nevniliga so, at stórur partur av konsertunum eru í útjaðaranum, og har eru ikki altíð tær stóru mannamúgvurnar. Mánadagin 16. juli vóru konsertir í kirkjuni í Mykinesi allan dagin. Føroyskir og útlendskir [...] ferðast í egnum landi, og ikki minst eru nógv útlendsk ferðafólk, sum duga væl at koma út um miðstaðarøkið. Og tá ein hevur konsertir í lítlari bygdakirkju, so fyllist skjótt. Soleiðis var eisini í Mykinesi [...] ferðafólk í litføgrum klæðum, ið ikki eru keypt til góðveðrið, spáka, hyggja og taka myndir. Øll hava tó eitt í felag, nevniliga at tónleikaligu løturnar vilja øll uppliva. Longu tá ferðafólk komu í land í
skipað, tá ið 07 Vestur í fyrra hálvleiki ferð eftir feð spældi seg ígjøgnum í høgru. Eitt nú tá ið Mikkel Elbæk Jakobsen beinanvegin rann ígjøgnum í høgru og so úr spískum sendi bóltin í málið, og tá ið Jonathan [...] og tað er øll orsøk til, at spælararnir í næstu viku fara sera hugagóðir aftur til arbeiðis. Undan dagsins dysti hevði 07 Vestur skorað sjey mál í níggju dystum. Í dag skoraði 07 Vestur fimm mál, og burtursæð [...] burtursæð frá málleysa javnleikinum á útivølli ímóti Víkingi fyrr í ár, so var tað í dag fyrsta ferðin í ár, at vágamenn fóru av vøllinum uttan at hava fingið mál ímóti sær. Sigtór Petersen hevði broytt
umrøða í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag. Og tey, sum fara at kjakast um málið, eru Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, og Janus Rein, [...] fíggjarlógini til eitt avlop næsta ár. - Tað er í hvussu so er tað, sum stendur í uppskotinum til karmar fyri fíggjarlógina 2016 og sum løgtingið fer at viðgera í morgin. - So er spurningurin, um tað er bláoygt [...] útreiðslurnar hjá landskassanum eru øktar 1,4 prosent um árið í meðal, er búskapurin vaksin tvær miljardir krónur, ella 3,6 prosent í meðal um árið - Í hesum valskeiðnum eru almennu inntøkurnar vaksnar hálvatriðju
og hann æt Janus. Hann hevði tenn í munninum, tað hava vit jú øll!? Í nýggja barnagarðinum í bygdini lata tey seg ikki órógva av at ein fremmandamaður er komin á gátt. Børnini eru komin í barnagarðin [...] og spælið er fult í gongd. Starvsfólkini eru eisini í gongd við tær dagligu uppgávurnar ein slíkan dag. Úti í køkinum ger eitt teirra klárt til bakstur av einumhvørjum slagi. Inni í eini spælistovuni sita [...] ð. Í fyrra førinum er ætlanin at venja børnini við góðan og rættan mat, og skulu børnini í hesum sambandi m.a. fáa møguleika at royna mat úr øðrum londum. Í seinna førinum er ætlanin at hava børn í ymsum
ikki at falla í fátt av úrslitinum henda dagin. Havnarmenn, ið vitjaðu, vóru við yvirlutan á øllum fýra borðum í dystinum. Einaferð ljóðaði, at Eyðun Nolsøe, sum nú í fleiri ár hevur búð í Froðba, fór at [...] lættliga kundi gjørt seg galdandi í bestu deildini. Men nú ræður um tol og fyrst at hugsavna seg um avbjóðingina í 4. deild. Strandingar fingu afturímóti góða byrjan í somu deild í sínum fyrsta dysti síðani 1988 [...] Hesir innanhýsis dystirnir í Havn og í Klaksvík hava annars ofta verið rættiliga javnir, men í ár hefti ikki fyri hjá favorittunum. FM-manningin hjá vágamonnum misti eitt stig í innanhýsis dystinum. San
