Hvassur stormur rakar Føroyar í nátt

Eitt sera djúpt lágtrýst nærkast Føroyum í kvøld og verður yvir okkum um midnáttarleitið. Hetta hevur við sær hvassan storm av vestri og landnyrðingi, og tí eiga bjargingarfeløg og onnur at verða til reiðar, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur

- Bjargingarfeløg og onnur hjálparfólk eiga at vera til reiðar í kvøld.
Tað sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, tá Sosialurin hittir hann til eitt prát um veðrið tað næsta samdøgrið.
Veðrið hevur ikki verið nakað serligt í seinastuni. Í gjár lá Norrøna og bíðaði eftir líkindum til at leggja at bryggju í Havn. Í Norðdepli reiv tann nógvi vindurin part av eini tekju og klædningin av einum húsum í Norðdepli, í Vági koppaði jólatræið, sum stóð á fløtuni við minnisvarðan, og veðrið í kvøld verður valla frægari. Tvørturímóti.
Sambært Peturi Skeel verða Føroyar raktar av einum óvanliga djúpum lágtrýsti í nátt.
Helst verður eitt skifti lítið av vindi tíðliga í kvøld, men eftir midnátt rakar lágtrýstið landið, og út á náttina sigur hann frá hvøssum stormi av vestri og landnyrðingi. Í veðurfrøðini verður hvassur stormur flokkaður upp í 23 til 28 metrar um sekundið.
Nógvi vindurin minkar tó út ímóti morgni, og um middagsleitið í morgin og seinnapartin skuldi vindurin verið minkaður til 12 til 17 metrar um sekundið.
 
Ódn í hvirlunum
 
Hvørjar avleiðingarnar av nógva vindinum í kvøld koma at verða, er ilt at siga, tí ofta kenna fólk ofta best sjálv, hvussu ættin av vestri og landnyrðingi ávirkar júst teirra bygd ella bý.
Tó kann tað verða ein sannroynd, at hvassi stormurin kann umskapast til ódn í hvirlunum, tí í slíkum førum hava fjøll o.t. nógv at siga, hvussu vindurin rakar tey ymsu støðini, og í ódn er talan um vindmegi oman fyri 32 metrar um sekundið.
Petur Skeel Jacobsen væntar ikki, at miðalvindurin kann koma upp á ódn í kvøld, men Akrabergi og Mykinesi, har vindurin ofta er mestur, kunnu vindmátararnir koma at vísa vindmegi upp í 50 metrar um sekundið í kvøld.
Lágtrýstið, sum rakar Føroyar í kvøld, verður mett at vera 947 hPa. Hetta er sum sagt sera djúpt, tí lágtrýst verða mett sum djúp, tá tey liggja undir 950. Vanliga verða lágtrýst mett at liggja millum 970 og 990 hPa, sigur Petur Skeel Jacobsen. Til samanberingar kann nevnast, at tá jólaódnin herjaði landið í 1988, var lágtrýstið skrásett at vera 937, tvs. tíggu hPa djypri enn lágtrýstið í kvøld.
Eingi beinleiðis hagtøl um lágtrýst eru eins og t.d. veðurfrøðingar skráseta vindmegi, hiti og avfall, . Vindmegin í ódnini í 1988 og í kvøld kann tó ikki samanberast. Tá kom vindmegin upp í eini 70 til 80 metrar um sekundið, men tó skal vindmegin í kvøld takast í álvara. Og tað verður hon eisini. Petur Skeel Jacobsen vísir á, at tey sum síggja DR1 hava møguleika at fylgja við lágtrýstinum har, tí vanliga verður bert hitin í Havn vístur á veðurkortinum hjá Danmarks Radio, men í hesum døgum verður vindmegin eisini víst á skíggjanum hjá donsku tjóðarrásini, og tað sigur Petur Skeel seg ikki hava sæð áður, og tí verður eisini fylgt við veðrinum í Føroyum í kvøld millum útlendskar veðurfrøðingar.
Tí viðmælir Petur Skeel, at bjargingarfeløg og onnur vera á varðhaldi, tá Føroyar eftir øllum at døma verða raktar av hvøssum stormi í nátt.