hava vit valt at geva øðrum uppgávurnar, so at ikki øll fara at ringja til mín, um til dømis onkur trupulleiki er á tjaldingarplássinum. Ein stórur munur á festivalunum í ár frá í fjør er, at undirsjóvartunnilin [...] letur væl at fyrireikingunum: - Festivalurin tekur skap fyri hvønn tíma, sum fer. Tað er sumt, sum vit ikki fá gjørt fyrr enn stutt áðrenn. Men tað gongur væl, sigur Steintór. Tað er nógv, sum samskipast [...] hevur valt at hava ein einfaldan leiðsluhátt: - Vit hava ein lítlan yvirbygning. Vit eru fáir, sum taka avgerðirnar, tí at tað ger alt smidligari. Tá ið nógv hava ábyrgdina, kann verða torført at samskifta
Richard Long, sum var lærari við realskúlan og seinni kendur sum landsstýrismaður. Kristoffur kom at búgva hjá Richardi. Tað, sum eg minnist í samband við Neptun, var, at vestmannaskipið Dora, sum var deyðsiglari [...] áhugavert at frætta. Ikki eitt orð um at pápin er deyður So hendir tað, at skipini sum vanligt koma heim aftur út í mai. Hjá okkum systkjum var tað á sama hátt sum hjá systkinabarninum Julionnu, sum greitt [...] skipið eftir hendan dag. Tað var á hendan hátt, at eg kom at skilja, at pápi var burtur med alla! Eg havi so seinni roynt at fáa meira at vita um tað sum hendi. Eg kendi Andreas á Marknagili, búsitandi
var um uppskotið, sum við árunum skuldi føra til, at Norðurlandahúsið í Føroyum varð bygt. Steen Cold heldur tað verða bæði rætt og skeivt at siga, at Erlendur Patursson var “Maðurin, sum legði uppskotið [...] sær, at Norðurlandahúsið skuldi liggja í Miðbýnum ella við sjógvin. Men útsýnið frá Sortudýki hevði sín avgerandi týdning, tá økið varð valt sum byggiøki. Tá Steen Cold fyrstu ferð vitjaði økið sum Tórshavnar [...] Cold minnist væl, at Inger Christiansen frá mentunnarstovuni hjá Føroya Landsstýri var við, tá ið hann fór út at skoða økið fyrstu ferð. Erlendur Patursson Steen Cold leggur dent á, at tað var tann ógvuliga
fyrst at takka fyri, at eg eri bjóðaður í 7 ára føðingardag í Tilhaldinum í dag. Eg havi fingið áheitan um at vera gestarøðari í ár, og lat meg alt fyri eitt siga, at eg eri ógvuliga fegin um at hava fingið [...] er gott við eitt slíkt høvi at gleðast um, at tað aftur byrjar at næla og at flytifuglarnir aftur fær hug at leita heim aftur til okkara vakra land. Tjaldrið er ímyndin um, at vit eru eitt sameint fólk, [...] samveru í hugnaligum umhvørvi, soleiðis sum tað eisini stendur í endamálsorðingini fyri Húsið. Ja, til ber at siga, at tað er blivið ein lívstílur hjá mongum at støkka inn á gólvið til eitt prát ella til
á kvøldi. Og øll, sum hava áhuga, fáa ferðaleiðarar við sær, sum á norðurlendskum, enskum ella týskum máli greiða frá søguni og hvat annars er at síggja. – Eg kann siga so mikið, at 99,8 prosent av teimum [...] á tey um at ganga eftir gøtunum. Tað eru umleið sama tal av føroyingum sum fara út í Trælanípuna, sum útlendingar. Tað vil siga millum 30 og 100 um dagin. ##med2## Útlendskir bólkar royna at snýta – Vit [...] Vit hava upplivað nakrar ferðir, at útlendingar koma, sum skelda út, hví vit taka pengar at ganga út á Nípuna, tá ið tað er ókeypis at ganga í flestu øðrum støðum. Tey vilja ikki gjalda, og sleppa so ikki
