vitan er menniskjalig, ein háttur hjá menniskjanum at fáa hald á umheiminum og skapa sær ein heim at liva í. Vitan kann vera meir ella minni eksakt og empiriskt funderað. Religión er ein formur fyri vitan, [...] verður gjørt burtur úr Darwin beint nú? Ja, ein fær hug at spyrja, um tað er hent okkurt nýliga, sum ger, at Darwin knappliga má diskuterast á ein hátt, so ein skuldi trúð, at annar hvør føroyingur ?trýr [...] um. Um so er, so livir frálæran ikki upp til vanlig krøv fyri slíka frálæru. Darwinisman ein hypotesa Tað er ein royndur lutur, at darwinistiska hypotesan um menningina av teimum ymsu djóra- og plantusløgunum
Undirhaldsmøguleikarnir eru óteljandi í nútíðarsamfelagnum, og tí hevur eitt ungmannafelag kanska ikki eins stórt virðið og tað hevði, men húsið, felagið, er framvegis karmurin um eitt blomstrandi mentanarlív [...] hvat tey skulu brúka hana til, men hví ikki hava t.d. upplestrarkvøld um vetrarnar?? Hvør veit, kanska býr ein lítil rithøvundur í búkinum á onkrum sandingi. Møguleikarnir eru fleiri, uttan at eg skal nevna [...] dag, blivu broytt. Livandi og hugvekjandi varð greitt frá hesi hending, ið nærum hevði kostað Sands bygd tjúgu mannalív. 10 ár seinni, skuldi tað vísa seg at havsins til tíðir náðileysa nátúr var náðileys
leygarkvøldið. Ein er í upptøkuhølunum og spælir og veit kanska ikki hvussu tað verður móttikið, ið ein ger. Nú veit ein, at ein kanska fær okkurt. Hetta við planetunum og heiðranini er ein gularót, metir [...] metir Kim. Men hinvegin sigur Kim seg ikki hugsa so nógv um slíkt. Men vandin er kanska hinvegin, at nú kanska onnur hugsa, at har gongur Føroya besti , hugleiðir Kim, sum annars tekur tað heilt róliga, hóast [...] Hetta er ein viðurkenning og er jú positivt í sær sjálvum. Tónleikarar hava ikki verið so viðurkendir áður, men hetta er eitt herðaklapp, sigur Kim Hansen í viðmerking til heiðurin, ið hann fekk sum ársins
av Trøllanesi, og áttu teir ein triðing av partapeninginum. Millum partaeigararnir vóru beiggjarnir hjá Jóhannes. Ein av hesum abbi Jóhonnu Matheu, Mikkjal Pauli. Ein partaeigari var eisini Absalon [...] Nógv fólk og eisini útlendingar komu ár um ár. Ein av gestunum, tá Jóhanna Mathea var lítil, var ein gomul gøtukona við einum dreingi, sum helst var ein ommusonur. Hann kallaðist Hans Jakku, og hevur [...] størstu persónligheitirnar, har fjarstøðan lítið og einki hevur at siga. Ein av teimum var Absalon Guttormsen, sum gjørdist ein tann fremsti talsmaðurin fyri fráhaldssakina í síni tíð. Og man tað vera
Sangurin Varmakelda eftir Hans Andrias Djurhuus og Jógvan á Lakjuni er eisini ein av teimum fjálgu og vøkru sangunum, sum eins og ein málningur opnast fyri eygum tínum, tá hann verður sungin. Tað er neyvan av [...] uppvaksin í hesi bygd, sum hetta vikuskiftið heldur stevnu. Og so er tað, eg spyrji meg sjálvan: Hví verður hesin heiður at halda midnáttarrøðuna sýndur júst mær? Hví verður t.d. ikki ein skúvoyingur ella [...] ella lopransmaður biðin? Ella hevði t.d. ikki ein brasilianari ella týskari havt nógv meira spennandi at sagt okkum enn ein hálvkeðiligur gráhærdur fuglfirðingur? Uttan iva. Hóast Ronaldo og Oliver Kahn
