B68 kann gera B36 til meistarar

Fótbóltur: Men HB hevur ikki slept vónini og spælir fyri møguleikanum at vinna gull

HB fer at vitja á Svangaskarði í morgin, og skulu vit ganga út frá hagtølunum seinnu árini, so eru møguleikarnir fyri at gestirnir fáa stig rættiliga góðir.

Í fjør vann HB 4-3 á Svangaskarði ? tað var ta ferðina, at nógv mál vórðu gjørd eftir lítlari løtu ? og í fyrraárið vann HB 2-1. Bæði í 1993 og 1994 var javnt, í 1992, tá B68 vann FM, sigraðu teir 1-0 á HB, men í 1991 vann HB 2-0, og í 1990, tá HB vann FM, var 0-0.

Toftamenn eru framvegis rættiliga illa staddir, og fyri teir hevði ein sigur verið kærkomin í strembanini at tryggja sær framhaldandi uppihald í bestu deildini.

B68 hevur verið plágað av nógvum kortum, skaðum og av at spælarar hava verið noyddir at vera burtufrá okkurt vikuskiftið, men nú hava teir alt fólkið tókt. Eitt sindur av iva er kortini um Páll Didriksen, sum hevur drigist við ein skaða, ið hevur verið so mikið meinur, at álopsmaðurin ikki hevur fingið vant við fullari ferð.

Signar Johannesen er komin aftur av flatlondum, Ingi Hansen, sum hevur verið skaddur í knænum, hevur vant í vikuni, og Øssur Jacobsen, sum var leikbannaður ímóti VB, er tøkur aftur.


Tveir burturfrá

Tað hevur gingið væl hjá HB í landskappingini síðstu vikurnar. Teir hava vunnið tríggjar ferðir á rað, og teir royna at vera klárir, um tað skuldi komið fyri, at B36 fann uppá at snáva, nú gullið er komið upp undir land.

Og um HB ikki fær øll stigini við sær, og B36 vinnur í Gundadali ímóti NSÍ, so verður FM heitið avgjørt hetta vikuskifti. Tað hevði ikki smakkað teimum í HB serliga væl.

Hjá HB er Mikkjal Thomassen leikbannaður, og Andreas F. Hansen er skaddur. Í vikuni hevur hann verið á Tvøroyri, har teir hava hugt inn í knæið. Hvussu tað verður við fótbóltinum tað, sum er eftir av árinum, var ikki greitt, tá vit vóru í sambandi við HB hóskvøldið.