Munurin millum bestu og næstbestu fótbóltsdeildina tykist at vaksa. Tað er aftur undirstrikað í hesi vikuni.
Tey trý fremstu í næstbestu deildini hava øll spælt í fyrrakvøldið ella í gjárkvøldið. Felags fyri tey øll var, at tey hittu næstbesta liðið hjá felag, sum eisini er umboðað í bestu deildini, og felags er eisini, at einki av teimum trimum bestu í næstbestu deildini megnaði at vinna á eykaliðunum hjá Vodafonefeløgum.
Í gjárkvøldið tapti 1. deildarliðið hjá KÍ greitt 2-4 ímóti eykaliðnum hjá Vìkingi á heimavølli. Støðan í hálvleikinum var 0-3, og eitt skiftið var Víkingur á odda 4-0.
Sigast skal tó, at Finnur Justinussen var við á eykaliðnum hjá Vìkingi, og hann gjørdi veruligan mun við tveimum málum í gjárkvøldið.
Í fyrra hálvleiki skoraði Víkingur trý mál uppá fimm minuttir. Dánjal Pauli Lervig legði Víking á odda, tá 27 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Ein minutt seinni økti Kaj Leo í Bartalstovu til 2-0, og fýra minuttir seinni skoraði Finnur Justinussen til 3-0. Finnur Justinussen økti til 4-0, tá 12 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Steffan Kalsø fekk tó bjargað eitt sindur av æruni hjá KÌ við tveimum málum í seinna hálvleiki, so tapið gjørdist 2-4. Sera javnt er millum KÍ, 07 Vestur og TB í oddinum.
Í Streymnesi var eykaliðið hjá EB/Streymi í hálvleikinum á odda 3-1 ímóti teimum bestu hjá 07 Vestur, sum í 2. hálvleiki svaraði aftur, so úrslitið gjørdist 3-3.
Í annaðkvøld skal EB/Streymur spæla steypafinalu í Klaksvík, og tí sigur tað seg sjálvt, at ongir av Vodafonespælarunum vóru við í kvøld.
Í gjárkvøldið tapti TB 2-1 í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB.
Úrslit
4. august
HB-TB 2-1 (1-1)
0-1: Rógvi Joensen 14.
1-1: Bárður Mortansson br 38.
2-1: Bárður Mortansson 48.
5. august
EB/Str.-07 Vestur 3-3 (3-1)
1-0: Arnar Dam 18.
2-0: Jens Michael Jensen 24.
2-1: Johan Ejvind Mouritsen 36.
3-1: Teitur Joensen 45.
3-2: Johan Ejvind Mouritsen 55.
3-3: Tór-Ingar Akselsen 81.
KÍ-Víkingur 2-4 (0-3)
0-1: Dánjal Pauli Lervig 28.
0-2: Kaj Leo í Bartalsstovu 29.
0-3: Finnur Justinussen 32.
0-4: Finnur Justinussen 57.
1-4: Steffan Kalsø 58.
2-4: Steffan Kalsø 73.
7. august
AB-FC Hoyvík
8. august
HB-NSÍ
TB-B68
Støðan
KÍ 31
07 Vestur 30
TB 29
Víkingur 25
HB 25
EB/Streymur 23
AB 19
NSÍ 18
FC Hoyvík 14
B68 2
AB, NSÍ, FC Hoyvík og B68 hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 16 dystir