Russiskar bumbur raktu føðideild í Kherson

Tað er ein tíð síðan, at ukrainar róku russar úr stóra býnum Kherson, sum annars hevði verið undir russiskum ræði í fleiri mánaðir.

Ein føðideild á lokala sjúkrahúsinum í Kherson er í dag rakt av russiskum bumbum.

 

Tað skrivar Kyrylo Tymoshenko, sum starvast á ukrainsku forsetaskrivstovuni, á Telegram í kvøld.

 

Hann leggur aftrat, at bumburnar, sum raktu føðideildina, vóru russiskar, men tíbetur hendi eingin fólkaskaði í álopinum.

 

Kyrylo Tymoshenko hevur eisini lagt út myndir av bumbaða sjúkrahúsinum í Kherson, sí myndin her omanfyri.

 

Tað var fyrr í heyst, at ukrainar róku russar úr stóra býnum Kherson, sum annars hevði verið undir russiskum ræði í fleiri mánaðir.

 

Russiskar herdeildir hava tó framvegis ræði í stórum parti av Kherson-regiónini har suðuri í Ukraina, tó at høvuðsbýurin aftur er undir ukrainskum valdi.

 

Tað er norska kringvarpið NRK, sum ber hesi tíðindi frá ukrainsku forsetaskrivstovuni í dag, men tíðindini eru enn ikki váttað av óheftum keldum.

 

Síðan russisku deildirnar flýddu úr Kherson-býi, tá ukrainski herurin nærkaðist, hava russar fleiri ferðir søkt at býnum aftur.

 

##med2##

 

 

 


 

 

Kyrylo Tymoshenko, sum starvast á ukrainsku forsetaskrivstovuni.