Í dag vitjar franski verjumálaráðharrin, Sébastien Lecornu, í ukrainska høvuðsstaðnum. Her skal hann røða um hjálpina, sum Frakland veitir og fer at veita ukrainsku verjuni.
Sébastien Lecornu kom til Kyiv úr Póllandi, har hann í gjár kunngjørdi ein stóran sáttmála um sølu av franskt framleiddum hernaðarligum fylgisveinum.
Í Kyiv hevur franski verjumálaráðharrin lagt krans við minnismerkið yvir falnar ukrainskar hermenn, sum eru deyðir í krígnum, eftir at Russland leyp á.
Seinni í dag skal Sébastien Lecornu hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, Oleksij Reznikov, verjumálaráðharra og hernaðarligar leiðarar í Ukraina.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.