Tølini tala sína greiðu talu. Svøríki smurdi Føroyar av í fyrra hálvleiki í EM-undankappingardystinum á Tórsvølli í kvøld, um enn seinni hálvleikur var eitt liviligt avrik. Var hepnið við føroyingum høvdu vit kunna pyntað um við einum ella tveimum málum. Hinvegin kundi Svøríki eisini bygt uppá 4-0 leiðsluna teir høvdu í steðginum.
Føroyar-Svøríki 0-4 (0-4)
12' 0-1 Alexander Isak
15' 0-2 Alexander Isak
23' 0-3 Victor Lindelöf
41' 0-4 Robin Quaison
HER ber til at síggja og hoyra frá SVT (svenska kringvarpinum) :
1) Málini Svøríki fekk móti Føroyum.
2) Samrøða við Alexander Isak.
3) Samrøða við Victor Lindelöf
4) Samrøða við Robin Quaison











