Staðið har øll kunnu koma og fara

? Mítt ynski er, at samstarvið millum kommununa og Tilhaldið kemur at styrkjast enn meira, okkum øllum at gagni, tí virksemi, sum er her í Húsinum, er eitt stórt, týðandi sosialt og fyribyrgjandi arbeiði, sum ikki kann og ei heldur skal verða undirmett segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann um grækarismessu tíð var boðið at vera gestarøðari á 7 ára føðingardegi Tilhaldsins í Havn. Vit prenta røðuna hann helt henda dagin

Fari fyrst at takka fyri, at eg eri bjóðaður í 7 ára føðingardag í Tilhaldinum í dag.
Eg havi fingið áheitan um at vera gestarøðari í ár, og lat meg alt fyri eitt siga, at eg eri ógvuliga fegin um at hava fingið hesa áheitan, tí tá eg áður havi verið her, eri eg altíð farin ríkari heimaftur. Her hevur altíð verið hugnaligt at koma, og stórur blíðskapur verður vístur einum. - Stóra tøkk eiga tit fyri tað.
Tilhaldið hevur givið pensjónistunum í býnum ein kærkomnan møguleika at koma saman til fjøltáttaða samveru í hugnaligum umhvørvi, soleiðis sum tað eisini stendur í endamálsorðingini fyri Húsið.
Ja, til ber at siga, at tað er blivið ein lívstílur hjá mongum at støkka inn á gólvið til eitt prát ella til eitt av teimum mongu fjølbroyttu tilboðunum, ið eru hvønn dag í vikuni.
Sigast má, at tað var eitt ótrúliga gott hugskot, sum var sett í verk á grækarismessu í 1998, tá dyrnar fyrstu ferð lótu upp í hesum prýðiliga húsi, sum næsta ár verður 100 ár.
Vit eru teimum kvinnum og monnum takksom, sum tóku stig til at fáa eitt Tilhald í býnum, tí staðfestast kann, at okkara pensjónistar hava tikið húsið til sín frá fyrsta degi av.
Tíðliga ein morgunin í góðveðrinum fyri viku síðani, áðrenn býurin av álvara vaknaði, og dagsins uppgávur lógu á borðinum og bíðaðu, sat eg og las bløðini á skrivstovu míni á Vaglinum. Eg steðgaði á við eina av hesum áhugaverdu greinunum hjá Birgari Johanne-sen, sum hann kallar "Havnar leksikon".
Henda dagin hevði hann tvær myndir í blaðnum av umhvørvinum norðan fyri Føroya Banka. Onnur myndin var tikin í 1955, meðan hin var tikin í februar í ár. Myndirnar vístu, hvussu býarmyndin er broytt seinastu 50 árini. Men "selju-rønn træið" stendur enn í Steinagøtu, og har hevur tað staðið síðani 1912, skrivar Birgar.
Henda myndin og nógvar aðrar hjá Birgari fingu tankar mínar á flog henda snimma góðveðursmorgun - einsamallur í ráðhúsinum - Eg fór at hugsa um dreingja- og unglingaárini, tá vit høvdu allan býin sum spælipláss.
Eg sá fyri mær Tórsgøtu, sum var onnur høvuðs-handilsgøtan í býnum tá. Hin var eystanfyri, frá Kongabrúnni og niðan móti Sjónleikarhúsinum.
Í mínum hugaheimi var eg í Tórsgøtu og her umleiðir við øllum tí nógva og fjølbroytta virkseminum, ið fyrr var.
Har komu fram í minnið handilin hjá Heinesen, sum seinni bleiv handil hjá Valdemar Lützen. Sjómansheimið og kjøtbúðin hjá Jens Reinert. Har var Vaskaríið og Reinsaríið.
Arbeiðsdrongur á Fjøðurreinsarínum
Eg sá fyri mær longu bíðirøðina uttanfyri Meiaríið, har vit stóðu við hvør síni mjólkaspann og bíðaðu. Handilin hjá Lamba-Jóannes, har Ebba og Niels Mortensen seinni fóru at selja gardinur og klæðir. Posthúsið, Maria Poulsen og Herluf Arnason.
Á horninum við Sverrisgøtu, Frants Restorff og kjøthandilin hjá Heina í Kjøt, har Lítli seinni fór at selja sínar døgverðar. Handilin hjá Viggo Dal-Christiansen. Frelsunarherurin og so hesi húsini hjá Føroya Banka.
Fram í minnið kom eisini Hjalmar Jacobsens, bókhandil, Karl hjá Vága-Heina og handilin hjá Demmus. Har vóru skómakarar, bakarar, barberar, smiður og nógv, nógv onnur fólk og handlar.
Tankarnir leitaðu eisini oman í Vágsbotn, sum tá í tíðini hevði eitt yðjandi lív frá snimma á morgni til seint á kvøldi. Har komu fólk úr øllum Føroyum á land við ferðabátunum, og har var somuleiðis nógv vøra umskipað.
