B36 og HB eru á toppinum

Uppflytararnir liggja tungt í sjónum, og hjá Víkingi gongur tað framvegis ikki væl

Fimta umfar í Effo-deildini er av. Síðsti dysturin var í Fuglafirði í kvøld. Í dýrdarveðri hevði ÍF vitjan av EB/Streymi, og gestirnir eru á veg til hús við 3-0 tapi. Inntil 2. hálvleikur var gott og væl hálvleiktur, var tað málleyst.

So setti heimaliðið seg so dyggiliga á spælið, og úrtøkan var trivalig.

Leivur Joensen setti hol á við beinleiðis frísparki úr 18 metrum. Dánjal á Lakjuni, sum varð skiftur inn á ÍF liðið beinanvegin eftir steðgin, økti til 2-0, tá ið innlegg frá honum úr spískum í vinstru tók í ein mótstøðumann, áðrenn bólturin snýkti seg inn ímillum stólpan og EB/Streyma málverjan, og Ari Ó. Ellingsgaard staðfesti trivaliga sigurin, tá ið hann umvegis stólpan skoraði til 3-0.

 

 

HB og B36 hava bæði ellivu stig og eru ovast. Felags fyri bæði høvuðsstaðarliðini er, at tey hava vunnið úrtøku burturúr øllum teimum fimm fyrstu umførunum.

HB hevur betri málmun enn grannarnir, og harvið eru favorittarnir úr HB fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum ovast á talvuni.

Trý lið hava 9 stig. Málmunurin ger av, at NSÍ, sum inntil hetta umfarið var topplið, er á triðja plássi, at ÍF er á fjórða plássi, og at KÍ er nummar fimm.

 

Við 1-1 javnleiki ímóti Víkingi á heimavølli tvífaldaði Skála sítt stigatal. Uppflytararnir av Skála eru næstaftast, og uppflytararnir í B68 eru aftast við einum stigi. B68 tapti í dag 4-2 á heimavølli ímóti B36. Tá ið støðan framvegis var 1-1, mistu toftamenn miðverjan Mads Rosenberg, sum sá reytt, tí dómarin metti, at hann hevði nýtt neyðbremsuna.

 

Hjá favorittunum í Víkingi gongur tað framvegis ikki væl. 1-1 á Skála var vónbrot hjá gestunum, meðan heimamenninir fegnaðust um javnleikin.

 

6. umfar verður 2. páskadag.

 

 

5. umfar

KÍ-AB 4-1 (2-0)

1-0: Sørmundur Kalsø 37.

2-0: Hjalgrím Elttør 41.

3-0: Rodrigo Silva 49.

4-0: Páll A. Klettskarð 65.

4-1: Dion B. Splidt 76.

 

 

ÍF-EB/Streymur 3-0 (0-0)

1-0: Leivur Joensen 74.

2-0: sjálvmál 83.

3-0: Ari Ó. Ellingsgaard 85. 

 

 

B68-B36 2-4 (1-3)

1-0: Óli H. Olsen 1.

1-1: Hørður Askham 3.

1-2: Lukasz Cieslewicz 25.

1-3: Jákup á Borg br 42.

1-4: Hørður Askham 76.

2-4: Óli H.Olsen 88.

Reytt kort: Mads Rosenberg, B68, 22. beinleiðis reytt)

 

 

Skála-Víkingur 1-1 (0-1)

0-1: Súni Olsen br 44.

1-1: Brian Jacobsen 62.

 

 

 

HB-NSÍ 4-1 (2-0)

1-0: sjálvmál 29.

2-0: Fróði Benjaminsen 32.

2-1: Árni Frederiksberg 54.

3-1: Símun Samuelsen 82.

4-1: Andrew av Fløtum 89.

 

 

Støðan

HB 11

B36 11

NSÍ 9

ÍF 9

KÍ 9

EB/Streymur 8

Víkingur 5

AB 4

Skála 2

B68 1

 

 

6. umfar

21. apríl – 2. páskadag

KÍ-Skála

ÍF-B36

B68-AB

EB/Streymur-NSÍ

HB-Víkingur

 

--------

LIÐUGT

3-0

Pól Magnus Petersen er komin á vøllin í staðin fyri Ara Ó. Ellingsgaard. 

