Eftir 36 ár ímillum upprunafólkið í Afrika, er Gudrun, sum nú er farin at eldast, farin heimaftur til Jútland í Danmark. Arbeiðið í Tanzania hevur til tíðir verið ógvuliga strævið og tungt, samstundis sum tað hevur verið gevandi og spennandi, og orkan er nú farin at ganga undan.
Gudrun kann tó við góðari samvitsku fara heimaftur, tí arbeiðið í Afrika hvílir nú í sær sjálvum. Afrikanskar kvinnur hava nevniliga tikið við arbeiðnum eftir Gudruna.
Í Danmark hevur hon tó úr at gera við at ferðast runt um landið, og greiða frá sínum lívi í Afrika.
Í døgunum 25.- 29. september var Gudrun eisini í Føroyum og helt fleiri áhugaverdar fyrilestrar.
Avgerðin verður tikin
Gudrun Vest hevði ongantíð ætlað sær til Afrika, tá ið møguleikin knappliga beyðst henni.
Í 1968 fekk hon, ígjøgnum ein kenning hjá familjuni, boðið arbeiði sum arbeiðskona á einum kostskúla í Tanzania, Afrika,. Hon skuldi ansa børnunum hjá trúðboðarunum, gera mat og annað fyrifallandi arbeiði. Eisini gekk hon í skúla, bæði á bíbliuskúla og málskúla, har hon lærdi swahili, sum er høvuðsmálið í Tanzania. Hon treivst væl, hóast hon ikki sá serliga nógv av Afrika, tí hon var jú inni á kostskúlanum, og arbeiddi við euro-peiskum børnum.
Tá Gudrun hevði verið arbeiðskona í fýra ár, fóru trúðboðararnir, og harvið eisini børnini á kostskúlanum, heimaftur. Tá var einki arbeiði hjá henni at gera á kostskúlanum, og Gudrun gjørdi tí av, at fara heim og læra til røktarheimsassistent.
Men hon kom aldri so langt. Ein av prestunum í bushinum, sum arbeiddi hjá DMS, sum er Dansk Missions Selskab, setti seg í samband við Gudruna, og spurdi, um hon ikki hevði hug at hjálpa til við arbeiðnum úti í bushinum. Serliga eitt økið norðarlaga í Tanzania hevði stóran tørv á hjálp, til at fáa kirkjuna á føtur.
Hon ivaðist nakað, men tók tó av. So varð hon send í skúla. Bæði á bíbliuskúla og málskúla, har hon lærdi meiri av swahili málinum. Eisini varð hon skúlað í siðum, trúgv og málinum hjá tí stammuni, sum hon skuldi út til. Tey dugdu nevniliga ikki swahili.
Mær tørvaði tey
Gudrun greiðir frá, at tað var ein sera stór broyting at koma frá meginlandinum og út í lítlu bygdina, har hon skuldi búgva.
? Eingin hvítur hevði nakran-tíð búð har fast, so tað var ein stór broyting fyri tey eisini, greiðir Gudrun Vest frá, og leggur afturat, at tí hon var hvít, hildu tey innføddu hana kunna gera undurverk.
? Tey hildu, at alt bar til hjá mær, og tey komu við øllum hugsandi trupulleikum til mín. Tað tók langa tíð at fáa tey at skilja, at eg bert var eitt menniskja eins og tey. Og summi trúðu mær ongantíð veruliga, sigur hon smílandi.
Hon sigur, at hon hevði gjørt av at hava eina ávísa royndartíð, og um hon ikki treivst, ætlaði hon sær heimaftur.
? Eg lat tey allatíðina vita, at mær tørvaði tey og teirra hjálp, um eg skuldi klára meg ímillum tey. Tað gjørdi, at tey lótu upp fyri mær, og bjóðaðu mær vælkomnari. Ein góður háttur at fáa fólk at góðtaka teg, er við at biðja um hjálp. Um tú kemur til fremmand fólk og ætlar at broyta alt og taka ræði á øllum, so verður tú útistongdur beinanvegin, sigur Gudrun.
Hon greiðir frá, at lívið har var óalmindiliga primitivt.
? Vatnið, vit drukku, var regnvatn og maturin, vit ótu, var sjálvdyrkaður. Peningur var nærum ikki til, og hann varð bert nýttur til sápu, salt, sukur og petrolium. Kvinnurnar gjørdu alt arbeiðið, tí menninir lógu allan dagin, tóku sær av løttum og drukku bananøl. Menninir áttu kvinnurnar, og fleirkonarí var púra vanligt. Eisini var tað gerandiskostur, at kvinnurnar vórðu bukaðar av monnunum, greiðir Gudrun frá.