og sigursvanda felagið í Gundadali kundi ikki havt givið sær søtari føðingardagsgávu, enn HB liðið gav áskoðarunum og felagnum í kvøld. Bygdaskýlið var fult av vágafólkið, sum í góðveðrinum av álvara setti [...] upplagdur í kvøld, enn hann hevur verið seinastu ferðirnar. Tað var ongantíð av álvara vandamikið frammanfyri Bjarta Vitalis Mørk í HB málinum. Frammanfyri sera trygga U-21 landsliðsmálverjan Ara í Haraldstovu [...] at vinna seg í finaluna. Ári Mohr Jónsson spældi til Matthias Præst Nielsen, sum legði innfyri úr høgru, og har var Mikkel Dahl á rætta staðnum í røttu løtuni og stýrdi við høvdinum bóltin í málið. Sum seinni
málmaðurin hjá VB kláraðu skerini. Nógvir bóltar gjørdist ov langir í uppspælinum, og fóru útav í tí lotinum sum B36 hevði í ryggin í fyrra hálvleiki. Vágbingar vóru sjáldsamir gestir frammanfyri B36-málinum [...] dystinum. Janus Kjærbo hjá VB fekk sítt annað gula kort seint í dystinum, og var tí rikin av vøllinum. Tað bleiv sostatt til ein tryggan og uppibornan sigur til B36, hóast sigurin kom í hús seint í dystinum [...] umførini - sjálvt um B36 tapti í Klaksvík- og tí var lagt upp til ein spennandi dyst í Havn leygardagin. Tá 2. deild er so jøvn sum hon er, vildi taparin av dystinum framvegis verða í vanda fyri niðurflyting
ýtið í kanningini er øðrvísi enn tað er á tingi í løtuni. Samgonguni fær sambært kanningini bert 16 tingsessir, so henni restar ein tingmann í meiriluta. Javnaðarflokkurin er stóri sigursharrin í kanningini [...] viðgjørdur í beinleiðis kjaki á Rás2 klokkan 16 í dag. Spurningurin hevur verið dúgliga viðgjørdur, ikki minst eftir at Javnaðarflokkurin hevur útihýst Fólkaflokkin og eftir nýggju veljarakanningina í farnu [...] Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin , og Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, sum stóð fyri veljarakanningini hjá Sosialinum í farnu viku. Óli Breckmann
manninum tók í fótin á Eyðuni Jacobsen og sigldi í einum boga omanfyri Bjarna Johansen og í netið. Í 2. hálvleiki var fyri tað mesta talan um kríggj um miðvøllin. Hóast VB flutti fólkið langt fram í vónini um [...] er komið í fyrstu steypafinaluna síðani 1991. Eftir seinnu semifinaluna í Vági 2. hvítusunnudag kann staðfestast, at tað var Kristi himmalferðardag, at avgerðin um finaluplássið fall. Tá var VB í Gundadali [...] týdningarmiklum máli á útivølli, og í staðin økti B36 til 3-1. Setningurin hjá B36 monnunum var fyrst og fremst at verja um ta leiðsluna, tá teir komu á Vágseið, og í síðsta enda eydnaðist tað væl og virðiliga
Heiðursgávu Landsins og Gunnari Hoydal Mentanarvirðisløn Landsins í Klingruni í Norðurlandahúsinum í Havn. Eftir at Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, hevði bjóðað vælkomin, spældu Andrea Hei [...] vera virkin í síni samtíð og m.a. hava ummælt sokallaðar popptekstir, tá eingin annar gjørdi tað. Eftir at Gunnar Hoydal hevði fingið heiðursbrævið, tosaði hann m.a. í røðu síni um ungdómsárini í Keypmannahavn [...] Hendrik Winther Poulsen, professari, røðu fyri Axeli Tórgarð. Í røðuni segði hann millum annað, at týðingar helst eru tað vanligasta tekstaslagið í dagsins samfelag, og tí er tað av stórum týdningi at eiga