føroyska náttúru og mentan, sum hann fer at leggja út á alnótina. - Tað er sera torført at finna tilfar um Føroyar á alnótini. Eg eri stoltur av, at eg helst eri fyrsti ozeti, sum eri í Føroyum. Vónandi fara [...] , og tað var eg sera bilsin av. Ikki tí at pengarnir hava so nógv at siga, men tað var sera kurteisligt og flott gjørt av honum, sigur Danil. Hann letur væl at støðinum á føroyskum fótbólti: - Eg havi [...] skilji, at føroyingar altíð koma í minsta lagi 15 minuttir ov seint. Har eru ozetar eisini akkurát líka sum føroyingar. Vit taka tað, sum tað kemur seg, og koma altíð ov seint. Eingin øsir seg, um onkur møtir
bert fyri at vísa hetta, at øll staðanøvn, hvar sum helt í verðini, hava ein týdning. Onkuntíð er tað lætt at síggja, men sum oftast skal serligur kunnleiki til. Eg nevni hetta eisini tí, at tað er ikki [...] universitet og stovnar, sum royna at halda skil á. Føroyar hava einki. Leggja seg tætt at teim skandinavisku londunum. Mítt uppskot er einfalt, at leggja seg tætt upp at tí, sum Skandinavisku londini Danmark [...] Hetta er veruleikin, so sum eg eisini ofta upplivi hann. Nógv skilagóð fólk tora ikki at taka orðið ella skriva , tí tey halda at teirra vanliga mál ikki er ”nóg føroyskt,” sum tey siga. Fleiri ferðir havi
oyggjaheitunum má tað so vera, at tær hava fingið heitini Fugloy, Svínoy, Nólsoy o.s.fr.; men í framburði er tað skeivt at siga t.d., at at fugl-oy-ingar búgva í Fugloy, men at fuglingar búgva í Fugli, teir [...] sjónarmið, at fólksins talaða mál átti at fingið meira rætt og ræsur í tí skrivaða. Víst varð á, at við verandi skriftmálsligu støðu er tað ikki møguligt hjá fjøldini av Føroya fólki at fáa lært at skriva [...] heild at virða tann veruleika, at okkara móðurmál gongur ikki altíð eftir rættskrivingar-reglum. Ongin má koma og siga, at fólk í Kirkjubø ikki duga at benda bøur, bø, bøi, bíggjar; men kortini fara tey ikki
er ein av teimum, sum myndaði meirilutan í Málráðnum, ið mælti til at varðveita føroyska stavraðið, sum tað er, og ikki taka bókstavir sum c, q, z og w inn í stavraðið. Hann vísur á, at seinastu 20 árini [...] undir liðini á øðrum symbolum sum ? ella ?. Latínsku stavirnir hava sama virði sum hini symbolini. Ikki sum stavir í okkara stavraði, men sum symbol. Tað er skilagott at brúka somu symbol í støddfrøði [...] vanlukku, sum hevði fingið alt málarbeiðið út á bláman. Sagt verður, at vit mugu síggja veruleikan, sum hann er. Er tað ikki nakað um tað? – Hvussu vit síggja veruleikan hevur einki við stavraðið at gera.
sigur onkur. Tey fáa tað at ljóða, sum um onkur hevur tikið teir frá teimum. Hasir bókstavirnir hava ongantíð verið og fara ongantíð at verða føroyskir. Trupulleikin hjá hesum fólkum man vera, at tey í [...] Hann hevði neyvan góðtikið eitt c, sum danskir prestar góvu harraboð um at brúka! Tingið verður kanska eisini biðið um at samtykkja, at h og k skulu úttalast hå og kå sum á donskum!? BÓKSTAVIRNAR AFTUR?: [...] Annars finna tey, sum eita Muller, ikki sítt navn í telefonbókini. Å mugu vit eisini hava. Onkur fer kanska at nútíðargera Skaale til Skåle við donskum bolla-å!? Dugir nakar at gita, hvat fer at standa á míni