fólksins vilja, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður sigur seg vænta eitt ja á fólkaatkvøðuni í mai. Og við hesum úrsliti í rygginum ætlar løgmaður sær í holt við nýggjar samráðingar við donsku stjórnina. Løgmaður [...] fólkaatkvøðu. Í hesari løgtingssamtykt verður sagt, at málsøkini, sum vit eftir heimastýrislógini kunnu yvirtaka, verða yvirtikin næstu tólv árini. Í sama tíðarskeiði skal eisini fíggjarligi parturin, sum
Mjølnir sær kortini og fekk teir bóltarnar, sum teir høvdu fyri neyðini og so var settið heima. Í hesum settinum var spælið til tíðir sera gott, og hóast "duellirnar" kundu verið longri, so stríddust liðini [...] leygardagin, tí tað heldur ikki langt. Hinvegin vita tey flestu, og best av øllum teir sjálvir, at teir kunnu spæla nógva ferðir betri enn tað teir vístu móti Mjølnir.
Kommunuval Glyvrar: Fólk í Runavíkar Kommunu kunnu vænta sær svimjihyl ella -høll komandi valskeið. Og tey fáa ein nýggjan, størri barnagarð. Eisini er væntandi, at fleiri teirra, sum koma í nýggja býráðið [...] framløga var, sum væl kundi skiljast soleiðis, at viðkomandi helt, at nú var nokk gjørt við havnarlagi í hesum umfarinum. Nevnt varð eisini, at um ætlaða havnarútbyggingin, kommunan í løtuni arbeiðir við, varður
fyrstu ferð valdur í bygdarráðið í Sandavági á valinum í 1980. Hann gjørdist tá formaður og sat í hesum sessinum tað valskeiðið. Á valinum í 1988 varð hann aftur valdur í bygdarráðið, og var næstformaður [...] tað tekur bert nakrar fáar minuttir at sleppa av við fiskin. Fyrr mátti hvør fiskur yvir høvd. Vit kunnu egna nógv nú, í tí tíðini vit hava vunnið við skjótu avreiðingini. Og so er prísurin frálíkur. Tað
á møðurum. Al Gore stuðlar fríari fosturtøku. Al Gore vil sleppa av við forboðið ímóti at samkynd kunnu koma inn í amerikanska herin. Bush stuðlar forboðnum. Báðir eru ímóti hjúnarløgum millum samkynd. [...] skipanir í verk, ið skulu geva etniskum minnilutum sersømdir millum annað í útbúgvingarverkinum. Hesum er Bush ímóti. Bill Clinton hevur í síni tíð sum forseti sett nakrar lógir í verk fyri at tálma ú
rætt, mugu vit staðfesta, at nýggja koyrikortið hevur verið ein dýrur umsitingarligur umgangur hjá hesum almenna efirlitsmyndugleika. Higartil hava 15.000 fólk rindað 3.750.000 krónur fyri at skifa koyrikortið [...] koyrikort er í løtuni drúgv, men tey, ið venda sær til Bileftirlitið ella eina av løgreglustøðunum kunnu fáa eitt fyribils koyriloyvi, til tey fáa nýggja koyrikortið.
seinastu dystirnar fingu orðið á formannin í HSF, Petur Ova Petersen, ásannaði hann eisini týdningin av hesum, men hann legði tó afturat, at enn er so einki avgjørt í so máta. - Tað einasta, sum liggur heilt [...] part. Tað er soleiðis, at bert seks lið eru við í kappingini, so tað er heldur ikki víst, at vit kunnu sleppa við í ár, men tað hevði so verið ein møguleiki. Eisini eru kappingar í Danmark ímeðan okkara
2000, men vera nú mettar til at verða 2,971 mia. kr. ella 121 mió. kr. hægri enn á fíggjarlógini. Av hesum er higartil í ár søkt um eykajáttan fyri 43 mió. kr. til lógarbundnar útreiðslur, serstakliga pensiónir [...] av landinum. Tað, sum verður latið í grunnin, er yvirskot landskassans og møguligar inntøkur, sum kunnu koma av, at almennar fyritøkur verða settar á partabrævamarknaðin, sigur Karsten Hansen. Og fíggj
brotið mína tagnarskyldu í hesum sambandi. Heðin Mortensen heldur, at løgmaður og varaløgmaður nú eru farnir at síggja trøll við fleiri høvdum á alljósum degi, tá teir kunnu finna uppá at koma við so mikið
sosialráðgevarar greitt vitað, hvussu tey skulu umsita lógina, tí broytingar hava verið nógvar. Hetta kunnu vit sum politikarar ikki bjóða okkara borgarum, samstundis sum vit reypa av, at yvirskotið í landskassanum [...] mátti bíða. Ta søguna kenna vit so nú! Gongdin Tí verður her ávarað, enn einaferð, um gongdina undir hesum landsstýrinum. Nú fara politikarar úr teim trimum landsstýrisflokkum til Danmarkar um heilt stutta