Sunnudagin var ein sera spennandi dystur í meistaradeildini hjá kvinnum leiktur í KÍ-høllini í Klaksvík. Føroyameistararnir úr Mjølnir høvdu vitjan av Drátti, sum farna vikuskifti basti hinum oddaliðnum TB í Trongisvági.
Sera javnur dystur
Lat tað verða sagt beinan vegin, at dysturin í Klaksvík gjørdist sera javnur og spennandi. Gamaní var fyrsta settið ikki so spennandi, tí kvinnurnar hjá Drátti vóru púra klárar, tá ið dysturin fór í gongd, og tað vóru tær hjá Mjølnir ikki. Leikararnir á heimaliðnum komu ongantíð av álvara í gongd í fyrsta settinum, sum tær úr Vágum vunnu 25-15.
Í næsta settinum var meiri spenningur. Tað gekk javnt á, og settið stóð leingi til at fara báðar vegir. Tá ið avtornaði var tað tó heimaliðið Mjølnir, sum vann settið 25-23.
Nú helt onkur kanska, at sigurin í 2. setti var eitt tekin um, at Mjølnir var komið fyri seg, og at tær úr Drátti fóru niður við flagginum, men so var ikki. Gestirnir úr Drátti stríddust manniliga fyri hvørjum bólti, og í løtum vístu tær sera gott spæl.
Góði stríðsviljin hjá Drátti gav eisini úrslit í triðja setti, sum gjørdist ein sannur gysari. Eftir at liðini høvdu fylgst at kalla alt settið, megnaði Dráttur at vinna settið 26-24, og so vóru tær bert eitt sett frá sigrinum.
Eins og tey bæði undanfarnu settini gjørdist fjórða settið eisini serstakliga spennandi. Leikararnir góvu alt, ið tær høvdu í sær, og settið hevði hug til at fara báðar vegir. Men móti endanum av settinum eydnaðist tað tó Drátti at gera ein vørr í røttu løtu, og tær vunnu tí settið 25-23, og harvið vunnu tær eisini dystin 3-1 í settum.
SÍ fekk fyrstu stigini
Botnliðið SÍ úr Sørvági tryggjaði sær sunnudagin síni fyrstu stig, tá ið tær vunnu ein greiðan sigur á KÍF í Sørvági. Tað hevur kanska ligið í luftini í eina tíð, at unga manningin úr Sørvági skjótt fór at fáa síni fyrstu stig, tí tær hava veruliga bitið frá sær móti oddaliðunum seinastu umførini.
Móti KÍF sunnudagin var tó eingin ivi. SÍ vann tey bæði fyrstu settini rímuliga lætt, serliga tað seinna, men í triðja settinum tóku tær sær eitt sindur av løttum, og kollfjarðakvinnurnar vunnu tí settið lætt. Men SÍ ætlaði sær bæði stigini, og tær tóku sær tí um reiggj og vunnu fjórða settið greitt. Settúrslitinii vóru 25-19, 25-9, 14-25 og 25-19.
Ein annar dystur í meistaradeildini hjá kvinnum var í vikuskiftinum, og hann var millum TB og ÍF í Trongisvági. TB vann dystin 3-1, men tað var ein harður dystur, og settini vóru drúgv. TB vann fyrsta settið 25-22, men í næsta settinum vístu fuglfjarðakvinnur sínar dygdir og vunnu 25-22. Hóast ÍF beit væl frá sær bæði í triðja og fjórða setti, so var tað TB, sum var omaná, og heimaliðið vann dystin 3-1.
Dráttur kann taka meistaraheitið
Við sigrinum á Mjølnir hevur Dráttur av álvara lagt seg út í oddastríðið. Komandi leygardag eru steypafinalur á skránni, og tá ið landskappingin aftur fer í gongd um smáar tvær vikur, verður oddadystur millum TB og Mjølnir. Vinnur TB tann dystin, kann Dráttur avgerða meistaraheitið til egnan fyrimuns, um tær vinna á bæði TB og Mjølnir í teimum innanhýsis dystunum, sum eru eftir millum liðini.
Mjølnir-Dráttur 1-3 (15-25, 25-23, 24-26, 23-25)
SÍ-KÍF 3-1 (25-19, 25-9, 14-25, 25-19)
TB-ÍF 3-1 (25-22, 22-25, 25-20, 25-23)









