aðrar týdningarmiklar samfelagsuppgávur. Tá ið vit eftirmeta okkum sjálvi, so halda vit viðhvørt, at vit hava verið beinreikin, og aðrar tíðir halda vit, at vit hava verið minni beinrakin. Hvat, ið størsti [...] til, royna vit í Miðlahúsinum at brynja okkum til tjóðarhátíðina. Seinastu fimm árini, síðani vit fluttu heim í Vágsbotni, hava vit verið væl vitjaður partur av ólavsøkuskránni, og tað vilja vit fegin eisini [...] fjølmiðlum. Og her eru vit í Føroyum eisini so mikið heppin ella ágrýtin, at hóast ein rættiliga lítlan marknað, so eiga vit fleiri livandi og umfevnandi fjølmiðlar. Hesa seinastu tíðina hava miðlarnir hjá M
bond. Hetta er ikki minst týdningarmikið komandi árini, tá vit helst fara at síggja økt virksemi á oljuøkinum. Við sínum nærum 30 ára royndum hava skotar og ikki minst aberdeenbúgvar nógv gott at geva okkum [...] Tí mugu vit bara vóna, at føroyska flogfelagið heldur fram við at røkja hesa rutu. Tað eru so helst mong, sum eisini sóu, at sjóvegis samband var millum plássini. Men tað er so nakað, sum vit enn bara [...] bara kunnu hava í okkara ynskiverð, tí soleiðis sum siglingin hjá eitt nú Norrønu er, vendist neyvan aftur til gomlu rutuna hjá Smyrli á sinni. Vit mugu so kortini royna at troyta allar hugsandi møguleikar
Tað fáa vit at síggja, tá løgmansrøðan og fíggjarlógaruppskotið fyri 2005 koma á borið. Tað eru tó fleiri mál, bæði negativ og positiv fyri samgonguna, sum kunnu viðgerast her, men tey venda vit aftur til [...] nakað bert tað tó til at siga um rikna politikkin. Á uttanríkspolitiska økinum tykist landsstýrið at hava havt hepna hond, serstakliga við atliti at ES og við at seta eina nýggja trygdarpolitiska dagsskrá
viðirslønir, og tey fáa sera góða umtalu í útheiminum. Vit fylgja við og fegnast, tá tað gongst okkara listafólkum væl og vit hava eina kenslu av, at hetta kemur allari tjóðini til góða bæði á ein og annan hátt [...] Føroysk listafólk tað veri seg innan tónlist, leiklist, filmslist, málningalist ella skaldskap, hava stóra eydnu við yrkisleiðum sínum uttanlands. Tey fáa virðislønir, ella verða innstillað til viðirslønir [...] góðir ambassadørar ella sendifólk fyri føroysku tjóðina, eitt slag av óalmennum goodwill ambassadørum. Vit eiga at fara væl um hesi fólk og eiga at vera teimum takksom fyri teirra týdningarmikla leiklut. Landsins
fyri Bush og hansara nærum apatiska politikki, tá tað viðvíkur viðurskiftunum í Ísrael og Palestina. Nú frætta vit so, at ísraelar pulverisra hundraðtals hús og heim hjá palestinum í Gaza, og at fleiri túsund [...] og palestinar, sum er størsta hóttanin í dag. Hetta er júst sama grundgevingin vit hava hoyrt leiðandi Alqeitalimir geva, tá tosað verður um, hví teir fremja sínar atsóknir. Soleingi USA og Vesturheimurin [...] kalla ísraelsku gerðinar fyri fólkamorð og grundleggjandi brot á mannarættindini. Nú um dagarnar hoydu vit ein av leiðandi og hóvligu leiðarunum fyri arabisku ligaina siga, at líka mikið hvat hendir í Irak
hesum partinum. Tíðin gongur, og val verður um tvey ár. Jú nærri vit koma valinum, jú torførari verður at fáa slík mál sum pensiónsskipan í hús. Avvarandi myndugleikar mugu tí nú taka seg um reiggj og fáa [...] samlagspensiónir, sum verða teknaðar gjøgnum fakfeløgini. Tað er tí eitt sera týðandi stig, sum HA og FA hava tikið, og tað er at vóna, at henda ætlan kann gerast veruleiki. Eydnast henda ætlan verður hon ivaleyst [...] sum fyrsta verkamannafelag fór undir at seta í verk pensiónsskipan fyri limirnar. Ikki vóru øll fegin tá, og skipanin fekk nógvar atfinningar. Hesar gingu uppá, at betri var at fáa gjaldið uppá lønina enn
at reka? Tað er ikki so einfalt at meta um ein komandi forseta út frá valstríðnum eina. Hinvegin hava vit einki annað at halda okkum til, enn tað, sum hevur verið borið fram undan sjálvum valinum. Sum heild [...] hann hava undirtøku fyri hesum millum sínar landsmenn. Sum heild fer Obama at lata diplomatiið tala heldur enn vápnini, og hetta fellur krígstroyttu amerikonsku tjóðini væl. So mikið um tað, ið vit kunnu [...] at reka? Tað er ikki so einfalt at meta um ein komandi forseta út frá valstríðnum eina. Hinvegin hava vit einki annað at halda okkum til, enn tað, sum hevur verið borið fram undan sjálvum valinum. Sum heild
okkum, men sum eisini skal gagna restini av heiminum. Vit eru rík í so mangar mátar. Ikki bert hava vit stór tilfeingi í undirgrund og í havinum, vit hava eisini eina náttúru og eina mentan, sum gera okkum [...] mentanir. Gjøgnum slíkt hús kunnu vit koma nærri umheiminum, og umheimurin nærri okkum. Útnorður fyllur nógv meira á heimspallinum enn vit gera okkum greitt. Hóast fá so eru vit stór ? stór í tilfeingi [...] er gleðiligt, at serliga danir hava tikið stig til at skapa okkum henda nýggja karm og møguleika. Har vit kunnu savnast og sínámillum geva hvørjum øðrum nakað, og har vit samtíðis kunnu vísa umheiminum
tiltøk. Vit taka ikki munnin ov fullan, tá vit siga, at hesin táttur hevur verið ein dundrandi succes. Alt Føroya fólk hevur tikið Miðlahúsið til sín. Fyri at ganga vaksandi tørvinum á møti eru vit farnir [...] framleiddar. Hetta kann bert gerast við at hava eitt livandi umhvørvi, har vit øll alla tíðina seta okkum nýggj og avbjóðandi mál, tó ongantíð størri enn so, at vit framhaldandi grynna. Men har gróðarbotnur [...] Ì Miðlahúsinum hava vit roynt at skapt eitt umhvørvi, ið er opið, viðkomandi og avbjóðandi. Umframt at hýsa starvsfólkum og framleiðsluni av fjølmiðlavørum okkara, har sjálvt blaðið, ið fyrsta dagin verður
trótandi samstarvi við ES eru og um vit fáa ta hjálp og tann diplomatiska og politiska stuðul úr Danmark, sum vit hava krav uppá. Vónandi eru vit vorðin klókari, tá uttanríkisráðharrin er farin av aftur [...] upp. Meðan alt Europa, tað veri seg limalond so væl sum lond uttan fyri ES samstarva um at kalla alt millum himmal og jørð, so liggja Føroyar uttan fyri hetta samstarv. Vit selja fisk, fiskaúrdráttir og [...] og annað gott úr okkara reina og heilsugóða umhvørvi, og annað samband hava vit eftir øllum at døma ikki. Tann lyftisgrein um annað samstarv, sum er í handilssáttmála Føroya við ES tykist ikki verd tað