fyri seg aftur. Onkur mátti gera mannfólkaarbeiðið í húsinum sum at sópa undan neytunum og at geva teimum, og hetta fall so á meg so ungur sum eg var. Men har var einki annað at gera. Fekk hug til jarðarbrúk [...] har, sum hevði verið beint frammanundan. Tá hevði hann brotið geislar í rygginum. Men hann var so komin fyri seg aftur. Hesa ferð var hann eisini so frægt fyri, at hann kundi sita í bátinum, sum tók hann [...] sleppa um ánna, men sum ikki kláraði at leypa. Eg helt tað vera synd í henni, so eg tók hana í føvningin og leyp uttan at fara í ánna. Hetta var abbi errin um, og tók tað sum eitt prógv um, at eg hevði
sigur Kristian annars, at hann ongan tíð ivaðist, tá møguleikin beyðst. - Tað havi eg so einki ímóti. Ein slík avbjóðing er so avgjørt nakað, sum er við til at halda dampinum uppi. Tú mást jú alla tíðina hava [...] ikki skalt steðga upp, so hetta síggi eg sum eina kærkomna avbjóðing. - Tað eru júst slíkar avbjóðingar, sum vit hava tørv á, og tað er eisini ein av endamálunum við dómarafelagnum, sum vit nú hava stovnað [...] Lorentsen, sum annars fleiri ferðir hevur verið í Føroyum, heldur ikki hevði nakran makkara. Ein støða, sum kundi viðføra, at danir mistu eitt altjóða par. Formaðurin í dómarasambandinum, sum er íslendingur
r, sum gera okkum ríkari sum samfelag og betri fyri í altjóða kappingini. Vit skulu ikki vera bangin fyri at gera stórar íløgur, tá tær eru skilagóðar, so vit við teimum kunnu avlevera Føroyar sum eitt [...] ki, sum farið varð undir fyri skjótt hálvari øld síðani, segði løgmaður. Kundi betraða sambandið millum oyggjarnar eisini ført til minni sundurlyndi og meira samanhald millum okkum føroyingar, so var nógv [...] umborð á teimum skipum, sum hava røkt farleiðina um Leirvíksfjørð. Sum landsstýrismaður havi eg bara hoyrt gott um tykkara innsats, bæði árla og síðla, og um tær hugnaligu løturnar, sum fólk hava haft umborð
fyri einum kunnandi fundi um tað sum fer fram í kirkjuni. Liðin eru skjótt fimm ár síðani kirkjan varð vígd, og hesi árini hava verið hildnar gudstænastur regluliga. So líðandi eru eisini onnur tiltøk vorðin [...] vorðin fastur táttur í kirkjuliga arbeiðinum, so sum sunnudagsskúli, Vøggusangur, Andaktsløta og annað. Á fundinum verður nærri greitt frá øllum hesum, og hvussu fíggjarstøðan er, og hvørjar ætlanir liggja [...] framman í kirkjuni og kring um hana. Ætlanin er somuleiðis at geva fólki høvið at seta fram spurningar í hesum sambandi og annars skipa so fyri, at kirkjuráðið og kirkjufólkið kunnu hava eina hugnaliga løtu
Mannagondin, ið fevnir um hetta virksemi, er ikki undirskrivað enn, men hetta verður gjørt, so skjótt høvið býðst, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. [...] broyttu kinverjar lóggávuna soleiðis, at vørur, sum ikki høvdu verið útfluttar til Kina áðrenn hesa dagfesting, ikki kundu útflytast til Kina, uttan so at myndugleikarnir í Kina frammanundan høvdu góðtikið [...] makrel, sum er framleiddur í Føroyum, gjørdu tær nýggju reglurnar í Kina seg galdandi. Á sumri 2014 skrivaði Heilsufrøðiliga Starvsstovan eina frágreiðing til kinversku myndugleikarnar um makrel sum mat,
