Nú rekur á kíkin

Hjalti í Jákupsstovu

 

Bjørn Kalsøe hevur helst ringar dagar, nú tilmælið um fiskidagarnar fyri 2007/2008 skal ásetast.

 

Fiskiskapurin eftir toski í 2006 var so vánaligur, sum sjáldan fyrr í friðartíð, og yvirlitstrolingarnar bæði seinasta heyst og í vár benda á, at toskastovnurin undir Føryum er so illa fyri sum ongantíð áður.

 

Tilmælini í ár

ICES mælir í tilmælinum fyri komandi fiskiár heilt frá at fiska tosk, tí støðan er so ring. Fiskirannsóknarstovan er samd við ICES um støðuna, men mælir til, ístaðin fyri at steðga heilt, at fleiri ymisk tiltøk verða sett í verk fyri at skerja fiskiskapin eftir toski so frægt sum gjørligt, uttan at nerva fiskiskapin eftir øðrum fiskasløgum ov nógv.

Fiskidaganevndin er ikki ósamd við niðurstøðuna, at toskastovnurin er illa fyri, og mælir til fleiri tiltøk, tó ikki so víttgangandi sum tey hjá Fiskirannsóknarstovuni. Bæði reiðarafelagið og útróðrafelagið siga, at fylgja vit ráðunum frá ICES og Fiskirannsóknarstovuni, so kappa vit høvdið av vinnuni. Kjartan Hoydal heldur, sum eg lesi hansara kronikkir í Dimmu, at fiskidagaskipanin var so væl gjørd av fyrstani tíð, at okkum nýtist einki at gera, fyrr enn vit hava talfest broytingarnar í fiskievni hjá fiskiskipaflotanum í tíðarskeiðnum 1986-1995. At vit kunnu forkoma toskastovninum samstundis, tykist ikki at ræða hann.

 

Søgulig dømi og óttin hjá ICES

Tað eru fleiri dømi um, at fiskastovnar eru fiskaðir niður og ikki hava fótað sær aftur í nógv ár. Best kendu dømi hjá okkum er norðhavsildin, ið varð burtur í 25 ár, og toskurin í New Foundlandi, ið nú hevur verðið burtur í 15 ár. Fiskifrøðingar flestir eru tí samdir um at mæla til fyrivarni, tá veiðitrýstið er ov høgt, og tá stovnarnir verða ov smáir. Verða gýtingarstovnarnir mettir so smáir, at gýtingin kann vera í vanda, verður mælt til heilt at steðga fiskiskapinum, til støðan er batnað. Hetta er støðan fyri toskastovnarnar undir Føroyum, og tí kann ICES sambært altjóða fyrivarnisregluni ikki koma við øðrum tilmæli, enn teir gera.

 

Tilmælini frá Fiskirannsóknarstovuni

Fiskirannsóknarstovan hevur í fleiri ár mælt til at minka talið av fiskidøgum, serliga eftir toski. Fiskiskapurin hevði tá gjørst lívfrøðiliga burðardyggur, og hevði lønsemi í fiskiskapinum tá kunna verið betur. Vit høvdu fingið sama tonsatal uppá land við færri útreiðslum, tí vit í meðal høvdu fingið størri fisk, sum gevur betri prís, og sum er bíligari at framleiða uppi á landi.

Vit høvdu helst sloppið undan ógvusligu sveiggjunum í nøgd, og vit høvdu gagnnýtt ein størri part av framleiðsluni á føroyska økinum

 

Lógin um vinnuligan fiskiskap

Í lógini um vinnuligan fiskiskap undir Føroyum er ásett, at fiskiskapurin skal fara fram á burðardyggan hátt, bæði búskaparliga og lívfrøðiliga. Sum støðan er í toskastovninum í løtuni, ber illa til at siga, at fiskiskapurin er burðardyggur, og landstýrismaðurin brýtur helst lógina, um hann ikki kemur við einum uppskoti, sum ger fiskiskapin burðardyggan. Og við tilmælunum frá ICES bæði í ár og árini frammanundan, ber heldur ikki til at marknaðarføra tosk undan Føroyum sum veiddan á burðardyggan hátt.

 

Álitið á, at føroyskur fiskiskapur yvirhøvur er lívfrøðiliga burðardyggur, kann gerast ringt at verja,

so tað er trupult at vera landstýrismaður í hesum døgum.