Steintór Rasmussen er fyriskipari fyri summarfestivalinum. Hann letur væl at fyrireikingunum:
- Festivalurin tekur skap fyri hvønn tíma, sum fer. Tað er sumt, sum vit ikki fá gjørt fyrr enn stutt áðrenn. Men tað gongur væl, sigur Steintór.
Tað er nógv, sum samskipast fyri til ein slíkan festival. Steintór hevur valt at hava ein einfaldan leiðsluhátt:
- Vit hava ein lítlan yvirbygning. Vit eru fáir, sum taka avgerðirnar, tí at tað ger alt smidligari. Tá ið nógv hava ábyrgdina, kann verða torført at samskifta nøktandi.
Steintór ásannar tó, at uppgávurnar eru ov nógvar og stórar til, at nakrir fáir persónar kunnu klára tær.
- Tað er sera nógv, sum skal samskipast, og tí velja vit at útdelegerað uppgávur til fólk og feløg. Tað er alt tað praktiska, flutningur hjá tónleikarunum og ferðslan til dømis. Har hava vit valt at geva øðrum uppgávurnar, so at ikki øll fara at ringja til mín, um til dømis onkur trupulleiki er á tjaldingarplássinum.
Ein stórur munur á festivalunum í ár frá í fjør er, at undirsjóvartunnilin er opnaður.
- Tað er ein stórur lætti, at vit ikki noyðast at hugsa um at skipa fyri eykatúrum og tílíkt. Hinvegin vænta vit meira ferðslu í Klaksvík, og tí má tað samskipast væl, sigur Steintór.
Tað sæst aftur í Klaksvík, at Summarfestivalurin stendur fyri durum. Tað verður fríðkað um økið við rundkoyringina og ljós verða sett upp. Eisini verða pallarnir settir upp. Barnaøkið uttan fyri Norðoya Sparikassa er eisini í ger.
- Tað eru nógv fólk farin í sving, men eg haldi tó ikki, at tað er eins nógv arbeiðsorka og til G! Festivalin, sigur hann.
Vóna ein ruddiligan festival
Á G! Festivalinum var sera nógv órudd, og eisini er illgruni um, at søla av rúsevnum var á tjaldingarplássinum. Steintór ætlar at taka serlig fyrilit fyri teimum trupulleikunum, sum hinir festivalarnir hava havt.
- Tú hyggur eftir, hvat gongur væl og minni væl hjá hinum festivalunum, og so roynir tú at taka serlig fyrilit fyri tí. Tað gongur báðar vegir, haldi eg. Vit fara serliga at leggja okkum eftir at fáa ein meira ruddiligan festival enn G! Festivalin. Summarfestivalurin liggur í einum býi, og tað skuldi givið okkum betri fyritreytir fyri at halda skil á.
- G! Festivalurin er meira ein ungdómsfestivalur, og tí gerst kanska eitt sindur óruddiligt. Summarfestivalurin er breiðari. Tað er ein familjufestivalur - ein fólkafest, og tí vænta vit ikki at fáa teir somu trupulleikarnar. Vit fara í hvørt fall at gera tað, sum vit kunnu fyri at halda skil á, sigur Steintór.
Góð nøvn
Summarfestivalurin hevur nógv kend nøvn á skránni í ár. Steintór er væl nøgdur við tey nøvnini, sum koma hendavegin:
- Eg eri væl nøgdur við nøvnini. Eg haldi, at vit hava fingið eina breiða skrá, og eg rokni við, at fólk í øllum aldri og við øllum ymiskum áskoðanum kunnu finna okkurt, sum teimum dámar.
- Eg gleði meg serliga til at hoyra Roger Hodgson frá Supertrump, The Rasmus og Shubidua. Annars rokni eg við, at eitt navn sum David Phelps hevur selt nógv atgongumerki í ár.
- Tað er sera torført hjá einum festivali í Føroyum at fáa stór nøvn innan allar tónleikagenrer, tí at okkara festivalur er so lítil sammet við hinar festivalarnir í norðanlondum. Í ár mangla vit kanska eitt stórt country-navn. Harafturímóti hava vit eitt stórt gospelnavn. Næsta ár fara vit kanska at leggja okkum serliga eftir at fáa eitt stórt country-navn, sigur Steintór.
Fólk tykjast at vera sera væl nøgd við nøvnini í ár, men spurningurin er, um tað ikki verður torført hjá Summarfestivalinum at gera tað líka gott næsta ár?
- Tú kanst siga, at tað verður ógjørligt at gera tað líka gott næsta ár, men vit taka fegnir avbjóðingina. Vit mugu bara spenna bogan enn meira næsta ár, sigur Steintór Rasmussen at enda.