Tað fyrsta hon gjørdi, og sum hon nýtti langa tíð uppá, var at læra málið og siðirnar hjá síni nýggju stammu væl og virðiliga.
Hon var nógv úti og vitjaði kvinnurnar í heimum teirra, og so bjóðaði hon teimum heim til sín.
? Tey hava tann sið, at tá tey koma á vitjan, so gista tey ógvuliga ofta. So tá eg bjóðaði kvinn-um heim til mín, lógu vit og prátaðu alla náttina. Um gerand-isdagin, børnini, menninar og siðirnar. Tí lærdi eg ógvuliga nógv av, sigur Gudrun.
So við og við fekk Gudrun skipað vitjanirnar, og á henda hátt byrjaðu fyrstu kvinnubólkarnir at síggja dagsins ljós.
? Eg byrjaði so smátt at læra tær at lesa og skriva, og eg lærdi tær eisini swahili. Tær vóru ógvuliga glaðar og áhugaðar, tí tær høvdu altíð verið isoleraðar, forsømdar og óvitandi.
Hon sigur, at størsta stríðið tó var at fáa menninar at loyva kvinnunum at nýta tíðina til sovorði »tvætl«. Teir máttu veruliga yvirtalast, og tað tók langa tíð. Hon fór heim til hvørt húski sær, og tosaði persónliga við allar menninar og eisini restina av familjunum.
? Kvinnan hevur alla ábyrgdina av arbeiðnum. Hon skal arbeiða og tiga, annars verður hon blakað út, og so hevur hon ongan møguleika at liva. So eg mátti fara ógvuliga varliga til verka, fyri ikki at koma hesum kvinnunum í óføri, greiðir Gudrun frá.
Europeiska hugsanin
Gudrun sigur, at europearar ofta hava nógv góð hugskot um hvussu heimurin kann bjargast. Men europeisku hugskotini duga ikki í Afrika, tá til stykkis kemur.
? Tað nyttar ikki at nýta framkomnar, europeiskar hjálpiætlanir, um tú ynskir at geva afrikanunum munadygga hjálp. Tú ert noyddur at seta teg inn í teirra tørv og teirra mentan, og síðani mugu hugskotini um hjálp koma haðani. Tú mást lata teg inspirera av landinum, tú ert í, og tú mást taka tey við upp á ráð. Tástani hevur tú ein møguleika at hjálpa teimum, sigur hon.
Hon heldur fram, og sigur, at hjálp til sjálvhjálp er einasti vegur fram.
? Tað er at gera teimum eina bjarnatænastu, um hjálpin tú gevur, ger tey bundin at tær. Hjálpin má vera soleiðis skikkað, at tey sjálvi fara aktivt til verka, fyri at lyfta sítt egna livistøðið, við tínari hjálp.
Tað er henda arbeiðshátt, sum Gudrun allatíðina hevur nýtt.
? Eg var noydd at gera eitt stórt forarbeiði við kvinnunum. Fyrst við at geva teimum trúnna á, at tær eisini eru menniskju. Tær blomstraðu upp, hvørjaferð vit høvdu skúla ella bara savnaðust, og so við og við komu tær eisini við í kirkjuna, fortelur Gudrun.
Hon sigur, at meiri vitandi tær gjørdust, meiri eldhugaðar gjørdust tær at læra meiri.
? Tær høvdu altíð verið sera einsamallar, men nú skipaðu vit orkuna. Ein »barnagarður« varð skipaður, og tað gjørdi arbeiðið nógv effektivari, tí børnini ikki forstýraðu mammurnar allatíðina. Vit skiftust um at ansa børnunum, arbeiddu allar saman, tá jørðin skuldi dyrkast og heystast, høvdu skúla, og vit stovnaðu eisini ein sunnudagsskúla. Um nakrir trupulleikar stungu seg upp, savnaðust allar og prátaðu um, hvat kundi gerast, greiðir Gudrun frá, og leggur dent á, hvussu skjótt tær mentust, tá tær fingu ábyrgd. Tær arbeiddu sera hart, tí tær sóu, at arbeiðið, tær gjørdu, hjálpti teimum.