90) 3-0: Ari Ó. Ellingsgaard

Nú er spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fer at verða. Eftir fínt álop, har Clayton Soares og Kristoffur Jakobsen vóru arkitektar, varð bólturin lagdur í høgru til Ara Ó. Ellingsgaard, sum umvegis stólpan setti bóltin í málið!

 

 

82) 2-0: Dánjal á Lakjuni

Nú bendir alt á, at fuglfirðingar fara at vinna fulla úrtøku. Enn eina ferð var Dánjal á Lakjuni í vinstru uppií. Tá ið hann legði innfyri úr spískum í vinstru, rakti bólturin Gert Hansen, og René Tórgarð varð so mikið snýttur, at bólturin fór millum hann og stólpan og í málið.

 

80) 1-0

ÍF hevur rættiliga fingið blóð á tonna. Eftir skjótt álop í høgru legði Ari Ó. Ellingsgaard innfyri, og tað var um reppið, at Dánjal á Lakjuni kti um leiðsluna, áðrenn verjan beindi bóltin burtur.

 

75) 1-0:  Leivur Joensen 74.

Við beinleiðis frísparki úr 18 metrum hevur Leivur Joensen lagt ÍF framum. Bólturin fór dygst inn við stólparótini til vinstru fyri málverjan.

 

 

70) 0-0

Brian Olsen er komin inn á EB/Streyma miðvøllin í staðin fyri Niels Paula Danielsen.

 

65) 0-0

Gunnar Zachariasen er komin inn í EB/Streyma álopið í staðin fyri Leif Niclasen.

 

ÍF hevur havt góða roynd, men eftir at Dánjal á Lakjuni royndi seg av brotsteigarmarkinum, blokeraði Marni Djurhuus til horna. Enn eina ferð var álopið í vinstru, og enn eina ferð var Kristoffur Jakobsen við í uppspælinum.

 

 

55) 0-0

Sama gongdin – fáir og smáir møguleikar. Bæði liðini royna at samanspæla, men ofta miseydnast síðsta sendingin.

 

Hjá EB/Streymi lúrir Arnbjørn Hansen alla tíðina, men tað kennist, at honum restar tey síðstu prosentini fyri at vera á tí støði, sum hann áður hevur víst, at hann megnar betri enn nakar annar.

 

50) 0-0

Dánjal á Lakjuni hevur beinanvegin sett futt í. Hann er ytstur í vinstru og var saman við Karl Løkin upphavið til gott álop og innlegg til Kristoffur Jakobsen, sum av brotsteigarmarkinum hevði bestu ÍF royndina higartil, men René Tórgarð bjargaði.

 

Hjá EB/Streymi er Gert Hansen fluttur aftur á høgra vongverja, og Jónas Tór Næs er fluttur longri fram á vøllin.

 

46) 0-0

ÍF hevur beinanvegin eftir steðgin sett Dánjal á Lakjuni, sum hevur avloyst Nenad Saric.

 

 

HÁLVLEIKUR

0-0

Talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar. Tað mesta hevur gingið fyri seg millum brotsteigarnar. Spentastu støðurnar hava verið í sambandi við deyðbóltar.

 

40) 0-0

Tað er framvegis málleyst, og tað er framvegis langt millum málmøguleikarnar. Kanska gestirnir úr Sundalagnum hava hug at liggja eitt sindur aftratlaga, og so royna teir við longum sendingum fram til fótfimu monnunum, sum eru væl ansaðir av Bartali Eliasen og Poul N. Mikkelsen.

 

35) 0-0

EB/Streymur er tætt við í hornasparksstøðum. Uppspælið til horna eiga Jóhannes Hansen og væl upplagdi Niels Pauli Danielsen.

 

30) 0-0

Eftir fríspark, sum varð lagt fram í brotsteigin, var um reppið, at EB/Streymur skoraði, men bólturin fór upp um málið.

