Ketildrakt loypti hvøkk á

Fólk vóru stúrin, um ein mann, sum sat á einum byggiplássi í Havnini.

Um tveytíðina í nátt settu fólk seg í samband við løgregluna, tí tey vóru stúrin um ein mann, sum sat á einum byggiplássi í Havnini.

 

Maðurin hevði sitið í sama stað í longri tíð, og fólk fóru at stúra, tí tað var kalt í nátt.

 

Løgreglan fór á staðið, men tá vísti tað seg, at tað var ein ketildrakt, sum menn høvdu fylt við skúmi.

- Ilt er at siga, hvør hevur gjørt hetta og hví. Kanska er tað fyri at arga onkran, kanska okkum, ella kanska er tað sett upp sum eitt fuglaskrímsl. Líkamikið, so spældi alt væl av, sigur vakthavandi.