Jóhan Lützen, leiðari í Miðlan hjá Klaksvíkar Kommunu, sigur at hetta tilboðið er ein samanrenning av ymiskum ynskjum.
- Borgarstjórin ynskti at senda eina vælkomstheilsan út til allar nýggjar borgarar í kommununi, bæði nýføðingar og tilflytarar, og vit í Miðlan høvdu ætlanir um at senda upplýsandi faldarar út til borgarar í kommununi. Og so visti eg, at danskar kommunur høvdu brúkt hetta hugskotið við at fáa vinnuna uppí.
Tí hevur Klaksvíkar Kommuna nú sett eina lýsing í bløðini, har lýst verður eftir avsláttarmerkjum frá teimum vinnurekandi í Klaksvíkar Kommunu. Ætlanin við pakkanum er, at nýggir borgarar skjótast gjørligt skulu fáa eitt yvirlit yvir kommununa og teir møguleikar, sum eru í henni.
Bíðilistar
Eitt er at fáa eina fríbilett í biograf og avsláttur til nýggjar skógvar, men tað sum barnafamiljur kanska hugsa mest um, tá tey umhugsa at flyta, er íbúðarviðurskifti og barnaansingarmøguleikar.
Nýggjur barnagarður lat upp í Klaksvík fyri stuttum, og bíðilistin til barnaansing er nú komin niður á null. Men bíðilistin til grundstykkir er framvegis langur. 270 bíða eftir nýggjum grundstykki hjá Klaksvíkar Kommunu.
Jensa Anthoniussen, skrivstovukvinna í Miðlan við ábyrgd fyri íbúðarviðurskiftum greiðir frá, at í løtuni vera 50 grundstykki útlutað Millum Hjalla, og 6 stykkir vera gjørd klár úti í Norðoyri.
- Næsta stigið verða 18 grundstykkir Undir Fossum, men hetta liggur í løtuni í Innlendismálaráðnum, greiðir Jensa Anthoniussen frá. Harumframt er uppskot í býráðnum um eina størri verkætlan Uppi á Fossum, har pláss verður fyri 370 íbúðareindum.