sær konu í Fuglafirði. Sonja, sum er fødd Poulsen, og tey eiga trý børn: Jóna, sum er fødd í 1968, býr í Fuglafirði, Jonhard, sum er føddur í 1971, býr í Gøtu, og Meiken, sum er fødd í 1975, býr í Svendborg [...] Í dag, fríggjadagin 21. oktober, verður Harald Hammer í Syðrugøtu 70 ár. Nú er hann virkin pensionistur, sum er nógv í egningarskúrðunum í Leirvík, og sum annars dámar væl at flóta og at vera uttandura [...] stóð í fleiri ár sum umboðsmaður fyri fótbóltin og hondbóltin í Gøtu. Nakað eftir at hann fór úr GÍ nevndini, fór Harald at hjálpa til í borðtennis. Eftir at oyggjaleikirnir høvdu verið í Føroyum í 1989
Pensionistafelagið í Havn Tlf. 222733 finnurj@post.olivant.fo Vit hittast í Losjuni. Limirnir hittast í Losjuni. Mikudagin 16. februar kl. 18 hevur felagið bingo í Losjuni. Tilhaldið Hugnin í Sandoy hevur opið [...] mánakvøld millum kl. 21-22. AA í Vági AA fundir verða í Undirhúsinum onsdag og leygardag kl. 19. AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld kl. 19 og sunnudag kl. 16 (á loftinum, inngongd [...] Fríggjadagin kl. 17.30 messa í Kerit. Leygardagin kl. 11.30 messa í Kerit. Kl. 13.30 verður inspiratiónsdagur v/Inge Lise Lollike, forkvinnu fyri Kvinnubønardegnum í Danmark, hildin í kirkjukjallaranum
fundarhølunum, sum undir ongari aðrari viðgerð, sigur formaðurin í vinnunevndini. Heini O. Heinesen greiðir frá, at nevndarlimirnir hava gingið út í válað út í gangin og ráðført seg við floksfelagar, sum eru slopnir [...] samtykt, er hetta geva landsstýrismanninum í vinnu- og samferðslumálum tað bláa stemplið fyri at hava sagt fyrrverandi landsverkfrøðinginum, Henningi Jacobsen, upp. Í staðin arbeiðir Heini O. Heinesen vinnunevndini [...] hansara. Sjúkt nevndararbeiðið Stór ósemja hevur verið í vinnunevndini um hesa góðu anlegslóg, og tí hevur drigið út at koma við nøkrum áliti. Hinir limirnir í vinnunevndini eru nevniliga ikki allir samdir við
Langgaard er komin á vøllin í staðin fyri Janus W. Mortensen hjá B68. Óli H. Olsen er fluttur fram í álopið við síðuna av Jonleif Højgaard, sum higartil hevur verið einsamallur í fremstu røð. 54) 1-0: René [...] Teir somu 22 eru á vøllinum, sum vóru har í 1. hálvleiki. HÁLVLEIKUR 0-0 Tað er hálvleikur í Gundadali, har støðan er málleysur javnleikur. Harvið er HB í løtuni á finalukós. Í 1. hálvleiki hevur HB verið [...] toftamonnum at spæla seg í støðuna, sum kann bera mál og harvið spenning við sær. 65) 1-0 B68 spennir álopsbogan, og tað ber spentar støður í báðum endum við sær. Eftir innlegg úr vinstru frá Símuni Samuelsen
av liðunum, sum seinnu árini hava sýnt nakað av tí mest ferðmikla og undirhaldandi fótbóltsspælinum, sum hittust í Gundadali sunnudagin. Í fjør vóru HB og NSÍ eisini tey bæði fremstu liðini í landskappingini [...] ymsum dygdum eisini vera í lagi í álopspartinum, og so leingi sum Martin Christensen heldur fram við sínum arbeiðsavriki á miðvøllinum, er saknurin í Rógva ikki so stórur her, sum tað annars hevði verið [...] átaka sær favoritt-leiklutin í FM-stríðnum. Í mun til grannarnar, so hava teir í øllum førum verið í bæði Runavík og Klaksvík, og eisini hava teir leikt dystirnar á Toftum og í Vági, har HB oftani hevur tað
