Summartónar ella Fólkatónleikarastevnan er tónleikafagnaður, sum hvørt ár fer fram í juli og august kring alt landið. Soleiðis hevur verið í mong, mong ár, men tó er tað helst so, at fyri stóra fjøld av føroyingum fer hetta framvið, sum um onki var hent.
Tað er nevniliga so, at stórur partur av konsertunum eru í útjaðaranum, og har eru ikki altíð tær stóru mannamúgvurnar. Mánadagin 16. juli vóru konsertir í kirkjuni í Mykinesi allan dagin. Føroyskir og útlendskir tónleikarar settu dám á, og bæði føroysk og útlendsk oyru fegnaðust. Á sumri er nevniliga heilt fitt av føroyingum, sum ferðast í egnum landi, og ikki minst eru nógv útlendsk ferðafólk, sum duga væl at koma út um miðstaðarøkið.
Og tá ein hevur konsertir í lítlari bygdakirkju, so fyllist skjótt. Soleiðis var eisini í Mykinesi, har lurtarar komu og fóru, meðan tónleikarar skiftust at spæla seinapartin og á kvøldi.
Tað er heilt serstakur dámur, tá tað ein dag á útoyggj er tónleikurin, sum setir dagskránna. Bygdamyndin fær lív av tónleikarum á ferð við ljóðførum, meðan ferðafólk í litføgrum klæðum, ið ikki eru keypt til góðveðrið, spáka, hyggja og taka myndir. Øll hava tó eitt í felag, nevniliga at tónleikaligu løturnar vilja øll uppliva.
Longu tá ferðafólk komu í land í Mykinesi seinnapartin mánadagin, ljóðaði tónleikur niðri við lendingina. Har hevði ein saxofonleikari funnið sær saxofonina fram, og leikti yndisligar tónar, ið fingu serligt flog í hesi kulluni, har sjógvur og land finna saman.
Millum føroysku tónleikanøvnini hendan mánadagin í Mykinesi taldust eittnú Guðrið Hansdóttir, Lív Næs, Uni Debess, Tróndur Enni, Kvonn og Janus Trúgason. Øll við manning afturat sær.
Seinnapartin og kvøldið á tamb ljóðaðu tónar. Fyrst vóru konsertirnar í kirkjuni á skránni, og tá kvøldið nærkaðist nátt, byrjaðu framførslur í matstovuni í gistingarhúsinum Kristianshúsi. Tónleikasnillingar komu ein fyri og annar eftir, og skiftust at gera løturnar ógloymandi.
At koma á útoyggj er í sjálvum sær ein uppliving, ið er sunn fyri sálina. At koma burturfrá og - best av øllum - ikki hava møguleika at venda aftur beinanvegin. Stutt sagt, so er ein ikki tøkur á sama hátt sum annars, hóast internet og fartelefonir kunnu órógva. Men til ber sjálvsagt at sløkkja. Tá eru bara náttúran og friðurin til.
Men slík fólkatónleikarastevna, sum hvørt summar setir dagskránna, ger veruliga mun. Og ferðamaðurin við gløgga eyganum sleppur eisini at nýta oyruni, sum óivað í mongum førum eisini eru góð. Tílík tiltøk gagna heilt víst ferðavinnuni, og tá tað kemur til at bjóða tónleik fram, eiga føroyingar ikki at smæðast. Og tað gera føroyingar tíbetur heldur ikki.
Mánadagurin í Mykinesi prógvaði eisini, at ongin orsøk er til at dempa tónleikin. Heldur ikki, tá hann fyllir avbygdagøtur, ið annars anda í friði alt árið. Tónleikafagnaðurin í Mykinesi mánadagin var mikið hugnaligur. Og er ein staddur í Havn ella í útjaðaranum næstu vikurnar, so ber til at leita upp hesar konsertir. Til ber at kunna seg nærri um konsertskránna við at hyggja í bókling, sum liggur frammi á almennum støðum, ella við at hyggja á www.tutl.com.










