fótbóltsdeildina tykist at vaksa. Tað er aftur undirstrikað í hesi vikuni. Tey trý fremstu í næstbestu deildini hava øll spælt í fyrrakvøldið ella í gjárkvøldið. Felags fyri tey øll var, at tey hittu næstbesta [...] felag, sum eisini er umboðað í bestu deildini, og felags er eisini, at einki av teimum trimum bestu í næstbestu deildini megnaði at vinna á eykaliðunum hjá Vodafonefeløgum. Í gjárkvøldið tapti 1. [...] heimavølli. Støðan í hálvleikinum var 0-3, og eitt skiftið var Víkingur á odda 4-0. Sigast skal tó, at Finnur Justinussen var við á eykaliðnum hjá Vìkingi, og hann gjørdi veruligan mun við tveimum málum
hon luttekur í eldrafelagnum Hugna, henni dámar væl at fara útferðir, hon er altíð á pensionistaskeiðum á Háskúlanum, hon er gestablíð, henni dámar væl at vitja fólk, og so ferðast hon til børnini og ommubørnini [...] Ziskatrøð. Valborg tænti hjá Odu, og tá ið hon fór í handilin á Biskupsstøð, fór Ingibjørg í hennara stað at tæna. Seinni arbeiddi Ingibjørg í køkinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og har var hon, inntil hon dagin [...] var altíð nógv fólk á Vágsheygnum. Fleiri av børnunum í familjuni, sum komu av bygd til Klaksvíkar at ganga í skúla, búðu har, og tey vóru altíð nógv kring døgurðaborðið. Ingibjørg og Nøddi eiga fýra børn:
ímóti AB, sum er næstfremst við 38 stigum. At NSÍ einki stig vann á Tórsvølli í kvøld er søtur musikkur á Argjum, tí tað ber við sær, at møguleikin minkaði fyri, at AB verður trýst burtur av heiðursmerkjaplássi [...] næstbestu hjá HB vunnu stórsigur, og nú man tað vera toluliga vist, at HB, sum stóran part av árinum var í niðurflytingarvanda, ikki fer at flyta niður. HB hevur 32 stig, og tað eru átta stig og frægari málmunur [...] Síðsta stóra korterið skoraði NSÍ tvær ferðir. Málskjúttar vóru Jørgen Nielsen og Hans Marius Davidsen. At NSÍ tapti so stórt var merkisvert. NSÍ hevur 37 stig og er á triðja plássi, og HB er á sætta plássi
til, at málverjin varð skaddur í mjødnini, og hóast hann helt fram at spæla, so kendist tað sum um, at skaðin darvaði. Tveir minuttir seinni legði AB seg á odda. Miðverjin Onni Tiihonen fekk høvi at reka [...] Marius Kryger Lindh, sum eftir framlegging úr vinstru var leysur mitt fyri málinum, tá ið hann skoraði. At B68 verjuspælið ikki var sannførandi varð staðfest sjey minuttir undan steðginum, tá ið miðverjin Erik [...] málinum og við høvdinum sendi bóltin í málið eftir horna úr vinstru, sum Kari Dreier Leth tók sær av. At liggja undir 3-0 var stór mótbrekka hjá toftamonnum í seinna hálvleiki. Seks minuttir eftir steðgin
ið bæði inniheldur royndar profilar og ung talent. Vit gleðast um at Jens Martin og Poul Helgi taka enn eitt tørn fyri NSÍ, og vit fara at ynskja Toda Jónsson vælkomnum til vøllin við Løkin. [...] Við hesum royndum – sum yrkisleikari og persónligur venjari – er Todi Jónsson eitt natúrligt val til at útvikla okkara spælarar enn meira, sigur Dánial Hansen, formaður, við heimasíðuna hjá NSÍ. NSÍ bleiv [...] landskappingini og kom í steypafinaluna, men tapti eftir brotssparkskapping. NSÍ skrivar: Vit eru errin av at presentera okkara nýggja høvuðsvenjara, álopslegenduna Toda Jónsson. Talan er um tann føroyska leikaran