týsdag og hósdag frá kl. 14-18. Øll eldri eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið í Vági Hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll vælkomin. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn [...] Theodor E. D. Olsen sum sóknarprest í Norðstreymoyar prestagjaldi. Strendur: kl. 12 Símun P Jacobsen. Christianskirkjan: kl. 11 Hanus á Gørðum. Fríðrikskirkjan: kl. 11 Martin R. Jacobsen, altarg. Kirkja: [...] Øll vælkomin. Dagtilhaldið í Fuglafirði Vit møtast í Lonini mánadag, týsdag og mikudag kl. 15. Øll eldri eru vælkomin. Dagtilhaldið í Nólsoy er opið mána- týs- og hósdag frá kl. 13 til 17. Dagtilhaldið
Vágar var í fjør við í rætta endanum av 1. deild, og nú tykist liðið úr Vágum at verða sterkari, enn tað var í fjør. FS Vágar hevur mist onkrar av spælarunum í fjør, millum annað Jákup Joensen, sum varð valdur [...] Jens Erik Rasmussen er royndi spælarin, sum skal leiða liðið á vøllinum, og sum venjara hava teir Jógvan Páll Joensen, sum førdi liðið upp í fjør. AB tekur ein dyst í senn Á Argjum hava tey fleiri ferðir [...] tað er neyvan nakar sum roknar við, at hesi liðini av álvara fara at seta seg á fremstu plássini í 1. deild. Royn fekk hampuligt úrslit í 1. deild í fjør, men støðan er ikki tann besta í ár. Fleiri spælarar
seyðurin á St. Kilda er í familju við tað lítla seyðin, sum upprunaliga var í Føroyum. Eisini finnast mong staðarnøvn har, sum eisini eru í Føroyum, so her hevur helst verið samband fyrr í tíðindi heldur Ìsak [...] Tað er ein errin eigari, sum veitrar farvæl henda fyrsta túrin suður í hav. Hávardur, sum gongur á sjómansskúla, keypti bátin í fjør og er hann helst einasti av hesi støddini í landinum. Ætlanin er at brúka [...] túrinum er Ísak Jacobsen, formaður í KT-felagnum. Hann sær fram til ein góðan túr og ikki minst til at vitja St. Kilda, sum er ein sera spennandi oyggj. Her finst størsti súlustovnurin í heiminum við 300
Sp/f Átak, 100 Tórshavn. Navn: Nýtt navn: Sp/f Átak í likvidatión Stjórn: Farin frá sum stjóri: Torkil við Sandá, Dalalíð 1, 100 Tórshavn Innkomin sum likvidator: Annfinn V. Hansen, adv., Bryggjubakki 22 [...] Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 1871, Sp/f Suðuroyarhús undir tvingsilsavtøku, 800 Tvøroyri. Navn: Nýtt navn: Sp/f Suðuroyarhús Stjórn: Farin frá sum ábyrgdarhavandi: [...] Kr. 80.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Endamál: Endamál felagsins er at reka handverk, ídnað, keyp og sølu og annað virksemi í hesum sambandi.
og May í Túni Højgaard, sum búgva við Regnaveg 9 á Toftum. Vit sita í hugnaliga køkinum í húsunum, sum May keypti fyri nøkrum árum síðan, og sum tey bæði fluttu inn í, tá tey giftust 6. august í 2005. May [...] gestur, sum hevur siglt í mong ár, tilvildarliga á gátt. Jan Højgaard, sum tók hægri handilsskúlaprógv á Kambsdali á sumri í 2006, er formaður í Føroya Fiskimannafelag og May, sum tók læraraprógv í 1997, [...] meira róligur, sum May í Túni Højgaard tekur til. Sjálvur ásannar Jan, at nógv var og framvegis er at seta seg inni í. - Eitt er tey forrit, sum vit hava í bókhaldinum og í hagtalsskipanini í felagum. Annað