Gott hugskot við meklara

? Besta loysnin fyri børnini er helst, at tey eru saman í einum skúla, sigur tingkvinnan, sum heldur tað verða gott hugskot at senda meklara í Kalsoynna

 

? Tað er trupult at viðmæla eina loysn á stríðnum um skúlan á Trøllanesi, og tað er eitt gott hugskot at fáa ein uttanveltaðan meklara uppí.

Tað sigur Rúna Sivertsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin í Norðoyggjum.

? Um eingin vandi er fyri at flyta børnini millum bygdirnar, so vildi eg mett, at ein skúli, har øll børnini gingu allatíðina, var besta loysnin. Men eg skal ikki taka støðu til, hvar skúlin skal verða, sigur hon.

? Í dag ber illa til at skifta ímillum tveir skúlar, tí tað verður brúkt telduútgerð og annað, sum tað er trupult at flyta úr staði til stað.


Nú er trupult

Rúna Sivertsen heldur, at tað verður ringt at finna eina loysn á stríðnum.

? Tá stríðið er komið so langt, er tað trupult hjá pørtunum at boyggja seg, og tí kann tað fara at verða sera trupult, at finna eina loysn, sigur hon.

? Men at ein uttanveltaður meklara, sum partarnir hava álit á, kemur uppí leikin, er helst eitt gott hugskot.