 

 

25)0-0

Tað er rættiliga friðarligt, og báðir  partar leggja stóran dent á verjupartin.

Fótbóltsspælið er gott. Tað verður stórur dentur lagdur á at spæla, og tað verður ikki nógv sparkað.

Pól Jóhannus Justinussen er ikki við á EB/Streyma liðnum í dag.

 

15) 0-0

Nú hevur verið steðgur eina løtu, tí ein hundur hevur runnið á vøllinum!

 

10) 0-0

Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu í Fløtugerði.

 

ÍF-EB/Streymur kl. 18.30

Dómari: Petur Reinert

 

ÍF: Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Fritleif í Lambanum – Ari Ó. Ellingsgaard, Karl Løkin, Bogi Reinert Petersen, Nenad Saric – Kristoffur Jakobsen, Clayton Soares

EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas Tór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jóhannes Hansen – Gert Hansen, Høgni Madsen, Niels Pauli Danielssen – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

 

 

 

Tað endaði 1-1 á Skála. Soleiðis sum tað lagaði seg, so kendist tað ivaleyst soleiðis, at Víkingur misti tvey stig, og at skálamenn vunnu eitt stig. Víkingur hevði bóltin nógv tann størsta partin av tíðini, og dygst undan steðginum legði Víkingur seg framum við brotssparki, sum Súni Olsen umsetti til mál.

 

Miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði innskifti Brian Jacobsen, eftir at Ólavur Mikkelsen hevði lagt hornaspark innfyri. Tað eydnaðist Skála at varðveita støðuna og í løtum at vera vandamikið í skjótum mótálopum.

 

-Vit eru nøgdir við úrslitið. Málið var at vit skuldu vera tættir í verjuni og at skunda okkum í skjót mótálop. Tvær ferðir vóru vit tætt við, og nú fegnast vit um, at tað tvær ferðir á rað hevur eydnast at vinna stig. Spælarunum telur tað til rós, hvussu væl teir hava arbeitt, sigur Skála venjarin Eliesar Olsen, sum nú fer at fyrireika sínar menn til ferðina norður til Klaksvíkar 2. páskadag.

 

----

 

3 minuttir lagdir aftrat

90) 1-1

Víkingur pressar, og talan hevur verið um vandamiklar støður eftir deyðbóltar, men higartil hevur Skála hildið tørn.

75) 1-1

Víkingur hevur bóltin mest sum alla tíðina, og gestirnir spenna rættuliga álopsbogan. Tað eru bara tveir víkingar í verjuni. Tað ber møguleikar fyri opnum støðum í báðum endum við sær!

 

70)1-1: Brian Jacobsen 66.

Nú stendur á jøvnum á Skála. Innskifti Brian Jacobsen hevur javnað. Tað gjørdi hann við fínum saksisparki.

 

 

HÁLVLEIKUR

0-1

 

45) 0-1: Súni Olsen br 44.

Stutt undan hvíldini hevur Víkingur lagt seg framum við brotssparki. Miðvallarin Súni Olsen umsetti úr ellivu metrum. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið Heðin Hansen, eftir innlegg frá Sølva Vatnhamar, fór um koll í brotsteiginum.

 

30) 0-0

Skála leggur stóran dent á at verja og at dúva upp á snarálop. Í onkrum førum hava innleggini verið vandamikil.

 

Beti Víkinga møguleikin var, tá ið Heðin Hansen eftir horna við høvdinum sendi bóltin upp um málið.

 

Víkingur hevur bóltin meiri enn heimaliðið, men higartil hevur tað ikki eydnast at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

 

 

15) 0-0

Tað er málleyst á Skála, har líkindini at spæla eru góð. Sólin skínur, og tað er eitt lítið lot.

