Ì Miðlahúsinum hava vit roynt at skapt eitt umhvørvi, ið er opið, viðkomandi og avbjóðandi. Umframt at hýsa starvsfólkum og framleiðsluni av fjølmiðlavørum okkara, har sjálvt blaðið, ið fyrsta dagin verður 80 ár, er kjarnuvøran, so hevur tað alla tíðina verið okkara mál, at hetta frálíka hús í hjartanum á Føroyum, eisini skal vera eitt fólksins hús, sum rúmar nógv ymisk og fjølbroytt tilboð. Síðani flutt varð í Vágsbotn eru eigaraviðurskiftini eisini broytt, soleiðis at leiðsla og starvsfólk eru vorðin høvuðseigarar, samtíðis sum Føroya Tele hevur keypt minni part av fyritøkuni.
Setningur og mál okkara er at menna fólkið, arbeiðsplássið og tær vørur her verða framleiddar. Hetta kann bert gerast við at hava eitt livandi umhvørvi, har vit øll alla tíðina seta okkum nýggj og avbjóðandi mál, tó ongantíð størri enn so, at vit framhaldandi grynna. Men har gróðarbotnur er fyri nýggjum hugskotum og at hyggja frameftir. Við einum samanløgdum Kringvarpi, nýggjum veitarum á fjølmiðlamarknaðinum og við nýggjari leiðslu hjá størsta kappingarneytanum, er greitt, at kappingin og harvið avbjóðingarnar verða nógv størri. Tað er í sær sjálvum sunt og gott, tí økt kapping fremur dygd og góðsku. Vit taka allar hesar kappingarneytar í størsta álvara. Nettupp tí verða tað eisini gjørdar broytingar og nýggjar íløgur í hesi tíð, har Miðlahúsið og tess dótturfeløg fara undir nýggjar tættir og framleiðslur. Vit fara at kunna meira um hetta á okkara 80 ára degi tann 24. mai. Men henda dagin kemur Bill Clinton til Føroya, og tí verður dagurin alment hildin í Miðlahúsinum seinnapartin fríggjadagin 25. mai, tá vit vóna at síggja mong av okkara vaksandi skara av viðskiftafólkum.
Og tað er greitt, at hesin skari av viðskiftafólki er nógv vaksin, síðani flutt varð í Vágsbotn. Eitt nú orsakað av mongu tiltøkunum í Miðlahúsinum. Ætlanin hevur verið og fer at vera tað framhaldandi at bjóða fram Miðlahúsið til upplýsandi tiltøk, kjak og til mentanarlig tiltøk. Vit taka ikki munnin ov fullan, tá vit siga, at hesin táttur hevur verið ein dundrandi succes. Alt Føroya fólk hevur tikið Miðlahúsið til sín. Fyri at ganga vaksandi tørvinum á møti eru vit farnir í samstarv við grannan hinumegin Tórsgøtu, har vit í framtíðini fara at gera brúk av stórskíggja í hansara fundarhølum. Harvið liva vit eisini upp til ynskið hjá býráðnum um at skapa meira lív í býarhjartanum. Og upplýsing, kjak og mentanlig tiltøk eru so sanniliga eisini boð um meira lív. Tað skal vera okkara vón á 2 ára føðingardegnum, at vit eisini megna at liva upp til heiti sum fólksins hús, har mentan, upplýsing og kjak stendur ovast á breddanum. Verið hjartaliga vælkomin í Miðlahúsið.
Sosialurin