Foreldrini vóru Anna og Jóannes Joensen, bóndi í Heimistovu í Svínoy. Tey fingu sjey børn: Jógvan, Hans Jacob, Ragnhild, Símun, Valborg, Ingibjørg og Fríðgerð. Jógvan og Fríðgerð búsettust í Svínoy, Valborg í Norðdepli og hini í Klaksvík. Símun doyði 20. oktober 1996, Hans Jacob 19. februar 1998 og Fríðgerð 14. januar í fjør.
Tað var ein smeitur fyri tey í Heimistovu, tá ið mamman, Anna, bara 43 ára gomul doyði 23. oktober í 1944. Í Heimistovu vóru Jóhanna, systir Jóannes bónda, og Frida, sum var systkinabarn Jóannes. Jóannes bóndi doyði 18. apríl í 1960.
Ingibjørg fór sum ung yvir til Klaksvíkar, har hon tænti hjá Odu Kjølbro, sum búði á Ziskatrøð. Valborg tænti hjá Odu, og tá ið hon fór í handilin á Biskupsstøð, fór Ingibjørg í hennara stað at tæna.
Seinni arbeiddi Ingibjørg í køkinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og har var hon, inntil hon dagin fyri 23 ára føðingardagin í 1954 giftist Poul Nolsøe Mikkelsen, vanliga nevndur Nøddi, á Vágsheygnum í Klaksvík.
Tey giftust inn í barnaheim hansara. Mamma hansara, Trina, búði saman við teimum, inntil hon var borin út. Familjurnar eru stórar bæði hjá Ingibjørg og Nødda, og tað var altíð nógv fólk á Vágsheygnum. Fleiri av børnunum í familjuni, sum komu av bygd til Klaksvíkar at ganga í skúla, búðu har, og tey vóru altíð nógv kring døgurðaborðið.
Ingibjørg og Nøddi eiga fýra børn: Anna, sum býr í Gøtu og er lærari í Runavík, Jórun sum býr á Argjum og arbeiðir á Landssjúkrahúsinum, Jónfríð sum býr á Sjællandi og arbeiðir í Kastrup, og Jákup sum er lærari í Klaksvík. Ommubørnini eru fimtan, langommubørnini eru seks, og tvey eru á veg.
Tá ið Klaksvíkar kommuna miðskeiðis í sjeyti árunum setti dagrøkt á stovn, var Ingibjørg millum fyrstu dagrøktararnar. Børnini trivust sera væl hjá henni, og hon var dagrøktari í nógv ár.
Fyri nøkrum árum síðani flutti sonurin saman við familju aftur til Klaksvíkar, eftir at hann hevði spælt fótbólt uttanlands í nógv ár. Jákup vildi fegin búgva á Vágsheygnum. Gomlu húsini vórðu tikin niður, nýggj hús vórðu sett á grundøkið, og nú búgva tey bæði gomlu í íbúð í kjallaranum hjá Eileni og Jákupi.
Ingibjørg er ógvuliga virkin pensionistur. Hon er ofta á bingo, hon luttekur í eldrafelagnum Hugna, henni dámar væl at fara útferðir, hon er altíð á pensionistaskeiðum á Háskúlanum, hon er gestablíð, henni dámar væl at vitja fólk, og so ferðast hon til børnini og ommubørnini.
Góða mostur! Hjartaliga tillukku við føðingardegnum og takk fyri, at tú hevur verið ein so góð systir hjá mammu og mostur hjá okkum.
Føðingardagurin verður hildin í Emmaus leygardagin 5. november, har øll eru væl komin frá klokkan 18.
Jóannes