gjøgnum Sundalagið, uttan at steðgað verður á nakrastaðni og uttan at tað gevur stórvegis gott til økið. Talan er um gjøgnumkoyrandi og í øgiliga stóran mun stórar lastbilar og tunga ferðslu. Vit, sum búgva [...] tørvin á grundstykkjum og barnaansingarplássum til at rúma øllum teimum, sum fara at vilja seta búgv í Sundalagnum. Og tá økið fer at blóma og standa í vøkstri, loysa avbjóðingarnar hjá handilslívinum seg [...] okkum afturá og staðfesta at nú fánar alt burtur, verður tað helst eisini veruleikin. Kýta vit okkum hinvegin, og síggja vit virðið og møguleikarnar í menningini, og vilja vit arbeiða fyri at menna økið
sum stóð sum eigari. Í framtíðini kemur tað tí at verða so, at handilin fer at varðveita navnið Bartalsstovuhandilin, men at búmerkið hjá Keypssamtøkuni fer at standa við síðuna av. Hóast handilin bert [...] aftur, so høvdu fólk verið noydd at farið av bygdini fyri at keypa tær vørurnar, sum krevjast til eitt húski. Tað er altíð gott við kapping. Tað er sunt, og nú høvið beyðst at yvirtaka Bartalsstovuhandilin [...] Sandavági at ein handil framvegis verður í bygdini. Hjá teim, sum ikki hava bil hevði tað verið ein trupulleiki, at sloppið av bygdini fyri at fara til handils. Men tað sleppa tey so nú. Og tað er tí helst
hesum var at vísa teimum ið rudda kava burtur, hvussu langt út ið rundkoyringin røkk. Kavastengurnar skuldu nú takast úr, og til tess at forða fyri, at sandur og annað kom niður í holini, verða proppar settir [...] settir í. So er klárt at seta stengurnar í aftur, tá tað fer at nærkast ímóti vetri. - Eg haldi eisini, at rundkoyringin sær prýðiligari út uttan hesar kavastengurnar, sigur William Mackay við einum brosi [...] ein kann siga tað so, hevur verið vegastrekkið við tí nógva og títta kavanum - Gjáarvegurin. Um veturin tryggjar hann soleiðis, at gjáarfólki kunnu sleppa frá og til bygdini umvegis Funning og Funningsfj
ber illa til at skifta ímillum tveir skúlar, tí tað verður brúkt telduútgerð og annað, sum tað er trupult at flyta úr staði til stað. Nú er trupult Rúna Sivertsen heldur, at tað verður ringt at finna eina [...] stríðnum. ? Tá stríðið er komið so langt, er tað trupult hjá pørtunum at boyggja seg, og tí kann tað fara at verða sera trupult, at finna eina loysn, sigur hon. ? Men at ein uttanveltaður meklara, sum partarnir [...] ? Tað er trupult at viðmæla eina loysn á stríðnum um skúlan á Trøllanesi, og tað er eitt gott hugskot at fáa ein uttanveltaðan meklara uppí. Tað sigur Rúna Sivertsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin í Norðoyggjum
tilgongdina; bæði at keypa inn og at smyrja, sigur Bente Kjær. Hon vísir eisini á, at eitt gott amboð er at leggja matpakkarnar til rættis eina viku í senn, so teir verða fjølbroyttir og freistandi hvønn [...] bannað øll slag av góðgæti, saft og sodavatn. Hetta eru vørur, sum onki gott hava við sær. Tvørturímóti er tað sum at blaka bensin á eitt bál, at geva børnum sukur, feitt og útílatingarevni: Tey blussa upp [...] skúlunum til at orða ein felags kostpolitikk, sum fevnir um allan skúlan. Hetta kundi eitt nú verið, at matarsteðgurin fer fram í hugnaligum umhvørvi, og ikki í skúlastovuni. - Eisini áttu skúlarnir at bannað