aftanfyri Mattias H. Lamhauge, og so var tað, at miðvallarin Mathias Thrane hevði møguleika við fimta brotssparkinum hjá B36 hevði møguleika at skora sigursmálið og at fáa europeisk atgongumerki og 1,8 millión [...] europeisku atgongumerkjunum. Einasta, sum kundi forðað tí var, at B36 vann steypafinaluna. -Vit hava í alt ár ætlað okkum í steypafinaluna og at vinna hana, segði B36 venjarin Dan Brimsvík, og nú eydnaðist [...] Brimsvík. -Talan var um javna finalu, og tá ið talan er um brotssparkskapping, so er tað møguleiki fyri, at tað kann koppa báðar vegir, og í kvøld koppaði tað ikki okkum til vildar, staðfestir NSÍ liðformaðurin
ið seinni hálvleikur var fimm minuttir gamal, varð spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Tá økti HB um leiðsluna til 2-0, og ta støðuna vóru vágamenn – ikki uttan orsøk – ógvuliga misnøgdir [...] Vestur, men, meðan ein av 07 Vestur monnunum stóð á síðulinjuni við bóltinum, varð avgerðin broytt at vera fríspark til HB. Heimamenninir gjørdu skjótt av, og meðan gestirnir ikki vóru í javnvág, lyfti [...] dómarin vildi ikki finna seg í tí, sum annars óføri og vanliga siðiligi Høgni Egilstoft Nielsen hevði at siga um avgerðina, og so var 07 Vestur undirmannað í 40 minuttir. Sammett við undanfarnu ferðirnar
formaður, og sat hon fram til 1978. Hetta var eitt fulltíðarstarv, og sigast kann, at her varð grundarlagið lagt fyri, at henda deild gjørdist sjálvstøðugt felag í 1988. Aftaná 1978 var Eydna næstformaður [...] Eydna við Preben Hansen, sum er dani. Tey valdu at búsetast í Føroyum og Preben hevur virkað sum verkfrøðingur síðan tá. So hann hevur verið við til at mynda føroyska samfelagið. Sum ein av fáu dønum í [...] mostirin, Rikka, í húsi. Hetta var eitt heim, har mong vitjaðu, og har øll altíð vóru vælkomin. Eydna kom at velja sær sjúkrarøkt sum lívsstarv. Í fyrsta umfari lærdi Eydna til sjúkrasystir í Havn. Afturat hesum
Føroyum eisini rinda, men um arbeiðsgevarin er útlendskur, slepst undan at rinda til ALS og Barsilsgrunn – tó ber til sjálvboðið at rinda hesi gjøld eisini. Í døminum verður ikki goldið til ALS og Barsilsgrunnin [...] Ein høvuðsregla í heimsins rættarsamfeløgum er, at øll skulu vera líka fyri lógini. Hetta er tó ikki altíð galdandi, tá tað snýr seg um skatting. Føroyingar rinda skatt eftir fleiri ymiskum skipanum: Vanligur [...] alt eftir hvørjari kommunu, skattgjaldarin býr í. Umframt botnfrádráttin ber í høvuðsheitum bert til at draga gjøld til privatar eftirlønartryggingar frá í brutto-inntøkuni. Afturat skattinum koma so eisini
Longu fyrr í dag, tá ið FC Suðuroy hevði tapt 2-1 við Margáir, var tað greitt, at B68 fer at flyta upp í bestu deildina. Klokkan 17 var fyrsta bríkslið í Klaksvík, har teir næstbestu hjá KÍ høvdu vitjan [...] tá ið Óli Olsen miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði til 2-0, var eingin ivi um, at B68 fór avstað við øllum stigunum. Eftir at hava tapt seks tær seinastu ferðirnar, kom HB aftur á sigurskós. Talan var um [...] 1-1 millum Víking og B36. Í morgin hittast B71 og Skála heima á Sandi. Úrslitini í dag bera við sær, at tað er stórur spenningur um, hvør skal flyta niður saman við B71. Við sigrinum í dag lyfti EB/Streymur