Hóast nógv fólk eru flutt av Fugloy tey seinastu mongu árini, eru framvegis fólk við áræði og sum hava vón um eina bjarta framtíð fyri hesa eystastu oyggj okkara.
Á stevnuni í Norðurlandahúsinum í gjár legði eitt teirra - Marianna Debes Dahl – fram eitt forvitnisligt uppskot um, hvussu ein kann skapa bæði trivna og lív í Fugloy. Kostnaðurin er mettur til 12 mió kr.
Mong munnu helst halda, at tað er burturvið at leggja eitt slíkt hús á einum so fjarskotnum staði. Men fyri fugloyingar er hetta kanska ein spurningur um lív ella deyð, ella um at menna oynna og skapa liviumstøður her.
Hetta uppskotið hevur enn ikki møtt nóg stórari vælvild frá landsmyndugleikunum. Men hinvegin, tá talan er um kommununa í Hattarvík og á Kirkju er eingin ivi um, hvønn týdning ein slík ætlan hevur.
Á stevnuni í gjár kundu Marianna Debes Dahl nevniliga upplýsa, at Fugloyar kommuna er hugað at brúka helvtina av síni ogn í hetta spennandi málið!
- Vit vita, at nógvur peningur er lagdur í skip og bátar gjøgnum árini. Nú vóna vit, at myndugleikarnir somuleiðis vilja stuðla okkara ætlan um at menna okkara oyggj, sigur Marianna.
Í bygginevndini sita Zacharis Zachariassen, Amalja í Frammistovu, Jóannis Christiansen og Marianna Debes Dahl.
Vónin ikki flutt av oynni
Marianna Debes Dahl vísti í framløgu síni á, at hóast fólk eru flutt úr Fugloy og inn á meginlandið, er vónin ikki flutt við.
Fólk fóru nevniliga at hugsa, at tað mátti kunna gerast okkurt munagott í oynni. Okkurt, sum kundi útvega fólki arbeiði og okkurt, sum kundi fáa tey at støðast.
Ein fortreyt fyri hesum var, at fólk mátti skilja at samfelagið á eini útoyggj er øðrvísi enn onnur, og ein tí mátti laga alt eftir hesum umstøðunum. Og hví ikki taka støði í verandi umstøðum og í teim gomlu bóndahúsunum har øll ættarliðini húsaðust undir eini og somu lon?
Hugsanin kom fram um at gera eitt einstakt hús, har børn, ung og gomul kundu halda til undir somu lon. Tey settu seg í samband við arkitektin Jóruna í Dali og bóðu hana evna til eitt uppskot.
Hon fór undir hetta við góðum hugi, og gjørdi eitt forvitnisligt uppskot til eini slík hús - eitt sonevnt fjølbýli. Hetta húsið skuldi millum annað virka sum eitt sambýli fyri átta eldri fólk.
Samstundis við hetta skal ein stova vera til barnaansing og ein skúlastova, eins og møguleiki skal vera fyri ymiskum virksemi sum hevur við ferðavinnuna at gera.
Tey hugsa sær her møguleikan at kunna bjóða fólki á skeið og annað, soleiðis at arbeiðspláss kunnu verða útvegað.
- Á henda hátt kundi fólkið í oynni havt hetta sum eina hjávinnu, segði Marianna.
Ætlanin er somuleiðis at fjølbýlið skal hitast við sólorku, og gevur hetta aftur heilt aðrar møguleikar: Hvør veit – kanska verður ein svimjihylur einaferð úti í Fugloy?!
Trúgva ikki uppá ætlanina
Alt slíkt kostar sjálvandi pening. Marianna Debes Dahl nevndi eina upphædd uppá 12 mió kr.
Tey høvdu søkt um fígging til fjølbýlið, millum annað umvegis játtanina til røktarheim, men hetta bar ikki til. Best hevði verið um lógarverkið varð lagað til umstøðurnar á útoyggjunum.
Yvirhøvur tykist tað sum um útoyggjarnar hava trupult við at fáa fígging til teirra ætlanir, tí teir játtandi myndugleikarnir hava ov ilt við at trúgva uppá ætlanirnar á útoyggj. (Hetta koma vit aftur til í eini seinni grein um útlánspolitikkin hjá Eik mótvegis útoyggjunum, blaðm.)