av, at fara heim og læra til røktarheimsassistent. Men hon kom aldri so langt. Ein av prestunum í bushinum, sum arbeiddi hjá DMS, sum er Dansk Missions Selskab, setti seg í samband við Gudruna, og spurdi [...] kið í Afrika, er Gudrun, sum nú er farin at eldast, farin heimaftur til Jútland í Danmark. Arbeiðið í Tanzania hevur til tíðir verið ógvuliga strævið og tungt, samstundis sum tað hevur verið gevandi og [...] ongantíð ætlað sær til Afrika, tá ið møguleikin knappliga beyðst henni. Í 1968 fekk hon, ígjøgnum ein kenning hjá familjuni, boðið arbeiði sum arbeiðskona á einum kostskúla í Tanzania, Afrika,. Hon skuldi
tøkur hjá liðnum. Og so eru tað eisini nýggju leiklutirnir. Bæði hjá Marian Cirloganescu, sum ivaleyst man fara at venja seg við trýstið sum leikandi venjari, og so eisini Mihai Marinescu. Undan komuni [...] millum teirra, sum mannaðu StÍF-liðið, og tó at hann er komin nakað upp í árini, so man hann framvegis teljast millum dyggastu bakspælararnar. Hartil ljóðar eisini, at Mortan Hansen skjótt fer at verða tøkur [...] Hálsi sunnudagin, tá Kyndil í sínum fyrsta heimadysti tók ímóti meistarunum úr StÍF. Ein dystur, sum mest sum altíð er borgan fyri undirhaldi á høgum støði, tí onkursvegna tykjast hesi bæði liðini at hóska
EB/Streymur ongan tíð at vinna aftur, og so kundu klaksvíkingar taka ímóti kekkinum á 15.000 kr., sum Føroya Banki hevði latið vinnandi felagnum. Ein kekkur, sum er ætlaður at nýta til ungdómsarbeiðið hjá [...] á fýra mál. So í so máta gjørdist kappingin eitt steyp dýrari, enn fyrireikararnir ætlaðu. Eisini skuldi besti spælarin í kappingini kjósast, og varð hetta gjørt av einum mini-paneli, sum hevði fylgt við [...] kappingina, sum Jákup á Borg hevði tikið stig til, og um døgurðaleitið varð lagt til brots við bólkaspælinum. Favorittarnir fullu at enda Bólkarnir vórðu skipaðir soleiðis, at øll liðini sum minimum fingu
og innanfyri vóru aðrar troyggjur, sum vóru fingnar til vega júst til hetta høvið. Hinir partarnir á vøllinum, dómarin og gøtumenninir vóru varskógvaðir frammanundan, so hetta spældi av í øllum góðum. Við [...] at dysturin millum KÍ og TB, sum var útsettur hesa ferð, verður spældur. Liðið, ið endar næstniðast, skal spæla móti AB, sum leygardagin tapti finaluna í 4. deild. B36, sum eina løtu var aftanfyri 3?1, [...] umfarinum vunnið deildina, og í Gøtu náddu B36 menninir enn ein setning, sum teir høvdu sett sær. Setningurin var at skora í hvussu so er eitt hundrað mál, og teir rukku upp á runda talið, tá tað restaðu átta
var tað ikki so sjáldan, at spælið varð steðgað, tí spælarar lógu á vøllinum aftaná harðar nærdystir. Hugburðurin manglaði so ikki hjá báðum liðunum. Heidi og yvirleggjarin Tann spælarin, sum gav okkum bestu [...] Andreassen var ikki líka eyðsýnd, sum hon so mangan hevur verið á vølli áður. Rannvá hevði tó eina góða roynd áðrenn steðgin, og beint áðrenn leiklok mundu tað verið nøkur, sum settu spurnartekin við, um hon [...] sólarteknum verður KÍ greipuvinnari í ár, men B36 hevur so givið teimum góða mótstøðu hesi seinastu árini, og tað kunnu KÍ-kvinnurnar so vónandi brúka, sum góða sparring, nú tær í næstum aftur skulu út í evropeiska