báðir suðuroyingarnir, Dan Mortensen og TB og Palli Augustinussen úr VB, heldur ikki. Heldur ikki hevur rúm verið fyri Arnbjørn Danielsen ella Klæmint Matras úr B36, og spurningurin er so, hvørt talan er [...] landsliðnum er eisini longu løgd, og í stóran mun líkist hendan sær sjálvari. Føstu punktini á hesari eru sjálvandi venjingarlegan sunnanfyri og dystirnir í EM-undankappingini, og her verður talan í ár um iki [...] Í øllum førum standa tvinnir dystir millum Føroyar og Kasakstan á skránni, og verða hesir báðir leiktir í Føroyar. Fyrru ferðina verður flaggdagin, og longu tveir dagar seinni tørna londini aftur saman
eftirbátar. Annað av hesum vóru royndirnar, og tað er so sjálvandi nakað, sum bara kann koma við fleiri dystum, og so var tað eisini kropsligi parturin. Her vísti Palli ta ferðina á, at hetta ikki er nakað, [...] sjónligt, at Ingi varð væl ansaður, og hann fekk mest sum einki burturúr, og Sveinur gjørdi tað gott, tá hann var á plássinum, helt fyrrverandi landsliðsvenjarin. Og áðrenn hann endaði, so hevði hann eisini [...] av venjingini alt árið, og tí hevði í øllum førum verið ynskiligt, um tað sást betri aftur. Eisini tí eg veit, at leikararnir hava meira í sær enn tað, sum teir vístu í dag. - Og tá tosað verður um royndir
dagsins ljós fyri allarfyrstu ferð. Og tað varð ein vælskaptur drongur. Stoltu foreldrini eru Mary og Palli Marsten úr Klaksvík. Fyrsta barnið í árinum vigaði annars 3650 gr og var 53 sentimetrar. Fyrsti fø [...] n í ár hevur eisini eina systir og ein beiggja. Sagt verður úr Klaksvík, at stóribeiggin var ógvuliga glaður fyri beiggjan. Hann hevði væntað, at tað var ein genta, og gjørdist tí sjálvandi ovurfegin tá [...] frætti, at hann hevði fingið ein lítlabeiggja, tí tað var tað, sum hann ynskti sær mest. Foreldrum og systkjum verður ynskt hjartaliga tillukku við nýggja familjuliminum.
byrjaði kl. 10 á morgni og helt á til kl. 7 á kvøldi. Støðan millum liðini var jøvn, og onkur dystur var sera spennandi. Kappingin endaði við, at Sundaberg gjørdist nr. 1, Varðin nr. 2 og Søkin nr. 3. Hesa ferð [...] luttøku, og longu nú er avgjørt, at kappingin komandi ár verður 29. desembur. Trý tey vinnandi liðini fingu heiðursmerki og skreytplátu til ognar. Heiðursmerkini hevur Norðoya Bjargingarfelag latið, og skreytplátan [...] sum vinnaraliðið fekk í varðveitslu til komandi ár, hevur Klaksvíkar Kommuna givið. Tá heiðursmerki og steyp vóru handaði, fekk vinnandi liðið enn eina virðisløn. Tað var stuttligt at síggja, hvussu glaðir
kl. 12, David Johannesen Søldarfjørður: kl. 11, Meinhard Bjartalíð Vágur: kl. 11, og kl. 16 jólakonsert við Ljómi og solistum, Marianne Telling Sandvík: kl. 12 Ólavur Rasmussen Jólaaftan Norðradalur: [...] Lívdin Samkoman Lívdin hevur familjumøti kl. 10.30 og tilbiðjanarmøti, kl. 12.00 hvønn sunnudag í Hoyvíkar skúla. Barnaansing er undir báðum møtunum og sunnudagsskúli er kl. 12. Millum møtini er drekkamunnur [...] 11.00 Hámessa og kl. 17.00 Takkarguðstænasta. Frelsunarherurin, Tórshavn Hornorkestrið spælir jólatónar í Dr. Jacobsensgøtu fríggjadagin kl. 18.00 í Gongugøtuni leygardagin kl. 11.00 og mánadagin kl. 19
