at leita og V&B sendi bæði Tjaldrið og Nim avstað beinanvegin. Tyrlurnar hjá sjóverjuni og hjá Atlantsflog vóru eisini settar inn í leitingina. Tær byrjaðu at leita fram við landið norðanfyri og vestanfyri [...] Sjóborgini. Ringurin varð funnin einar 13 sjómíl úr Mýlingi. Annars varð leitingin úrslitaleys og tá myrkið legði seg fríggjakvøldið varð leitingin avblást. Skipini hjá V&B og nakrir bátar hildu tó fram við [...] besta aldri eru tiknir burtur og heima sita tey spyrjandi um hvat tað var sum hendi. Men hvørki tey ella vit onnur fáa nakað svar uppá okkara mongu spurningar. Hvat hendi og hvussu ella bara hví hendir slíkt
seg inn ímillum stólpan og EB/Streyma málverjan, og Ari Ó. Ellingsgaard staðfesti trivaliga sigurin, tá ið hann umvegis stólpan skoraði til 3-0. HB og B36 hava bæði ellivu stig og eru ovast. Felags fyri [...] vitjan av EB/Streymi, og gestirnir eru á veg til hús við 3-0 tapi. Inntil 2. hálvleikur var gott og væl hálvleiktur, var tað málleyst. So setti heimaliðið seg so dyggiliga á spælið, og úrtøkan var trivalig [...] legði innfyri úr spískum í vinstru, rakti bólturin Gert Hansen, og René Tórgarð varð so mikið snýttur, at bólturin fór millum hann og stólpan og í málið. 80) 1-0 ÍF hevur rættiliga fingið blóð á tonna. Eftir
hevur tveir fittar smádreingir, kann reka konditaríið og harvið breyðføða seg sjálva og dreingirnar. ##med9## ##med10## So Christina og dreingirnir Bent og Leivur Restorff flyta upp á loftið á konditarínum [...] ”Thorshavns kommunalbestyrelse”, sum átti ognina, og synd er at siga, at nakar ævintýrdámur er yvir slíkum stýrum. Tey skulu vera praktisk, taktisk og politisk, og av onkrari duldari grund ætlaði stýrið nú at [...] r rulla omaneftir og niðaneftir, og har tann fyrsti føroyski súkklarin vísir síni kynstur á eini “velocipede”. Her á horninum verða kristilig útimøti hildin, her marsjerar G.H.M., og Dia á Bø vísir øsandi
í 1935 og var lærari á Klaksvíkar Millum- og Realskúla frá 1952-57, á Tekniska Skúla í Havn frá 1957-58, á Føroya Millum- og Realskúla frá 1958-59. Hon arbeiddi á Málstovninum frá 1959-61 og var lærari [...] hon av og tók ein hýruvogn av Boðanesi og niðan í Gundadal at vita, um húsini stóðu enn – um býráðið helt sín part av avtaluni. Daniella Olsen andaðist mánadagin á Boðanesheiminum, 104 ára gomul, og harvið [...] at vegurin millum húsini og Tórsvøll í orðsins sanna týdningi er grivin inn undir húsini. Orsøkin er ein 104 ára gomul kona, sum doyði í síðstu viku – Daniella Olsen. Fyri 13 árum síðani gjørdu Heðin Mortensen
ætlað. Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu væl og vunnu á fremstu borðunum á Heiðriki Jacobsen og Suna Merkistein. Á 3. borði endaði talvið millum Torkil Nielsen og Rógva Mortensen javnt [...] 5 stigum. Og í 3. deild eru Havnin og Kollafjørður jøvn við 5,5 stigum. 3. umfar er sunnudagin 13. november. Í 1. deild eru dystirnir hesir: Havnin 1 - Kollafjørður, Klaksvík 2 - Sandavágur og Havnin 2 [...] Torkili, og tóktist at hava tamarhald á støðuni allan vegin. Á 4. borði snávaðu føroyameistarnir. Silas Eyðsteinsson royndi av øllum alvi at vinna eina javna støðu, men legði ov nógv fyri og leyp framav
Fleyr leygardagin. Fyrst og fremst tí Mjølnir higartil í ár hevur verið nógv tað stinnasta liðið í kappingini, og so hava teir ikki tapt ein einasta dyst. Finalan millum Mjølnir og Fleyr verður í Stórhøllini [...] teir báðar javnbrótararnar, sum hingu uppi í. Og tað var akkurát tað, sum Mjølnir gjørdi. Teir vunnu akkurát tað, sum teir skuldu vinna, og tóku tí øll á bólki og vunnu ta fyrstu føroysku steypafinaluna í [...] eitt sindur um, hvussu javnt tað er millum hini trý liðini í kappingini – og hvussu stórur munurin upp til Mjølnir í roynd og veru er.