Mjólkabátarnir komu og fóru, og smábátarnir seldu fisk. Hetta er alt ein horvin havnarmynd, treyðugt so, smábátarnir selja enn fisk og fugl í Vágsbotni.
Sum smádrongur og hálvvaksin minnist eg, hvussu hugtakandi, men ikki vandaleyst, tað kundi vera niðri í Vágsbotni, tá rættiligur uppgangur varð, áðrenn eystari brimgarður varð longdur.
Og eg ivist ikki í, at onkur, sum er her í dag, veit onkra "góða" at fortelja frá tíðini, tá ið Vágsbotnur var ferða- og handilsmiðdepilin í Havn.
Í bókini ?Handan fyri havið - býurin og bygdin" skrivar skaldið Magnus á Kamarinum einastaðni:
At hann sá myndir daga undan, kendar og kærar ímillum. Hann hugdi aftur í tíðina, har lá alt so raðið. Vøllurin og Tinghúsið og Vaglið, Apotekið og Bókhandilin og Kirkjan. Sjómansheimið og Grótgarðurin og Áin og Kioskin og Áarvegurin og Skúlin, sum onkur hevði sagt um, tá hann var liðugt bygdur seinast í 1800-talinum:
?....jú, nú hava vit ein skúla, sum er eitt framstig og eitt prýði fyri býin, og so rúmur, at okkum ikki nýtist at byggja nakran skúla tey næstu hundrað árini!"
Og har lá Meinigheitshúsið og Posthúsið. Meiaríið, har hin gamli Jensen gekk so stokkdeyvur við einum røri, sum hann stakk inn í oyrað, tá hann varð noyddur at hoyra okkurt, og uppi á trætrappuni vestanfyri stóð Ki, bøkjarin, í bláari húgvu og jakka. Og har kom meiarist Jensen, altíð so fryntligur og brosandi og upplagdur og vældæmdur. Og har niðri lá Vaskaríið, har sum hann seinni, eins og hjá Lützen og í Bókhandlinum, arbeiddi sum býdrongur.
Soleiðis skrivar Magnus, og væl ber til at fylgja honum á ferð hansara í miðbýnum.
Hóast tað í dag ikki eru nøkur tekin um, at várið er hondum, nú fjøllini eru kavaklødd og bítandi kalt er í veðrinum, so sigur álmanakkin, at í morgin er grækarismessudagur.
Men eitt er, hvat álmanakkin sigur, annað er, at vit øll merkja, at dagarnir eru munandi longdir síðani stytsta dag.
Í morgin hava vit grækarismessuhald kring alt landið, har vit ynskja tjóðfugli okkara vælkomnum aftur á klettarnar.
Skótar ganga skrúðgongu og røður verða hildnar. Her í Havn er Havnar Hornorkestur eisini altíð til reiðar at seta sín hátíðar-liga dám á dagin.
Vit fegnast um, at tjaldrið og hinir flytifuglarnar koma, tí sum skaldið Jákup Dahl yrkir: Tú ber okkum boð um ein ljósari dag, at nú er brátt summar í hondum.
Vit frøast, tá ið fyrstu ?klippini" frá tjøldrunum hoyrast, tí tjaldrið og grækarissmessa er fráboðan um vár, lýkku og longri dagar.
Og tað hava vit øll tørv á, tí vetrartíðin kann tykjast drúgv og long, og tí er gott við eitt slíkt høvi at gleðast um, at tað aftur byrjar at næla og at flytifuglarnir aftur fær hug at leita heim aftur til okkara vakra land.
Tjaldrið er ímyndin um, at vit eru eitt sameint fólk, hóast vit kunnu verða ósamd um onkrar smálutir.
Ár eftir ár kemur flytifuglurin trúfastur aftur at reiðrast. Steðgar her um summarið og leitar suður aftur í heitari lond um heystið.
Hvussu ber tað til, at teir koma aftur ár eftir ár? Sjálvi halda vit, at tað man vera tí, at hann hevur tað gott her. Vit bera eisini orð fyri at vera gestablíð, og okkum dámar væl at vísa teimum vitjandi okkara vakra land.
Flyta vit hesa myndina á Tilhaldið, so haldi eg, at symbolikkurin er eyðsýndur.
Tilhaldið lat upp á grækaris-messu. Øll eru hjartaliga væl-komin. Tað er bara at støkka inn á gólvið. Ongin limaskapur krevst. Øll kunnu koma og fara sum tey vilja. Nevnd og starvsfólk vilja, at øll skulu kenna seg vælkomin.
Skiftandi nevndir og starvsfólk hava við eldhuga og ágrýtni roynt at skapa eina góða samveru í Tilhaldinum.
Tað er at vóna, at tað eisini í komandi tíðum verður eins og higartil.
