Tann umstríddi niðurlendski høgrapolitikarin Geert Wilders ætlar sær nú til New York at stuðla teimum, sum eru ímóti ætlanini at byggja eina mosku nærhendis Ground Zero. Tað skrivar bretska blaðið The Guardian.
Geert Wilders, sum er kendur fyri síni víðgongdu sjónarmið um islam og muslimar, hevur boðað frá, at hann ætlar sær at taka lut í einum mótmælistiltaki, sum verður í New York tann 11. september. Tann dagin eru níggju ár síðani yvirgangsatsóknina at USA, sum kostaðu næstan 3.000 mannalív.
Sambært The Guardian hevur niðurlendska uttanríkisráðið sett eina tilbúgvingarskipan í verk, tí ráðið væntar at fáa ein hóp av mótmælum ímóti, at Geert Wilders fer til New York at mótmæla moskuverkætlanini.
Barack Obama, forseti, segði í síðstu viku, at amerikanska grundlógin gevur muslimum rætt til at byggja eina mosku og eitt mentanarhús á tí ætlaða staðnum í New York.