stóra og nærlagda arbeiði í sambandi við valið. Eg vil framhaldandi gera mítt til at vinnulív og mentan fær góðar umstøður í Tórshavn, og tað er mín vón, at nýggja býráðið beinanvegin fer undir at fyrireika [...] Eg takki teimum gott 100 fólkunum sum vóru so vinarlig at atkvøða fyri meg til býráðsvalið. Eisini eina tøkk til allar tjóðveldisveljarar sum góvu flokkinum eitt framúr gott úrslit. Eina serstøka tøkk [...] fyrireika eina nýggja Perlu. Nú eiga Tjóðveldisfólk um alt landið at fara konstruktivt at fyrireika seg til fólkaatkvøðuna og løgtingsvalið, sum ikki er langt burtur. Framtíðin er okkara. Johan Mortensen
heilt øðrum stigi enn tað, sum hini liðini higartil hava megnað, og ssum oftast sær út til at vera ov lætt. ÍF kemur spakuliga Hóast ÍF tapti móti Mjølnir er eingin orsøk at siga, at tað gongur illa. Tær hava [...] Helen á Lakjuni og Randi Larsen at dúva upp á. Hinvegin er tað trupult at sammeta við Marjuna Kalsø, sum stórt sæð hevur spælt flogbólt, alt tað fólk vita um at siga í Klaksvík. Hon er ein ófatuligur stuðul [...] striku undir teirra málsetning um at gerast meistari triðja árið á rað. At tær meina tað er eingin sum helst ivi um, og í grundini kunnu tey flestu skriva undir upp á, at tær eru einasta veruliga boðið upp
fólk ilskast inn á, at seyðurin er til stóran ampa. Onnur krevja, at hann skal varðveita vetrarbitið óskert. Men so nógv ganga tvørafólk uppí málið, at tað frættist, at fólk eru farin at ganga hús úr húsi [...] til, at hann varð útsettur til mánakvøldið. Tá ið vit spyrja Páll Vang, hví málið skal fyri aftur, táið tað er samtykt einaferð, sigur hann, at nú er nýtt býráð valt og hann vil fegin hava tað at taka [...] støðu til tað eisini. Av Sevmýri til elverkið Páll Vang sigur, at tað, býráðið ætlar, í hvussu so er í fyrstu syftu, er at fáa seyðin úr tí fjølbygdasta partinum av kommununi. Tað vil siga, at ætlanin er
m, farin at endurskoða bygnaðin í Strandferðsluni, allan sum hann er. - Stjórin hevur sagt upp og eg haldi, at tað er rætt at brúka eitt høvi sum hetta til at seta kikaran á Strandferðsuna og kanna eftir [...] sigur hann. Hann vísir á, at Strandferðslan er rættiliga nógv broytt seinastu árini og tvær stórar farleiðir eru burturdotnar. Tí heldur hann, at tað rætt at kanna møguleikan fyri at tillaga bygnaðin til tær [...] Vestergaard sigur, at allir møguleikar standa opnir, meinar hann veruliga ,at allir møguleikar standa opnir. - Men sjálvandi skal ein politisk semja til og hvussu Strandferðslan fer at síggja út í framtíðini
útivølli, og so kann tað eisini fara at verða tyngjandi fyri HB, at summarveðrið er so gott. Tað verður svalligari klokkan sjey, enn tað verður fyrr á degnum, men tað telur hinvegin, at tað er tætt við [...] væl fyri nú, sum tað var fyri einum ári síðani. Men hóast hetta, so heldur venjarin, Ion Geolgau, at tað er ein møguleiki fyri, at tað kann eydnast at fáa eitt gott úrslit og kanska at koma víðari í næsta [...] 3.408 áskoðarum á lítla stadionum, og í gjár varð upplýst frá felagnum, at teir rokna við, at tað fara at koma eina staðni millum tvey og trý túsund áskoðarar, og tað er ikki so lítið í einum landi, har