Herfyri vendi nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum - Niels Halm - sær til býráðið við einum fyrispurningi, um kommunan var áhugað at vera við í einum tiltaki, kallað World Storytelling Day ella einum Altjóða frásøgudegi.
Talan er um samstarv millum Norðurlandahúsið, Tórshavnar býráð, Mentamálaráðið, Tjóðpall Føroya og Tilhaldið.
Vit hildu hetta verða eitt stak áhugavert tiltak og játtaðu alt fyri eitt at verða við, serliga tí at frásøgudagurin vendir sær bæði til skúlanæmingar og okkara eldru borgarar, pensiónistarnar. Vit síggja hetta tiltakið sum eitt kærkomið høvi at byggja brýr millum yngra og eldra ættarliðið.
Við hesum frásøgudegi, ber til at ímynda sær kvøldseturnar í gomlum døgum, sum høvdu so ómetaligan stóran týdning fyri mentanina og samleikan hjá okkum føroyingum. Her hugsi eg um skaldskap av manna munni: sagnirnar, ævintýrini og kvæðaarvin, - og hetta, at fortelja eina góða søgu. Ein frásøguháttur, sum nú á døgum kanska ikki hevur so góðar dagur.
8 søgufróð fólk fara at siga frá søgum.
Úr Skálavík kemur Palli Dalsgaard - Vilhelmina Larsen í Dali, hevur játtað at koma - og av Sandi kemur Poula Olsen - Hans Tórgarð í Kvívík - Petur Martin Petersen í Fuglafirði - Ria Tórgarð og Egi Dam í Havn og Erling Poulsen, sum flutti úr Vági til Havnar eftir at hann gavst sum lærari har suðuri, koma somuleiðis.
Hesi 8 fara óivað at fortelja onkra góða søgu.
Í Norðulandahúsinum verða 4 "frásøgupallar", t.v.s, at einir 500 næmingar og pensiónistar kunnu verða har í senn.
2 frásøgufólk eru á hvørjum palli í ein _ tíma hvør. Síðani verður ein stuttur steðgur, og nýggir áhoyrarar koma at lurta.
Frásøgudagurin í Norðurlandahúsinum verður næsta fríggjadag og byrjar kl. 9.15
Tit eru øll hjartaliga vælkomin til takið.
Men nú situr onkur kanska og hugsar, at tá vit nú hava borgarstjóran her:
Hvussu sær framtíðin á eldraøkinum út? Hvørjar ætlanir eru?
Til tað er at siga, at umframt at kommunan á røktarøkinum hevur sett nógv í verk seinasta árið, og arbeiðir við fleiri ítøkiligum ætlanum, so hava fyrireikingar verið í eina tíð at fáa sett eitt eldraráð í kommununi. Ein arbeiðsbólkur er settur, og hevur hann sín fyrsta fund mánadagin. Bólkurin er burturav mannaður við umboðum fyri tey í gásareygum "gomlu" í kommununi. Ætlanin er, at arbeiði skal verða liðugt um miðjan mai mánað.
Spennandi verður at vita, hvat fer at koma burturúr, tí í kommununi eru vit sannførd um, at við miðvísum samskifti og samstarvi við tey eldru, fara vit at náa nálum, sum í longdini fara at roynast munagóð.
Hóast tað ikki er eitt lógarkrav, halda vit tað vera rætt, at ein so stór kommuna sum okkara ger sínar royndir við slíkum ráði.
Tað er umráðandi hjá okkum politikkarum at vita, hvat veruliga ger mun í gerandisdegnum og ikki minst, at tey eldru kenna, at hóast eldri og pensjónistur, so er menniskjaliga tilfeingi eins virðismikið og neyðugt fyri heildina, sum hjá teimum yngru.
Í stuttum er talan um rættin til eitt gott lív - eisini á ellisárum.

At enda fari eg at nýta hetta høvi at takka tykkum fyri tykkara dugnaskap og arbeiðssemi.
Høvdu tit, sum í dag starvast í Tilhaldinum og øll tit mongu, ið hava tykkara dagligu gongd her, ikki lagt so stóran dent á, at Tilhaldið skal verða eitt gott stað at koma, ja so hevði ongin 7-ára føðingardagur verið í dag. Tøkk skulu tit hava fyri tað.
Eitt skulu tit vita, Býráðið er ikki bert "í dag" errið at hava eitt slíkt hús sum Tilhaldið. Nei, tað eru vit hvønn einasta dag í árinum.
Mítt ynski er, at samstarvið millum kommununa og Tilhaldið kemur at styrkjast enn meira, okkum øllum at gagni, tí virksemi, sum er her í Húsinum, er eitt stórt, týðandi sosialt og fyribyrgjandi arbeiði, sum ikki kann og ei heldur skal verða undirmett.
Hjartaliga til lukku við føðingardegnum og takk fyri!

Heðin Mortensen
borgarstjóri