fiskur undir Føroyum. Eins og í fjør var tó nakað av lodnu at fáa á yvirlitstrolingini. Lodna var fingin á 13 støðum innarliga á Landgrunninum, og tað var rættiliga vanligt at finna lodnu í fiskamagum, [...] tíma. Hetta skrivar Havstovan á heimasíðu síni. – Hýsan var framvegis at fáa í stórum nøgdum, tó tað var nakað minni enn í fjør. Nøgdin av upsa var eisini størri enn hevur verið vanligt seinastu árini
Rasmussen. Talan var um fýra oljumálningar, sum vóru málaðir í seksti árunum. Ein málningur var av grindadrápi, hinir tríggir vóru landslagsmyndir úr Føroyum. Málningurin »Fólk við havið« fór fyri hægstu upphæddina [...] málningarnir seldir fyri 230.000 krónur. Í øllum førum var keypsprísurin á leið tað, sum metingin segði frammanundan. Verk eftir Mikines verða regluliga seld á uppboðssølu í Danmark, og vanliga er stórur áhugi [...] upphæddina. Keyparin fekk málningin fyri 75.000 krónur, og tað var í tráð við metingina, sum Bruun Rasmussen hevði gjørt. ##med2## Hinir tríggir málningarnir fóru við avikavist 68.000, 47.000 og 40.000 krónur
Tølini tala sína greiðu talu. Svøríki smurdi Føroyar av í fyrra hálvleiki í EM-undankappingardystinum á Tórsvølli í kvøld, um enn seinni hálvleikur var eitt liviligt avrik. Var hepnið við føroyingum høvdu [...] pyntað um við einum ella tveimum málum. Hinvegin kundi Svøríki eisini bygt uppá 4-0 leiðsluna teir høvdu í steðginum. Føroyar-Svøríki 0-4 (0-4) 12' 0-1 Alexander Isak 15' 0-2 Alexander Isak 23' 0-3 Victor Lindelöf [...] Quaison HER ber til at síggja og hoyra frá SVT (svenska kringvarpinum) : 1) Málini Svøríki fekk móti Føroyum. 2) Samrøða við Alexander Isak. 3) Samrøða við Victor Lindelöf 4) Samrøða við Robin Quaison
hesum eitt tilboð at menna seg saman við øðrum leikarum í landinum og spæla tónleik, ið er avbjóðandi og mennandi. Umframt konsertferðir í Føroyum hevur orkestrið sum endamál at fara uttanlanda á konsertferð [...] Lands Orkestur hevur konsert í Skúlanum við Løgmannabreyt leygardagin 9 des. kl. 16.00 Føroya Lands Orkestur er landsdekkandi orkestur fyri teir blási og slagverksnæmingar í Føroya Musikkskúlaskipan, ið
Spiseguide heiðrar í kvøld matstovuvinnuna á Frederiksminde Hotel í Præstø í Suðursælandi. Les eisini: Matstovan Barbara er Ársins Fiskamatstova Tríggjar innstillingar vóru úr Føroyum. »Barbara«, sum vann [...] heiðurin sum »ársins fiska- og skeljadjóramatstova«, John Mikkelsen, høvuðstænari á matstovunum heima í Havn sum »ársins tænaraprofilur« og Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks sum »ársins kokkaprofilur«
roynd aftur í morgun klokkan 10.50. Enn er ikki greitt, nær SAS ger eina nýggja roynd. Hetta fer eisini at ávirka restina av flogferðsluni í dag. Báðar fráferðirnar hjá Atlantsflog úr Føroyum eru seinkaðar [...] ella mjørkin, sum darvaðu flogferðsluni í gjárkvøldið er ikki heilt greitt, men líka mikið, so lendu hvørki flogfarið hjá SAS ella hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn í gjárkvøldið. Flogfarið hjá SAS fór aftur
ði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at skipini hava eina blanding av toski hýsu, longu, brosmu og svartkalva. - Vit vænta eisini, at tvey línuskip koma inn at landa seinni í vikuni sum kemur. [...] kemur undan Íslandi og eitt undan Føroyum. Fleiri línuskip, sum nýliga hava landað, liggja framvegis, og tey fara helst út aftur, tá veðrið batnar. - Streymurin verður harður í næstu viku, og veðrið verður [...] verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðri teir næstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.
felagið tíverri, at tað er ein sannroynd. 19 av teimum 400, ið eru uppsøgd hava bústað í Føroyum. Vit tosaðu við Antares í august, tá Mærsk kunngjørdi, at felagið fór at siga fólki upp. Tá væntaðu teir, at [...] Mærsk Supply Service kunngjørdi í august mánaði, at uml. 400 sjófólk hjá felagnum fóru at fáa uppsagnarskriv og upp til 20 skip verða seld. Orsøkin var fallandi eftirspurningur og fallandi prísurin á olju [...] olju. Felagið hevur eisini framt stórar broytingar innanhýsis og í skráseting av skipum. Tað eru nógvir føroyingar, ið sigla hjá Mærsk og tí var hugsandi, at onkur føroyingur fór at verða millum tey uppsøgdu
ríkisfelagsskapin. Hann ger púra greitt, at tað er danska grundlógin, sum ræður í Føroyum, og at føroyska stjórnarskipanin er beinleiðis í stríð við donsku grundlógina. Um Føroya Løgting samtykkir stjórnarskip [...] ríkisfelagsskapinum. Forsætisráðharrin skrivar eisini í brævinum, at landsstýrið og danska stjórnin skulu tosa saman, áðrenn stjórnarskipanin verður samtykt í løgtinginum.
øllum kampingvognunum í Føroyum. Hentleikarnir av teimum allarbestu: El og vatn er lagt á økið, umframt at umstøður eru til at tøma rottangan. Skipað verður fyri felags hugnakvøldi í B-68 húsinum leygarkvøldið [...] størsta kampingtreff. Umleið 80 kampingvognar eru teknaðir til, og longu í gjárkvøldið komu fleiri kampingvognar inn á Svangskarð. Í løtuni eru Reyni Service við at rigga eina framsýning av nýggjum og brúktum