vísti tað seg, at tað var ein ketildrakt, sum menn høvdu fylt við skúmi. - Ilt er at siga, hvør hevur gjørt hetta og hví. Kanska er tað fyri at arga onkran, kanska okkum, ella kanska er tað sett upp sum eitt [...] Um tveytíðina í nátt settu fólk seg í samband við løgregluna, tí tey vóru stúrin um ein mann, sum sat á einum byggiplássi í Havnini. Maðurin hevði sitið í sama stað í longri tíð, og fólk fóru at stúra
annað virka sum eitt sambýli fyri átta eldri fólk. Samstundis við hetta skal ein stova vera til barnaansing og ein skúlastova, eins og møguleiki skal vera fyri ymiskum virksemi sum hevur við ferðavinnuna at [...] burturvið at leggja eitt slíkt hús á einum so fjarskotnum staði. Men fyri fugloyingar er hetta kanska ein spurningur um lív ella deyð, ella um at menna oynna og skapa liviumstøður her. Hetta uppskotið [...] arbeiði og okkurt, sum kundi fáa tey at støðast. Ein fortreyt fyri hesum var, at fólk mátti skilja at samfelagið á eini útoyggj er øðrvísi enn onnur, og ein tí mátti laga alt eftir hesum umstøðunum. Og hví
at ein arbeiðir við at geva føroyskum bygdum gøtunøvn. Men tá ein einaferð fer undir hetta í økinum fram við Sundalagnum, er ikki vist, at tann uppgávan er so løtt. Tann stóri spurningurin, sum ein kann [...] hevur bygt har. ?Hyggur ein eftir støðunum hjá Føroya Tele, so bar ein av hesum støðunum áður júst navnið Nesvík. Í dag er henda støðin løgd undir alt Norðstreymoyar økið. ?Hyggur ein kommunalt eftir økinum [...] einsamallur í bygdini og hevur langan veg til næsta granna og næstu bygd. - Eg keði meg ikki eina løtu. Eg havi altíð okkurt at takast við. Og tá ein hevur bil, so er tað so nógv lættari at ferðast, sigur hann
hava verið til skips í 12 ár og ein vetur á Føroya Fólkaháskúla, at handla í Nesi, har eingin handil var fyrst í nítjanhundraðogtjúgu árunum. Men av at handla í so lítlari bygd – u.l. eini 18-20 húski – kundi [...] hava sítt livibreyð. Hann var tí við í øllum vanligum arbeiði í bygdini og róði út. Handilin – fyri ein stóran part – tóku konan og børnini sær av, so hvørt sum tey komu so frægt til. Og her kemur Betta [...] Næs, sum tók handilin eftir faðir sín so leingi, møguligt var hjá honum at hava handil í so lítlari bygd fram til 1974. Frá 14-16 ára aldri var hon mest sum tann fasta “ekspeditrisan”. Men hon vildi eisini
áðrenn. Ein avbjóðing var prædikustólurin. - Ja, tað var tað. Vit máttu simpelthen bara hiva hann upp frá gólvinum, soleiðis at vit kundu arbeiða í friði og náðum við gólvinum. Og beint nú er ein maður í [...] Teir ráða tí til, at kirkjan verður niðurtikin og nýggj bygd í staðin. Og av kirkjusýninum, sum verið hevur 12. juni 1860 sæst, at nýggj kirkja er bygd í 1859. Frá aldarskiftinum og fram til 1915 var kirkjan [...] verða liðugt innanveggja. Ætlanin er somuleiðis at gerast skal eitt fýrrúm og toilett uttanfyri. - Ein umsókn um tað er farin til býráðið, sum fyrst má góðkenna ætlanina, vísir Hanus á. FAKTA Mikladals