- Tað virkar ofta sum um myndugleikarnir eru irriteraðir inn á okkum sum búgva á útoyggj. Ja, ein fær nærum ta fatan, at teir hugsa sum so: Hví flyta hesi fólkini ikki bara inn á meginlandið?!
Uppskotið um fjølbýlið hevur ikki bert møtt vælvild frá myndugleikanna síðu. Tey fingu millum annað noktandi svar frá innlendismálaráðnum.
- Tað undrar okkum almikið, at fólk við góðari útbúgving ikki taka ímóti okkum og okkara uppskotum við opnum ørmum.
- Her kundu vit møtt teimum við okkara uppskoti, samstundis sum tey hjálptu okkum áleiðis við teirra vitan og resoursum. Á henda hátt kundi okkurt skilagott komið burtur úr, sigur Marianna Debes Dahl.
fyri seg
Skapa umstøður fyri vinnuni
Uppskotið um fjølbýlið í Fugloy tekur støði í arbeiðsumstøðunum á bygd.
Fugloy er merkt av at menninir eru sjómenn, og at konurnar tí í stóran mun eru eftir heima við hús.
Fyri at geva teimum ein áhugaverdan gerandisdag – og helst eisini eitt fast arbeiði á oynni – var eisini neyðugt við ansingini.
- Hví ikki geva mammunum ein møguleika til annað enn bert at ansa eftir børnunum?, spurdi Marianna.
Hon var sannførd um, at missa vit útoyggjarnar, koma tær ikki fyri seg aftur. Eitt er at hava góða samferðslu, men neyðugt er eisini at skapa umstøður fyri vinnuligum virksemi her.
- Blussið er longu so lágt, at verður einki gjørt nú, verður ikki væl vorðið í framtíðini, segði Marianna Debes Dahl.
FAKTA
Útoyggjastevnan ‘07
Ráðstevnan “Mín oyggj – mín framtíð” varð hildin í Norðurlandahúsinum 23. apríl. Fyriskipari var Útoyggjafelagið.
Endamálið var at lýsa umstøður og møguleikar fyri vinnu og menning á útoyggj, og at vísa á ætlanir sum eru settar út í kortið á útoyggjum okkara.
Trupult at koma aftur til eina útoyggj
Marianna Debes Dahl vísti í framløgu síni, at hagtølini prógva tað, sum øll helst munnu vera greið um: At fólk flytur av útoyggj.
Um ein hyggur eftir talinum á teimum sum eru flutt av útoyggj síðani aldarskiftið, og samanber tað lutfalsliga við talið á teimum sum í síni tíð fluttu úr Føroyum, er støðan púra greið:
Tað fluttu nærum tvífalt so nógv fólk av útoyggj sum úr Føroyum undir kreppuni. Hetta er greitt tekin um, hvussu illa fyri útoyggjarnar eru fyri í dag.
Nógv av teimum sum fluttu undan kreppuni í onnur lond, eru í dag komin aftur til landið. Men spurningurin er, um eins mong eru flutt av meginlandinum og aftur til útoyggj sína.
Marianna Debes Dahl setti tí spurningin fram um, hví fólk rýmir av útoyggj. Tey hava trivist her, men umstøðurnar í samfelagnum eru so nógv broyttar gjøgnum árini.
Hon vísti fyrst til fiskivinnusamfelagið, har familjurnar fluttu nærri til staðið, har menninir fiskaðu frá. Í øðrum førum fluttu foreldrini til meginlandið, tá børnini byrjaðu í framhaldsdeildini og síðani fóru undir hægri lesnað.
- Tað er greitt, at tað er trupult at fáa øll hesi fólkini aftur til eina útoyggj. Ikki sannheit: - Eingin fer at ansa eftir seyði við eini høgari akademiskari útbúgving!, staðfesti hon.
Í Fugloy var støðan eisini hon, at teir eldru íbúgvararnir vórðu fluttir til røktarheim á meginlandinum, har heimstaðarkommunan sjálv rindar fyri uppihaldið og helst eisini starvsfólk.
- Men hví ikki venda øllum hesum við? Hví ikki skapa umstøður, so hesi eldru fólkini kundu verðið her í oynni?, spurdi hon.