Fráfarna samgonga hevði eitt uppskot í tinginum um at leingja tíðarskeiðið, men tað uppskotið fall burtur, tá løgtingsvalið varð skrivað út. Skipanin fer úr gildi 31. desember í ár. Tí fellur tann møguleikin [...] burtur sunnudagin, tá vit skriva 2023. – Tað hevur skund at leingja tíðarskeiðið, og tí verður hetta málið eitt tað fyrsta lógaruppskotið, sum nýggja samgongan ætlar at leggja fyri løgtingið, sigur Aksel [...] sama uppskot, sum undanfarna samgonga legði fyri tingið – og um til dømis plug-in hybridakfør eru við í nýggja uppskotinum. Hetta uppskotið verður umrøtt á fyrsta fundinum hjá nýggja landsstýrinum, sum verður
Umhvørvisstovan hevur hin 22. desember í ár veitt umhvørvisgóðkenning til Lívfiskastøðina hjá P/F Bakkafrost Farming í Skálavík. - Ein lívfiskastøð framleiðir lívfisk við tí endamáli at taka rogn, tá [...] og øðrum. Í vegleiðing um kærumøguleika, vísir Umhvørvisstovan á, at avgerðin hjá stovninum kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum, og kærufreistin er sett til hin 20. januar 2023. - Kærurætt [...] beinleiðis og persónliga týdning fyri, siga tey á Umhvørvisstovuni, sum nú hava veitt Lívfiskastøðini í Skálavík umhvørvisgóðkenning. Neyvari um umhvørvisgóðkenningina kann lesast um heimasíðuna hjá Skálavíkar
vandi hann KÍ kvinnurnar í 2016 og 2017. Í 2018 vandi hann næstbesta liðið hjá B68, í 2019 vandi hann næstbesta HB liðið, í 2020 og 2021 var hann hjálparvenjari á Toftum, og í 2022 vandi hann ÍF liðið [...] næstbestu deildini, og nú verður takið hjá honum og ÍF at varðveita plássið í fremstu røð. Venjarar í Betri deildini í 2023 07 Vestur Michel Schjønberg Danmark AB Henrik Larsen Danmark B36 Dan Brimsvík [...] venjararnir í bestu deildini, sum vóru í fulltíðarstarvi, vóru útlendingar. So koppaði tað av álvara á, tá ið FSF fór undir at útbúgva venjarar, og okkurt árið vóru mest sum allir venjararnir í bestu deildini
síggja í Hólmanum á Eiði, har besta mansliðið eigur heimavøll í 2023. Í 2008 og 2009 var Sigfríður Skaale Clementsen venjari hjá EB/Streymi, og tað verður hann aftur nú. Felagið skrivar soleiðis í kvøld: [...] hjá FSF. Í 2008 og 2009 var hann høvuðsvenjari hjá EB/Streymi. Í 2008 vunnu vit greipuna og í 2009 endaðu vit á silvurplássi í báðum kappingum. Vit ynskja Sigfríða hjartaliga væl afturkomnan í felagið og [...] hava, og hevur vunnið mest sum alt sum kann vinnast í føroyskum fótbólti. Hann er 49 ára gamal, og er búsitandi í Havn. Sum spælari hevur Sigfríður umboðað bæði havnafeløgini og sum venjari hevur hann umboðað
eru deyðir í krígnum, eftir at Russland leyp á. Seinni í dag skal Sébastien Lecornu hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, Oleksij Reznikov, verjumálaráðharra og hernaðarligar leiðarar í Ukraina. [...] Í dag vitjar franski verjumálaráðharrin, Sébastien Lecornu, í ukrainska høvuðsstaðnum. Her skal hann røða um hjálpina, sum Frakland veitir og fer at veita ukrainsku verjuni. Sébastien Lecornu kom til Kyiv [...] Kyiv úr Póllandi, har hann í gjár kunngjørdi ein stóran sáttmála um sølu av franskt framleiddum hernaðarligum fylgisveinum. Í Kyiv hevur franski verjumálaráðharrin lagt krans við minnismerkið yvir falnar
føðideild á lokala sjúkrahúsinum í Kherson er í dag rakt av russiskum bumbum. Tað skrivar Kyrylo Tymoshenko, sum starvast á ukrainsku forsetaskrivstovuni, á Telegram í kvøld. Hann leggur aftrat, at bumburnar [...] men tíbetur hendi eingin fólkaskaði í álopinum. Kyrylo Tymoshenko hevur eisini lagt út myndir av bumbaða sjúkrahúsinum í Kherson, sí myndin her omanfyri. Tað var fyrr í heyst, at ukrainar róku russar úr [...] sum annars hevði verið undir russiskum ræði í fleiri mánaðir. Russiskar herdeildir hava tó framvegis ræði í stórum parti av Kherson-regiónini har suðuri í Ukraina, tó at høvuðsbýurin aftur er undir ukrainskum
skrivar Símun Gullaksen, fyriskipari. Hann sigur, at higartil hava verið fyriskipaðar sjey búnaðarstevnur í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017, februar 2018, februar 2019, februar 2020 og februar [...] fleiri spennandi framløgur umframt kjak um viðkomandi evnir. Endalig skrá verður tøk um miðjan januar 2023. Sí annars nærri kunning og tilfar frá teim undanfarnu Búnaðarstevnunum her: www.bunadarstevna.fo
Kappingarráðið frá, at tey hava góðtikið, at Elding kann keypa Power, soleiðis sum partarnir avtalaðu í augustmánaði. – Niðurstøðan hjá Kappingarráðnum er m.a. grundað á, at virksemið hjá Sp/F Power Føroyar [...] til um yvirtøkan varð noktað ella góðkend av kappingarmyndugleikanum - vildi steðgað tann 1. januar 2023. Kappingarráðið metir tí, at avleiðing av at góðkenna yvirtøkuna undir verandi umstøðum, ikki broytir [...] týðandi, samanborið við, um yvirtøkan av Sp/F Power Føroyar ikki varð framd, skrivar Kappingarráðið í avgerðini, sum kann lesast her Kappingarráðið hevur tí tikið avgerð um at góðkenna yvirtøkuna hjá Sp/F
avgerð um at góðkenna yvirtøkuna hjá Sp/F Elding av Sp/F Power Føroyar, sambært § 15, stk. 2, 1. pkt. í kappingarlógini. – Niðurstøðan hjá Kappingarráðnum er m.a. grundað á, at virksemið hjá Sp/F Power Føroyar [...] til um yvirtøkan varð noktað ella góðkend av kappingarmyndugleikanum - vildi steðgað tann 1. januar 2023. Kappingarráðið metir tí, at avleiðing av at góðkenna yvirtøkuna undir verandi umstøðum, ikki broytir
Hvítarusslandi. Ráðgevin í ukrainska innanríkisráðnum, Anton Gerastsjenko, skrivar á Telegram, at russiskir aktivitetir í morgun hava verið á flogvøllinum í Machulishchy, sum er ein býur í Hvítarusslandi. Sum [...] at gera lívið súrt hjá ukrainum í vetur. Í gjár varð lopið á býin, Kherson, sum russar nýliga hava mist aftur til Ukraina. Her lótu fleiri fólk lív, og onnur vórðu særd. Í morgun vita útlendskir tíðindamiðlar [...] ávaringarlúðrar í øllum ukrainskum regiónum. Sama skrivar óhefta ávísin, Novaja Gazeta. Ukraine News UP veit at siga, at spreingingar hava verið at hoyrt í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í morgun. Men, hesi