væl hevur hildnast kortini, og er hon einasta eftir av systkjunum á lívi.Skúlaárini á Strondum vóru góð og hon dugdi væl í skúlanum - at rokna og at skriva bæði føroyskt og danskt. Tað, at duga væl í skúlanum [...] hevur hon altíð verið, og óteljandi eru tey pløgg, omma hevur bundið og seymað okkum og øðrum. Tók ofta til, hvussu góð kensla tað var, tá eitt plagg var liðugt og væl úr hondum greitt. Á Fløtunum var ein [...] ungur maður, Jóan Karl Danielsen, og tey bæði omma og abbi vórðu betri enn væl. Omma og abbi vórðu trúlovað, meðan abbi gekk á sjómansskúla í Havn. Tey bygdu hús á Fløtunum og giftust í 1939. Annar verðaldarbardagi
av løttum, og kollfjarðakvinnurnar vunnu tí settið lætt. Men SÍ ætlaði sær bæði stigini, og tær tóku sær tí um reiggj og vunnu fjórða settið greitt. Settúrslitinii vóru 25-19, 25-9, 14-25 og 25-19. Ein [...] settið 26-24, og so vóru tær bert eitt sett frá sigrinum. Eins og tey bæði undanfarnu settini gjørdist fjórða settið eisini serstakliga spennandi. Leikararnir góvu alt, ið tær høvdu í sær, og settið hevði [...] í meistaradeildini hjá kvinnum var í vikuskiftinum, og hann var millum TB og ÍF í Trongisvági. TB vann dystin 3-1, men tað var ein harður dystur, og settini vóru drúgv. TB vann fyrsta settið 25-22, men
sum spældi, og solistarnir vóru frá Den Kongelige Opera og Den Jyske Opera. Nevnast skal eisini, at føroyingurin Ernst Sondum Dalsgaard hevði leiklutin sum Jesus. Húsið var so at siga fult, og nærum 1000 [...] flestu orkestrini hava nóg mikið at gera, og tey kunnu velja og vraka sum teimum lystir. ? Eg havi fingið nógv tilboð ymsastaðni frá til alt millum himmal og jørð, men tað er avmarkað, hvat eg kann siga [...] Sóknarpresturin í sóknini hevði hoyrt um verkið, og hann bað meg koma í sóknarhúsið at greiða frá verkinum og vísa nøkur dømi. Síðani tóku nøkur fólk seg saman og fóru at savna pening inn, so at verkið kundi
barna- og ungdómsbøkur á føroyskum, ið eru fjølbroyttar og snúgva seg um alt millum himmal og jørð. Lóa leitar eftir Búa í viðarlundini Hetta er ein fitt og stuttlig bók hjá teimum yngstu at peika og leita [...] at bjóða – og um at ein dag eru ikki fleiri møguleikar eftir. Skaldsøgan er poetisk og viðger djúp og álvarsom evni sum deyða og sorg, men hon hevur samstundis eina fangandi hendingagongd og livandi samrøður [...] sløg av ísi, eitt vektloysiskamar og ein dómadags-villiniborg. Bókin er full í ørligum og undirhaldandi søgum og hendingum. Hetta er ein tekstbók við nógvum myndum, og hon egnar seg væl til nýggjar lesarar