Eydna Háberg – 70 ár

Eydna Háberg – 70 ár
----
Í gjár - tann 21. apríl – fylti Eydna Háberg í Havn 70 ár. Hon er dóttir Hjørdis og Petur Háberg. Tey koma bæði frá kendum ættum. Foreldrini hjá Petur vóru Malla, ættað úr Geil í Havn, og Napoleon Joensen, Poli skómakarin, sum kom av Selatrað. Foreldrini hjá Hjørdis vóru Elisabeth, ættað úr Sumba, og Jógvan Næsaa, sum var sonur tann kenda Jørgen á Nesi. Mamman, Hjørdis, er 96 ára gomul miðpunkt fyri sína stóru ætt.
Eydna vaks upp í Magnus Heinasonargøtu í Havn saman við sínum fimm systkjum, Beintu, Jógvan Páll, Elmu, Pætur og Maluni. Umframt tey vóru eisini omman, Elisabeth, og mostirin, Rikka, í húsi. Hetta var eitt heim, har mong vitjaðu, og har øll altíð vóru vælkomin.
Eydna kom at velja sær sjúkrarøkt sum lívsstarv. Í fyrsta umfari lærdi Eydna til sjúkrasystir í Havn. Afturat hesum hevur Eydna fingið bæði arbeiðsroyndir og víðari útbúgving uttanfyri landoddarnar, í Noregi og Danmark. Hon tók útbúgving innan pedagogik og umsiting í Århus. Heim aftur komin hevur hon verið deildarleiðari á Lágargarði, leiðari av Heimahjálpini, hevur verið við til at byrja sambýli ymsa staðni í landinum. Hon var við í verkætlanini Dalalon, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúkum. Eisini hevur hon verið nevndarlimur í Alsheimerfelagnum.
Eydna hevur eisini verið virkin á mongum øðrum økjum, eisini í fakfelagsarbeiði. Tá ið Dansk Sygeplejeråd fekk eina føroyska deild í 1976, gjørdist hon fyrsti formaður, og sat hon fram til 1978. Hetta var eitt fulltíðarstarv, og sigast kann, at her varð grundarlagið lagt fyri, at henda deild gjørdist sjálvstøðugt felag í 1988. Aftaná 1978 var Eydna næstformaður í nøkur ár.
Ikki hevur tað verið sørt av politikki heldur. Eydna hevur verið uppstillað til løgtingsval fyri Fólkaflokkin og hevur eisini havt sæti á tingi sum varalimur.
Nú er hon limur í eldraráðnum í Havn.
Eisini innan kristiligt virksemi er Eydna virkin. Hon hevur í fleiri ár verið ein vertur í útvarpsstøðini Lindin og hevur staðið fyri nógvum áhugaverdum sendingum.
Ì 1974 giftist Eydna við Preben Hansen, sum er dani. Tey valdu at búsetast í Føroyum og Preben hevur virkað sum verkfrøðingur síðan tá. So hann hevur verið við til at mynda føroyska samfelagið. Sum ein av fáu dønum í Føroyum tosar hann føroyskt.
Tey eiga tvey børn. Høgni, sum býr í Havn, og Maiken, sum er í London. Eisini eru tvey ommubørn.
Vit bæði eru systkinabørn, eru javngomul og hava altíð kenst, tí tað hevur altíð verið gott samband millum familjurnar. Kenni Eydnu sum eitt skilafólk, sum hevur greiða støðutakan til dagsins mál. Tí hevur hon eisini verið uppi í so mongum ymiskum virksemi.
Ynskt verður henni og hennara hjartaliga tillukku við hesum stóra degi, sum hon ber so væl.

----
ó.