 

 

Skála-Víkingur klokkan 16.00

Dómari: Dagfinn Forná

Skála: Mark Ryutin - Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Andras Frederiksberg, Poul N. Poulsen – Edvin Jacobsen, Ólavur Mikkelsen, Jákup Johansen – Holgar Durhuus

Víkingur: Geza Turi – Hjartvard Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Heðin Hansen – Finnur Justinussen

 

 

 ------

Stóru høvuðsstaðarfeløgini B36 og HB eru topplið. Tey eru einsamøll á toppinum – í hvussu so er inntil seinni í kvøld, tá ið ÍF fær vitjan av EB/Streymi. Teir í Sundalagnum hava 8 stig, og teir kunnu við sigri í Fuglafirði leggja seg upp á síðuna av B36 og HB, sum hava 11 stig.

KÍ hevur saman við NSÍ 9 stig.

 

Inntil í dag var NSÍ topplið. Í dag var NSÍ í Gundadali, har liðið í 2. hálvleiki  í løtum setti HB undir stórt trýst. Tað eydnaðist at minka um munin til 2-1, og so var tað ógvuliga intenst, undirhaldandi og spennandi. Møguleikar vóru í báðum endum, men tað var HB, sum leikti um munin til bæði 3-1 og 4-1. Símun Samuelsen, sum hevur verið skaddur síðani síðsta summar, varð skiftur inn á HB liðið, og hann skoraði triðja málið.

 

Á Toftum vann B36 4-2. B68 legði seg framum beinanvegin, men B36 svaraði aftur. Tá so B68 miðverjin Mads Rosenberg varð vístur av vølli, tí dómarin metti, at hann hevði nýtt neyðbremsuna, gjørdist mótbrekkan ov brøtt hjá toftamonnum.

 

Í Klaksvík var Oddbjørn Joensen fyrstu ferð ábyrgdarmaður fyri AB. Stutt undan steðginum skoraði KÍ tvær ferðir. Fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin var um reppið, at AB minkaði um munin, men í staðin var tað KÍ, sum økti bæði til 3-0 og 4-0, áðrenn AB minkaði um munin.

 

Á Skála var fyrsta bríksl klokkan 16, og har var hálvleiksstøðan 1-0 til Víking.

 

KÍ-AB 4-1

B68-B36 2-4

HB-NSÍ 4-1

Skála-Vikingur 1-1

ÍF-EB/Streymur

 

 

 

 

 

 

 

LIÐUGT

4-1

90) 4-1: Andrew av Fløtum 89.

Talan verður um tryggan heimasigur. Hesa ferð skoraði Andrew av Fløtum, sum harvið er tvífaldur málskjútti, eftir fínt uppspæl í høgru, har René S. Joensen og Tróndur Jensen vóru meistarar fyri uppspælinum.

 

 

85) 3-1: Símun Samuelsen 83.

So tykist tað vera greitt, at øll stigini vera eftir í Gundadali. Innskifti Símun Samuelsen, sum síðani síðsta summar hevur verið skaðadarvaður, hevur skorað til 3-1. Pál Mohr Joensen spældi hann snilt leysan inn um, og Símun var púra kaldur, tá ið hann lyfti bóltin upp um Andras Gango og í málið.

 

80) 2-1

Tað luktar av máli, men spurningurin er, hvørjum enda tað verður skorað í. HB hevur verið tætt við, tá ið Heini Vatnsdal eftir horna sendi bóltin í tvørtræið aftanfyri Teit M. Gestsson.

 

70) 2-1

NSÍ leggur eitt øgiligt trýst á, og ferð eftir ferð bjargar Teitur M. Gestsson. Stóra munin ger innskifti Meinhard E. Olsen, sum hevur gjørt ein ógvusligan mun, síðani hann kom á vøllin.

Símun Samuelsen er komin inn á HB liðið i staðin fyri Kristin R. Mouritsen.

 

 

65) 2-1

NSÍ tevjar eitt mál aftrat, og toppskjúttin Klæmint A. Olsen og 17 ára gamli innskifti Meinhard E. Olsen hava rættiliga gjørt um seg.

 

60) 2-1

NSÍ hevur leikliga yvirvág, og eftir innlegg frá Árna Frederiksberg endaði bólturin á stólpanum. Áskoðararnir í vestara skýlinum eru væl mælskari nú, enn teir vóru í 1. hálvleiki.

