Andrew aftur upp á spæl

Tíggju minuttir undan leikloki í Gundadali hevur HB enn eina ferð skorað, og enn eina ferð var Andrew av Fløtum málskjútti. Við fínum skoti, sum umvegis stólan brast í netmaskarnar sendi hann bóltin í B68 málið.