Tað vísir seg soleiðis, at tá eitt nýtt bilmodell avloysir forgangarin, verður tann nýggi ofta størri og rúmligari. Soleiðis er eisini við nýggja Yaris, sum júst nú er komin á marknaðin. Tá Yaris stendur fyri einum fjórðingi av søluni hjá Toyota í Evropa, er bilurin av sera stórum týdningi hjá Toyota-konsernini.
Síðan Yaris kom í 1999, hevur hann verið tann minsti Toyota á evropeiska marknaðinum, men nú er so ein minni bilur, Toyota Aygo, komin sum tann minsti.
Nýggi Yaris er ein heilt nýggjur bilur, ið eisini er bygdur á ein heilt nýggjan plattform. Bilurin er 11 cm longri, 3,5 cm breiðari, 2 cm hægri enn forgangarin, og aksilfrástøðan er vaksin við 9 cm. At aksilfrástøðan er størri, ger at bilurin er rúmligari og beinplássið betri, serliga við baksetrini.
Baksetrini kunnu flytast hvør sær, soleiðis at til ber at økja um plássið við at flyta tey aftur eftir, men tá verður viðførisrúmið minni. Við baksetrunum heilt afturi er viðførisrúmið 272 litrar, og við baksetrunum heilt frammi verður tað 363 litrar. Annars eru baksetrini løtt at leggja niður í eini handavending, soleiðis at gólvið verður heilt slætt fram til forsetrini
Yaris fæst nú við trimum ymiskum motorum, tveimum bensin og einum diesel. Minsti bensinmotorurin er ein 3 syl. 1.0 litur við 69 hk, hetta er sami motorur, sum er í tí minna Toyota Aygo, síðan er tað ein 1,3 litur (4 syl.) bensin við 87 hk, og turbo dieselmotorurin er ein 1,4 litur D-4D við 90 hk. Allir motorarnir eru økonomiskir og koyra langt upp á liturin.
Kvaliteturin í kabinuni er eisini vorðin betri. Instrumentini er framvegis í miðjuni á instrumentborðinum, men tølini er meira týðulig.
Yaris hava havt gott orð á sær. Teir hava hesi seinastu árini lagt støði fyri aðrar bilar í sama klassa, bæði tekniskt og hvat haldbarheit viðvíkur. Tá danska blaðið Bil-magasinet í fjør testaðu ein brúktan Yaris, var tað fyrstu ferð teir testaðu ein brúktan bil, har eingi brek vóru at vísa á.
Yaris hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir sum t.d. ABS, EBD, ESP, og TCS, sum eru standard, eisini hevur hann airbag framman, í síðunum, gardinairbag og sum tann einasti í sínum klassa hevur hann knæairbag. Bilurin fekk fimm stjørnur, tá hann varð trygdartestaður hjá EuroNCAP.
Yaris fæst í hesum útgávum hvat útgerð viðvíkur: Natura, Terra, Luna og Sol. Prísirnir byrja við kr. 154.600,- fyri ein Yaris 1.0 Natura við trimum hurðum. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Reyni Service.
Myndatekstur:
1.
Nýggi Toyota Yaris er vorðin eitt nummar størri enn forgangarin, men teir líkjast nógv
2.
Yaris er ein heilt nýggjur bilur, ið er bygdur á ein heilt nýggjan plattform
3.
Instrumentini er framvegis í miðjuni á instrumentborðinum, men tølini er meira týðulig.
Toyota Yaris 1,3 Terra 5/h
Motorurin1,3 litur 4 syl. bensin 87 hk
0-100 km/t11,5 sek
Bensinnýtsla16,6 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd185/60-15
Stødd og vekt
Longd375,0 cm
Breidd170,0 cm
Hædd153,0 cm
Eginvekt975 kg
Viðførisrúm272-363 litrar
Prísurkr. 178.600,-
SøluumboðReyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 353040
www.reyniservice.fo