 

 

55) 2-1: Magnus H. Olsen 54.

Spenningur er komin í, nú NSÍ hevur minkað um munin. Tað var miðvallarin Magnus H. Olsen, sum setti bóltin í HB málið. NSÍ hevur lotið undan, og trúgvin á, at tað skal bera til, kennist vera birt millum gestirnar.

Jens Joensen er nú miðverji hjá NSÍ, og Einar Tróndargjógv er vinstri vongverji.

Sjúrður Jacobsen og Meinhard E. Olsen eru komnir inn á miðvøllin.

 

53) 2-0

Tað er lívligt í Gundadali. Andras Gango hevur sæð gult fyri at steðga Heina Vatnsdal. Heimamenninir vildu hava dómarin at vísa reytt, men tí var hann ikki samdur við teimum í.

 

Í næstu løtu bjargaði Teitur M. Gestsson í HB málinum meistarliga, tá ið Árni Frederiksberg úr góðari støðu smekkaði bóltin ímóti HB málinum.

 

46) 2-0

HB hevur sett Levi Hanssen á vøllin í staðin fyri Christian R. Mouritsen.

Hjá NSÍ eru tvær skiftingar: Monrad Holm Jakobsen og Jann Martin Mortensen eru farnir av vøllinum, og í teirra stað eru komnir Meinhard E. Olsen og Sjúrður Jacobsen.

 

 

HÁLVLEIKUR

2-0

 

Síðstu løtuna undan steðginum var tað um reppið, at NSÍ minkaði um munin. Eftir hornasparksinnlegg var tað nógv aftur og fram frammanfyri HB málið, áðrenn Teitur M. Gestsson hevði fingið fatur á bóltinum.

 

40) 2-0

HB er greitt omaná, og nú var um reppið, at heimaliðið økti um leiðsluna. Enn eina ferð var tað Heini Vatnsdal, sum ikki hevði marginalirnar á síðnari síðu. Hesa ferð var hann spældur leysur í høgru, og bólturin brast í stólpan aftanfyri Andras Gango.

 

33) 2-0: Fróði Benjaminsen 32.

Nú gongur skjótt í Gundadali, har tað eru veteranarnir á heimaliðnum, ið eru eyðsýndir. Hesa ferð var tað Fróði Benjaminsen, sum á brotssparksblettinum hegnisliga tamdi bóltin, áðrenn hann smekkaði til, og bólturin smoygdi sær inn við stólparótini.

 

 

30) 1-0: Andrew av Fløtum 29.

So hevur HB fingið úrtøku buturúr yvirvágini, sum heimaliðið so við og við hevur tiltuskað sær. Eftir eitt av fleiri hornasparksinnleggum úr vinstru frá Tróndi Jensen var tað veteranurin Andrew av Fløtum, sum millum fleiri aðrar stakk seg upp og stýrdi bóltin í málið.

 

20) 0-0

HB hevur havt bóltin meiri enn NSÍ, og heimaliðið hevur tiltuskað sær tvey hornaspørk. Kortini er tað ikki serligur munur á liðunum.

 

 

12) 0-0 

Jens Joensen hevur á NSÍ miðvøllinum til uppgávu at ansa Fróða Benjaminsen.

Fríska lotið argar.

 

8) 0-0

Tað hevur gingið javnt á. Merkisvert er tað, at Jens Joensen, sum plagar at vera miðverji, í dag er á miðvøllinum hjá NSÍ.

 

HB-NSÍ kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur M. Gestsson – René S. Joensen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen - Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen, Heini Vatnsdal – Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv, Monrad Holm Jakobsen - Jens Joesnen, Magnus Olsen -Andy Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen

 

-----

 

LIÐUGT

2-4

 

2-4: Óli H. Olsen 90.

Undirmannaða B68 hevur pyntað um fyri heimaliðið, tá ið hann varð spældur leysur innanfyri frammarlaga staddu B36 verjuna.

