar kommuna og hagastýrini í Skúvoy, sum hava heitt á Umhvørvisstovuna um at verja oynna við heimild í Náttúruverndarlógini [...] Skúvoyggin hevur serliga náttúru og er frammanundan eitt Ramsar-verndarøki við altjóða týdningi fyri fugl. Í viðgerðini av eini møguligari náttúruvernd av Skúvoy, verður dentur lagdur á at hava eina tilgongd [...] har øll sjónarmið verða tikin við í viðgerðini av verndarøkinum. Tí verður skipað fyri almennum fundi. Áðrenn endalig verndarkunngerð verður orðað, ger Umhvørvisstovan eina verndarætlan við týdningarmestu
felagið Grimsby Town hevur sjálvandi eisini tíðindafólk. Tað var sjálvandi upplagt hjá Grimsby Town at gera eina samrøðu við David Geza Turi, ið hevur gjørt sáttmála við Grimsby Town. Í samrøðuni sigur Geza [...] Geza millum annað, at hansara størsta fyrimynd er pápin, og hann væntar eina hægri leikferð í League Two enn hana hann er vanur við. HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna frá Youtube-rásini hjá Grimsby
týðandi amboð í gerandisdegnum. Hetta gagnar samstarvinum millum okkum og kundarnar, ið kunnu fáa eina einfalda, skjóta og greiða viðgerð í hvørjum einstøkum føri. Tryggingin gjørdi eina marknaðarkanning [...] seta sær fyri at satsa upp á eina heimasíðu, er umráðandi at gera tað við fullum huga - ella als ikki. Tryggingarfelagið Føroyar hevur valt tað fyrra við síni heimasíðu, sum í stóran mun nøktar allan tørv [...] egnu starvsfólk, ið eru fegin um teir lættar, heimasíðan hevur skapt í gerandisdegnum. Vit hava sjálvandi satsa við heimasíðuni, men higartil hevur alt peikað á, at vit eisini hava satsað rætt, sigur hann
taka lut í einum mótmælistiltaki, sum verður í New York tann 11. september. Tann dagin eru níggju ár síðani yvirgangsatsóknina at USA, sum kostaðu næstan 3.000 mannalív. Sambært The Guardian hevur niðurlendska [...] uttanríkisráðið sett eina tilbúgvingarskipan í verk, tí ráðið væntar at fáa ein hóp av mótmælum ímóti, at Geert Wilders fer til New York at mótmæla moskuverkætlanini. Barack Obama, forseti, segði í síðstu viku [...] ætlanini at byggja eina mosku nærhendis Ground Zero. Tað skrivar bretska blaðið The Guardian. Geert Wilders, sum er kendur fyri síni víðgongdu sjónarmið um islam og muslimar, hevur boðað frá, at hann ætlar
undan leikloki í Gundadali hevur HB enn eina ferð skorað, og enn eina ferð var Andrew av Fløtum málskjútti. Við fínum skoti, sum umvegis stólan brast í netmaskarnar sendi hann bóltin í B68 málið.