Við Hávardi og Bianca til St. Kilda

Hávardur er av góðum bergi brotin. Pápin er ein av okkara frægu sjógarpum, Birgir Enni. Og sonurin gongur í fótafetunum hjá pápanum. Fyri teir báðar er havið eitt og alt. Tað var tí ein dreymur, sum gekk út, tá Hávardur í fjør ognaði sær snøgga seglbátin Bianca. Mánakvøldið fóru seks fólk við Bianca til St. Kilda.

Hetta er tíðin, tá fremmandir stuttleikabátar leita norður í Atlantshav úr grannalondunum men eisini úr fjarskotum londum. Føroyar eru eitt plássunum fremmandu bátarnir vitja. Men tað gongur eisini hin vegin, at føroyskir stuttleikabátar leita suður í hav. Eitt tílíkt dømi er Bianca 420, snotuligi og vakri seglbáturin hjá Hávardi Enni, sum legði frá landi, tvs. Bursatanga í Havn mánakvøldið við kós móti St. Kilda og Hebridunum. Við á ferðini eru seks fólk. Bianca er 42 fót og er sera góður siglari. Hann gongur 8 míl við motori. Tað er ein errin eigari, sum veitrar farvæl henda fyrsta túrin suður í hav.

Hávardur, sum gongur á sjómansskúla, keypti bátin í fjør og er hann helst einasti av hesi støddini í landinum. Ætlanin er at brúka hann til ferðir kring Føroyar og til útlond. Hetta er so fyrsta royndin at fara út um landoddarnar við fleiri fólkum og vónar Hávardur, at hetta heldur ikki verður tann seinasti. Hann ætlar nevniliga at skipa fyri ferðum fyri fólki, sum ongan bát eiga. Bæði sjálvur at fara við teimum men eisini leiga bátin út. Ber til at fáa forrætning burtur úr, so er tað sjálvandi tað besta. Tað vísir seg eisini, at útlendingar, sum halda tað vera ov langt at sigla til Føroya, koma henda vegin við flogfari og leiga so bátin at sigla kring oyggjarnar. Júst nú hava fýra bretar úr Manchester leigað bátin, og teir lótu sera væl at. Hetta var besti bátur teir høvdu verið við.

Hávardur er so heldur ikki ein og hvør. Hann er sonur fræga sjófara okkara, Birgir Enni, so 23 ára gamli Hávardur er av góðum bergi brotin. Hann dylur heldur ikki fyri, at havið er tað, sum dregur og tí er tað eisini við bæði stoltleika og gleði, at hann leggur frá landi henda fyrsta túrin til St. Kilda.

Hávardur Enni sigur, at ætlanin við slíkum ferðum er bæði at síggja onnur støð og hitta aðrar siglarar men fyrst og fremst er tað kenslan og upplivingin at vera á sjónum saman við øðrum. Sjálvur heldur hann, at tørvur er á slíkum báti og vónar, at tað vera fleiri, sum vilja gera brúk av bátinum. Fólk, sum ynskja at leiga ella fara við bátinum til ávísar ferðir eru vælkomin at seta seg í samband við seg.

Hesin túrurin er mettur at taka 10 dagar, og ætlanin er so at fara nýggjan túr á somu leið 16. juli. Tað tekur góðar 40 tímar at sigla til St. Kilda. Síðani eru bert 30 fjórðingar til Hebridurnar. Hávardur umhugsar eisini at gera onkran túrin til Íslands.

Skipari á hesum túrinum er Ísak Jacobsen, formaður í KT-felagnum. Hann sær fram til ein góðan túr og ikki minst til at vitja St. Kilda, sum er ein sera spennandi oyggj. Her finst størsti súlustovnurin í heiminum við 300.000 súlum, og her er sera ríkt fuglalív annars, Tað sigst, at seyðurin á St. Kilda er í familju við tað lítla seyðin, sum upprunaliga var í Føroyum. Eisini finnast mong staðarnøvn har, sum eisini eru í Føroyum, so her hevur helst verið samband fyrr í tíðindi heldur Ìsak fyri men leggur aftrat, at tað besta við slíkum túri er upplivingin at vera á sjónum. Hann heldur tað annars vera eitt frálíkt tiltak, sum Hávardur er farin undir, nakað, sum manglar í Føroyum.

Hini, sum manna Bianco henda túrin, eru Tummas Magnussen, stjóri á Smyril Line, Petur Stórhamar, skipsførari úr Trongisvági og síðani tær báðar, Rakul Enni og Gunnhild Dahl Niclassen. Tær báðar eru ikki ókendar við sjógvin. Tær vóru herfyri við skúlaskipinum Danmark.