ímóti, tí honum dámar so ómetaliga væl at spæla og syngja. Hann og Kim Hansen arbeiða nógv saman, og Jens Marni sigur, at hóast annar er meira til rokk og hin kanska eitt sindur nærri at poppinum, so hevur [...] Føroyum, tær eru so at siga ongar. Og sum tónleikari er tað til tíðir eisini neyðugt at fáa onkran steðgin, so at ein kann fáa tíð til at hugsa um nýggj hugskot. Og tað kann gerast so nógv betur, tá ein [...] sigur, at so gott sum hvørt vikuskiftið allan desembur mánaða og langt inn í januar er "bookað" fyri langari tíð síðani. Jólaborðhald, dansir og veitslur eru á skránni allan mánaðan. Men tað hevur hann onki
Babba setti seg í samband við valumsitingina, og at enda var hann biðin um at koma niðan til amtmannin. Og endin var, at babba hevði rætt, og at hann var valdur. Og úrslitið varð rættað samsvarandi. Babba tók [...] húsinum í staðin fyri jólatræ. Omma hevði ein stóran garnvindara. Og hon klæddi hann við mosa og lyngi. Síðan hongdi hon jólapynt á og setti ljós í. Altíð royndi hon at hava okkurt smávegis til gávur. [...] vóru sera góð alt lívið, og tað var altíð eitt serligt samband teirra millum. Hann var inni hjá henni hvønn dag, og kundi hann ongatíð takka henni nóg mikið fyri hennara stríð og strev. Babba var sera hegnigur
Vit vóru og lýddu á Eivør Pálsdóttir, og sunnukvøldið stóð hon á pallinum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Upplivilsið var stórt, fjølbroytt og máttmikið. Eivør var bæði ein vakur eingil og ein dragandi [...] einkult og sjálvsagt, og kortini kom tað so óvart á. Felagskórið Gøta/Leirvík bakkaði Eivør upp í tveimum kendum jólaløgum, Pie Jesus og Halga nátt. Kórið kom væl frá sínari framførslu, sum var trygg og dempað [...] dragandi dís, og vit fingu høvi bæði at uppliva jólafrið og hulduløg. Nýggjur bólkur Eivør Pálsdóttir var fyri fyrstu ferð saman við sínum nýggja íslendska bólki á palli í Føroyum. Birgir Bragason á kontrabassi
autonoma og fríða Frælsisríki Føroyar. Við hjálp av liviligum útjaðarastuðuli, øktum effektiviteti og kanska olju skal ríkið vera sjálvfiggjandi, og allir føroyingar skulu fáa eitt betri og virðiliga [...] fyri okkara dialektisku sjálvsuppfatan og gevur áræði til meiri sjálvstøðugt og tilvitandi at taka støðu í lívsins ymisku viðurskiftum. Sjónleikur sum list stimbrar og uppbyggir, meðan sjónleikur sum politisk [...] støði í tí stagneraðu og einføldu uppfatanini av uppgerðini millum Føroyar og Danmark í tíðini beint eftir seinna heimsbardaga. Í leikinum skulu Føroyar strax loysa frá Danmark, og stovna sítt egna fría
stór krøv til búnan og ikki minst Adelborg sjálva. Og tað skal verða sagt beinanvegin, at tá Adelborg trínur á pallin, sum skapningurin virkar hon bæði stór og ógvuslig, so búnin og hennara framførsla liva [...] læruríkt og mennandi at leika við øðrum feløgum í landinum. Eisini hevur hon spælt við í filmi, til dømis Barbaru og Maðurin, sum slapp at fara. Adelborg er mest kend fyri at standa á palli og verða le [...] kalvaspraggur og minst einar tvær metrar høgur. - Og so er tað afturat, at eg havi altíð sæð handan leiklutin sum ein mannfólkaleiklut. Tað, at skapningurin verður spældur av Adelborg, sum er lítil og spinkul