Mangt bendir á, at russar ætla sær at gera lívið súrt hjá ukrainum í vetur. Í gjár varð lopið á býin, Kherson, sum russar nýliga hava mist aftur til Ukraina. Her lótu fleiri fólk lív, og onnur vórðu særd.
Í morgun vita útlendskir tíðindamiðlar at siga, at ávaringarlúðrar aftur ljóða um alt Ukraina. Sambært Reuters, sum endurgevur ukrainskar myndugleikar, hoyrast ávaringarlúðrar í øllum ukrainskum regiónum.
Sama skrivar óhefta ávísin, Novaja Gazeta.
Ukraine News UP veit at siga, at spreingingar hava verið at hoyrt í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í morgun. Men, hesi tíðindi eru enn ikki váttað av óheftum keldum, verður lagt aftrat.
Óváttað tíðindi, borin á sosialum ukrainskum miðlum, vilja vera við, at russisk hernaðarflogfør eru farin á flog úr grannalandinum, Hvítarusslandi.
Ráðgevin í ukrainska innanríkisráðnum, Anton Gerastsjenko, skrivar á Telegram, at russiskir aktivitetir í morgun hava verið á flogvøllinum í Machulishchy, sum er ein býur í Hvítarusslandi.
Sum tímarnir ganga, verður ivaleyst meira at frætta um avleiðingarnar av væntaðu russisku álopunum í Ukraina í morgun.
##med2##