Fyri løtu síðani var Poul Andreas Ziska, høvuðskokkur á Koks, kosin »Årets kokkeprofil 2017« av Den Danske Spiseguide.
Poul Andreas Ziska var innstillaður saman við Paul Cunningham frá »Henne Kirkeby Kro«, Michael Miv Pedersen, frá »Tabu«, Claus Henriksen frá »Dragsholm«, Rainer Gassner frá »Ti Trin Ned« og Bryan Francisco frá »Tree-Top«.
Den Danske Spiseguide heiðrar í kvøld matstovuvinnuna á Frederiksminde Hotel í Præstø í Suðursælandi.
Les eisini: Matstovan Barbara er Ársins Fiskamatstova
Tríggjar innstillingar vóru úr Føroyum. »Barbara«, sum vann heiðurin sum »ársins fiska- og skeljadjóramatstova«, John Mikkelsen, høvuðstænari á matstovunum heima í Havn sum »ársins tænaraprofilur« og Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks sum »ársins kokkaprofilur«.
Av trimum innstillingum vunnu føroyingar tveir heiðrar.