 

 

85) 1-4: Hørður Askham

Miðverjin Hørður Askham verður í hvussu so er tvímálaskjútti í dag. Nú hevur hann eftir horna við høvdinum økt um B36 leiðsluna, so hon nú er 4-1.

 

 

60) 1-3

Tað er rættiliga friðarligt á Svangaskarði.

 

HÁLVLEIKUR

1-3

 

45) 1-3: Jákup á Borg br 44.

Spurningurin á Svangaskarði er bara, hvussu stórur B36 sigurin fer at verða á Svangaskarði, har heimaliðið er undirmannað. Hesa ferð var tað liðformaðurin Jákup á Borg, sum umsetti brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tí hann metti, at Jákup á Borg varð skumpaður í ryggin.

 

 

36) 1-2

B36 hevur bóltin mesta partin av tíðini, men enn hevur ikki eydnast at økja um leiðsluna.

Ovi Brim er settur aftur á plássið í miðverjuni, sum var tómt eftir at Mads Rosenberg sá reytt. Óli H. Olsen er fluttur aftur á miðvøllin, og Evrard Blé er einsamallur í B68 álopinum.

 

 

27) 1-2: Lukasz Cieslewicz

B36 hevur eftir innlegg úr høgru lagt seg framum. 

 

24) 1-1

B68 hevur mist ein mann: Miðverjin Mads Rosenberg hevur sæð reytt fyri at nýta neyðbremsu ímóti Lukasz Cieslewicz.

 

18) 1-1

B36 hevur bóltin størsta partin av tíðini, men tað er B68, sum hevur havt størsta møguleikan, síðani bæði liðini skoraðu beinanvegin. Óli H. Olsen var púra leysur, men hann sendi bóltin í stólpan aftanfyri Tórð Thomsen.

 

 

5 min.

1-1: Hørður Askham 5.

Alex Mellemgaard legði fríspark innfyri, og miðverjin stýrdi bóltin í málið.

 

1-0: Óli H. Olsen 1.

B68-B36 kl. 15.00

B68: Kristian Joensen – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Kristian Anton Andreassen – Hákun Edmundsson, Janus Mortensen, Jann Ingi Petersen, Evrard Blé - Óli H. Olsen, Ovi Brim

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Jákup á Berg, Róaldur Jakobsen, Hanus Thorleifsson, Rasmus Dan Sørensen – Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal

 

 

-----

LIÐUGT

4-1

 

90) 4-1

 

 

75) 4-1: Dion Splidt

Eftir horna hevur Dion Splidt við høvdinum minkað um munin.

 

70) 4-0: Páll A. Klettskarð 66.

 

50) 3-0: Rodrigo Silva

AB hevur verið nógv bragdligari enn undan steðginum, men tað er KÍ, sum hevur økt um leiðsluna. Eftir innlegg frá vongverjanum í vinstru, Tórur Justesen, hevur Rodrigo við høvdinum skorað til 3-0.

 

 

HÁLVLEIKUR

2-0

Síðsta korterið undan steðginum hevur KÍ so við og við tikið yvir.

 

43) 2-0: Hjalgrím Elttør

So hevur KÍ økt um leiðsluna. Eftir fínt samanspæl á miðvøllinum og út í høgru varð bólturin lagdur innfyri til KÍ liðformannin Hjalgrím Elttør, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

 

 

40) 1-0: Sørmundur Kalsø

So hevur KÍ lagt seg framum. Málskjútti var miðverjin Sørmundur Kalsø, sum eftir horna og eitt sindur av aftur og fram smekkaði bóltin í málið.

 

35) 0-0

AB hevur lagt sera verjukent fyri. KÍ hevur havt bóltin mesta partin av tíðini, men heimaliðið hevur ikki megnað at spæla seg til fleiri upplagdar møguleikar.

 

 

30) 0-0

 Heimaliðið hevur havt tveir hálvar møguleikar, men annars hevur talan ikki verið um upplagdar møguleikar.

 

KÍ-AB klokkan 15.00

Dómari: Petur Reinert

 

----