Skipaðu eitt høvuðskvinnuráð
Gudrun arbeiddi tó ikki bert í somu bygd allatíðina Hon ferðaðist runt í økinum, og arbeiddi á sama hátt við øllum kvinnunum í bygdunum har á leið. Eftir drúgt arbeiði og nógv tol, høvdu allar bygdirnar fingið eitt skipað kvinnuráð. Gudrun valdi tríggjar kvinnur út í hvørjari bygd, eina til leiðara og tvær til at vera undir leiðaranum. Á henda hátt var ábyrgdin av kvinnuarbeiðnum ikki slept, tá Gudrun fór víðari til eina aðra bygd. Ábyrgdin var í staðin løgd á lokalu kvinnurnar.
? Nú var kvinnuarbeiðið skipað í øllum økinum. Tað gekk tó ógvuliga striltið í byrjanini. Tá eg fór víðari úr einari bygd í eina aðra, gjørdu vit avtalur um, hvat tær skuldu gera, til eg kom aftur næstuferð. Men tá eg so kom aftur, vóru tær ofta fallnar aftur til sín gamla livihátt. So mátti eg byrja umaftur, greiðir Gudrun frá.
Hon leggur tó dent á, at tað sjálvsagt hevur verið sera torført hjá kvinnunum, tí nú broyttust brádliga fleiri hundrað ára gamlir siðir.
Men langt um leingi, eftir fleiri ár í Tanzania, gjørdust kvinnurnar meiri støðugar og álítandi.
? Tá gjørdu vit av, at skipa eitt høvuðskvinnuráð fyri alt økið. Fyri at savna pening, hildu vit ein stóran bazar, og fólk komu langt burturi frá, fyri at forvitnast og keypa. Tað var jú púra óvanligt, at kvinnur skipaðu fyri nøkrum sum helst. Vit bjóðaðu eisini prestum og umboðum fyri DMS við. Sjálvt menninir hildu tað vera spennandi, sigur Gudrun flennandi.
Tað kom væl av peningi inn, og allar kvinnurnar vóru á einum máli um, at gera ein felags kassa til høvuðskvinnuráðið. Hetta gjørdi, at allar fingu sum mest burturúr. Tær gjørdu nevniliga av, at senda nakrar kvinnur inn á meginøkið í skúla, og tá tær so komu aftur, undirvístu tær hinum í tí, tær høvdu lært. Nakað av peningi fór tá eisini til skúlatalvur, kladduhefti og bøkur.
Ein góð og mennandi ringrás varð sett í verk, sum hvønn einasta dag hjálpir forsømda og afturúrsilgda partinum av Tanzania at gerast betur fyri. Henda góða ringrásin er bert íkomin orsakað av einari kvinnu, sum við sterkari trúgv, hørðum arbeiði og jobs toli vendi gongdini.
? Nú eri eg farin, men eg veit, at arbeiðið heldur á, tí sterkar lokalar kvinnur hava tikið yvir eftir meg. Allar kvinnurnar í økinum hava sæð menningina, og tær fegnast um hana. Eg veit, at arbeiðið ikki verður niðuraftur lagt nú. Kirkjan er sterk og menninir hava eisini vant seg við, at kvinnurnar eru vorðnar klókar og avgjørdar. Tað hevur verið eitt stríggið arbeiði, men tað hevur verið vert tað allan vegin, sigur Gudrun.
At hesi fólkini hava nakað at siga fyri hana, er eingin ivi um, soleiðis, sum hon tosar um tey. Og at hon heldur ikki ynskir at taka nakra æru av arbeiðnum sjálv, gerst eisini greitt.
? Eg visti allatíðina, at Gud var við mær og hjálpti mær í arbeiðnum, og eg visti eisini, at eg kundi altíð fara heim til Danmarkar, um á stóð. Men hesi fólkini vóru so fitt, og eg gjørdist veruliga so góð við tey, at tað var ikki hugsingur um at fara frá teimum, sigur Gudrun, og heldur fram ? Nú er mítt arbeiði gjørt í Tanzania. Kvinnurnar standa sterkar og kirkjan stendur sterk, og nú orki eg heilt einfalt ikki meiri.
Eitt afrikanskt orðatak, sum Gudrun legði sær á hjartað sína fyrstu tíð í Tanzania, er hetta:
Hjálpir tú eini kvinnu, hjálpir tú eini heilari bygd. Hjálpir tú einum manni, hjálpir tú bert einum manni.
Í dag hevur Gudrun sannað sannleikan í hesum orðunum.