Nokk av hýsu til

Lítið av toski er at fáa, sigur Havstovan

Tær árligu yvirlitstrolingarnar á vári á føroyska landgrunninum eru nú gjørdar við Magnusi Heinasyni. 100 hál vórðu tikin, og hvørt hál vardi ein tíma. Hetta skrivar Havstovan á heimasíðu síni.

– Hýsan var framvegis at fáa í stórum nøgdum, tó tað var nakað minni enn í fjør. Nøgdin av upsa var eisini størri enn hevur verið vanligt seinastu árini, sigur Havstovan.

Øðrvísi var við toski og lodnu.

– Hinvegin var lítið at fáa av toski. Lodna er sjáldsamur fiskur undir Føroyum. Eins og í fjør var tó nakað av lodnu at fáa á yvirlitstrolingini. Lodna var fingin á 13 støðum innarliga á Landgrunninum, og tað var rættiliga vanligt at finna lodnu í fiskamagum, serliga hjá toski, skrivar Havstovan.