plássið frá Hera við einum kasti, sum var 34,02 m. Heri svaraði aftur beinanvegin og kastaði 35,98. Tað hendu ongar broytingar í 6. umfari. Tey endaligu úrslitini í FM í spjótkast gjørdust: Kvinnur: 1. Jensia [...] Tórshavn ? 24,59 m 2. Randi Kúrberg, Bragdið ? 23,70 m 3. Ingibjørg Poulsen, Bragdið ? 15,23 m Menn: 1. Jørgen Meitilberg, Bragdið ? 47,87 m 2. Jón Egholm, Tórshavn ? 36,70 m 3. Heri Ziska, Bragdið ? 35
gjørdi ikki mætari enn at teir ruddiliga vundu burturúr ÍFb. Fyrsta sett vann Fram so greitt sum 15-1, eftir bert 12 minuttum. Í øðrum settið gjørdi ÍFb eina lítla roynd at fylgja Fram, men tað hjálpti [...] hjálpti so sera lítið. Teir megnaðu at fylgja Fram upp til 3-3, tá teir máttu sleppa takinum. Hiðani frá var tað Fram, sum settið dagsordan í dystinum, og tá teir høvdu spælt í 16 minuttir var settið liðugt og [...] tað endaði 15-7 til Fram. Triðja sett var sum tað fyrsta, bara enn styttri. Fram vann triðja sett 15-1, og tað tók bert 11 minuttir at spæla. So í alt vardi dysturin í 39 minuttir, og tá settini vórðu løgd
føroyingarnir, sum nú fáa boðið stutttíðarstarv hjá DONG fevna rættiliga víða innan oljuvinnuna - frá búskaparfrøðingum og sakførarum til jarðfrøðingar og verkfrøðingar. Teir koma nú at arbeiða á teimum [...] umleið 400 fólk. Í 1997 hevði samtakið ein umsetning uppá 7,5 mia. kr. Eftir skatt varð úrslitið góðar 1,3 mia. kr. Danski staturin eigur øll partabrøvini í DONG. DONG er eisini við í oljusamtakinum ?The Faroes [...] Faroes Partnership?, sum fevnir um Amerada Hess, Lasmo og Norsk Hydro. Samtakið ætlar sær at vera við í 1. lisensrundu við Føroyar, tá hann verður. Eisini hini feløgini í samtakinum arbeiða miðvíst við at útvega
fundinum varð skotið upp at hækka limagjaldið úr 0,5% upp í 1%. Hetta kemst av, at limagjaldið til Føroya Arbeiðarafelag er hækkað úr 0,5% upp í 1% við tí høvuðsendamáli at styrkja verkfalsgrunnin. Hetta [...] taka limirnir í Sands Arbeiðarafelag undir við, tí tað varð samtykt. Á fundinum varð eisini greitt frá aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag m.a. um lívstryggingina og eftirlønina. Stór framgongd Terji Dalsgaard
vegin ígjøgnum. Einastu ferð StÍF hevði samband aftur við Neistan var tá Sóley Mikkelsen javnaði til 1-1, men eftir tað fekk Neistin fýra mál meðan StÍF bert fekk eitt. Annars má sigast um fyrra hálvleik [...] men hóast tað, so er tað ov lítið við ellivu málum í einum hálvleiki. Neistin fór longur og longur frá StÍF og í veruleikanum var dysturin avgjørdur longu tá fyrri hálvleikur var farin. Neistin koyrdi á
nógv mál vórðu gjørd eftir lítlari løtu ? og í fyrraárið vann HB 2-1. Bæði í 1993 og 1994 var javnt, í 1992, tá B68 vann FM, sigraðu teir 1-0 á HB, men í 1991 vann HB 2-0, og í 1990, tá HB vann FM, var 0-0 [...] HB fer at vitja á Svangaskarði í morgin, og skulu vit ganga út frá hagtølunum seinnu árini, so eru møguleikarnir fyri at gestirnir fáa stig rættiliga góðir. Í fjør vann HB 4-3 á Svangaskarði ? tað var
Haraldsen skoraðu málini, tá U19-landsliðið við gentum vann seinna venjingardystin móti Estlandi 4-1, skrivar Fótbóltssambandið. – Hesir báðir venjingardystirnir hava verið sera ymiskir. Fyrri dysturin [...] Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, millum annað, eftir at tær leygardagin vunnu 4-1 í seinna venjingardystinum móti Estlandi. Málini skoraðu Maria Vinjardsdóttir Johansen, Malena Olsen [...] við heimasíðuna hjá FSF. Næst á skránni hjá U19-gentunum er EM-undankapping í Litava, sum verður frá 6. til 15. november. Umframt Føroyar og Litava, eru Ísland og Liktinstein eisini við í bólkinum. ##ms##
Tórshavn og á Kambsdali, og um 500 næmingar fáa undirvísing frá Kyn í ár. Í ár hevur Kyn valt at leggja dent á Fyrstu Ferð. Kyn undirvísir 1.flokki á miðnámi, og næmingarnir eru um 16 ár. 16 ár er danski [...] almenna spurnakanning um evnið og við ymiskum kunnandi tilfari á Instagram, TikTok og Facebook. Yvir 1.500 fólk hava luttikið í spurnakanningini, og hesi hava m.a. svarað, um tey hava havt sex, hvussu gomul
Meira enn 3,1 milliard fólk brúka hvønn dag eina av appunum hjá Meta – teirra millum Facebook, og Mark Zuckerberg sigur 2023 vera eitt »effektivitetsár«, sum hevur sum mál at gera Meta til eina sterkari [...] endaði eitt týdningarmikið ár fyri samfelag okkara og virki okkara. Vit meta, at tað eru fleiri enn 3,1 milliardir fólk, sum brúka minst eina av appum okkara hvønn dag, skrivar hann. Umframt Facebook hevur [...] stóra íløgan, sum kom uttanífrá, gjørd upp á 500.000 dollarar – umleið 3,4 milliónir krónur. Tað var frá Peter Thiel, sum var við til at stovna PayPal. Í 2005 skifti felagið navn til Facebook. Og í dag hevur
roknað við, at HB fór at vinna á heimavølli ímóti undirtippaða ÍF. HB vann 4-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Fuglfirðingar vóru væl tilvitaðir um, at leikluturin hjá teimum var at verja, og so at vóna, at tað [...] eftir steðgin, og tá eydnaðist tað HB í 10 minuttir at skora trý mál og harvið at staðfesta sigurin. 1-0 málskjúttin Mohamed Samba átti næstsíðsta fótin á, tá ið Hanus Sørensen varð spældur púra leysur og [...] og skoraði. Miðvallarin Sammy Skytte skoraði fyri fyrstu ferð fyri HB, tá ið hann eftir horna frá Hanus Sørensen økti til 3-0, og Hanus Sørensen átti eisini uppleggið, tá ið Áki D. Samuelsen staðfesti