Næstbesta deildin er blivin ein krúttunna

Feløgini stíla høgt, spælarar skifta feløg, og nógv verður gjørt burtur úr venjingini. Næstabesta deildin er farin at líkjast eini veruligari fótbóltsdeild, og spenningurin er stórur um, hvørji feløg fara at stinga nøsina fram um hini. Vit hava lodda dýpið í nýggju føroysku 1. deild hjá monnum

Næstbesta mansdeildin í fótbóltin er av álvara farin at líkjast eini spennandi og góðari fótbóltsdeild. Fleiri av feløgunum í deildini hava styrkt seg við spælarum frá øðrum feløgum, og fleiri av liðnum hava sett sær uppflyting sum mál.
Roknað verður við, at fimm feløg kunnu koma at gera seg galdandi í stríðnum um tey bæði plássini, sum føra tey inn í lovaða landið  Formuladeildina  men tann stóri spenningurin snýr seg nú um, hvørji tvey feløg hava munin á øllum hinum í deildini.
Fleiri halda, at FS Vágar líkjast einum favoritti, onnur halda, at B71, LÍF og AB fara at verða drúgv, og so skal eingin gloyma niðurflytararnar í TB og outsidararnar í SÍ.
 Kappingin í ár verður sera spennandi, fleiri sterk lið vilja flyta upp, og feløgini gera nógv burturúr, sigur Bill Jacobsen, sum er venjari hjá FS Vágum.
Nýggi venjarin á Argjum er samdur við hesum.
 Eg rokni við eini harðari kapping, har fleiri feløg kunnu blanda seg upp í stríðið um uppflyting, sigur Rúni Nolsøe.
 
TB skal fóta sær
TB er tað av 1. deildarliðunum, sum seinast hevur spælt í bestu deildini, tí liðið flutti niður í fjør. TB hevði nógvar útlendingar á liðnum í seinasta kappingarári, men hóast hetta eydnaðist teimum ikki at halda seg í deildini.
Í ár skal TB fóta sær í næstbestu deildini, og hesaferð hava teir sett Oddbjørn Joensen at byggja liðið upp av nýggjum. Brøðurnir Óli og Jón Johannesen fáa sjálvandi týðandi leiklut á liðnum, men skal liðið verða við í stríðnum um uppflytingin, so skulu spælarar, sum ikki høvdu tann stóra leiklutin á liðnum í fjør, eisini gera um seg.
B71 spældi í fjør um at sleppa upp í Formuladeildina, men í tveimum dystum ímóti GÍ lógu teir afturá og mugu nú royna av nýggjum.
B71 hevur fingið nýggjan venjara  Dragan Kovacevic  og teir hava mist onkrar spælarar frá í fjør  millum annað málskjúttan Símun Hansen, sum er farin til B36 at royna seg. Úr B36 kemur hinvegin álopssinnaði Wellington Soares, danski miðvallarspælari Asbjørn Hvelplund er komin til í felagið, og í álopinum hava teir framvegis vandamikla Clayton Soares.
B71 ver:ur tí roknað sum eitt av sterku liðunum í 1. deild, og nú tað bara er beinleiðis upflyting at berjast um, skuldi liðið verið motiverað til at gera eina heilhjartaða roynd at enda millum tey fremstu.
 
FS Vágar stílar høgt
FS Vágar var í fjør við í rætta endanum av 1. deild, og nú tykist liðið úr Vágum at verða sterkari, enn tað var í fjør. FS Vágar hevur mist onkrar av spælarunum í fjør, millum annað Jákup Joensen, sum varð valdur til árins spælara í felagnum. og Ólav í Ólavsstovu, sum felagið leigaði úr HB.
Hinvegin hevur FS Vágar fingið fleiri spælarar afturat. Tveir eru komnir úr Fram og heilir tríggir úr Royn. Harafturat er Rúni Elttør, sum hevur spælt nógv í 1. deild, eisini komin afturat.
 Málið hjá okkum er uppflyting, tað er púra greitt. Hópurin hjá okkum er breiðari í ár, enn hann var í fjør, og nú liðini skulu spæla 27 dystir, ræður um at hava nógvar góðar spælarar, sigur Bill Jacobsen, venjari.
 Eg rokni við, at eini fýra feløg fara at stinga av frá hinum liðunum, og tey fara so at kappast um tey bæði fremstu plássini. Hesin tendensur kann fara at vísa seg tíðliga í kappingini, heldur hann.
 
LÍF viðaftur
LÍF hevði eitt vánaligt kappingarár í fjør. Liðið hevði ikki sterkasta hópin og stríddist í skeiva enda av stigatalvuni. Nú tykist tað, sum at leirvíkingar hava mannað seg uppaftur.
Teir hava sett fyrrverandi landsliðsvenjaran Hans Fróða Hansen sum spælandi venjara, og hann kann skapa stabilitet á liðnum við sínum drúgvu royndum. Harafturat eru eisini aðrir royndir spælarar komnir til felagið  eitt nú Jákup Eli Olsen av Toftum, Símun Waag Høgnesen úr Klaksvík og Petur Slyne úr Havn.
Sørvingar vunnu í fjør triðbestu deildina og fluttu upp við einum góðum og ungum liði. Teir mugu metast sum outsidarar í ár, og stóri spurningurin er, hvussu liðið við teimum ungu spælarunum fer at fóta sær í næstbestu deildini. Jens Erik Rasmussen er royndi spælarin, sum skal leiða liðið á vøllinum, og sum venjara hava teir Jógvan Páll Joensen, sum førdi liðið upp í fjør.
 
AB tekur ein dyst í senn
Á Argjum hava tey fleiri ferðir seinnu árini roynt at vinna sær sess í bestu deildini, men higartil hevur tað ikki eydnast. Aftur í ár roynir AB seg, og við tveimum profilum úr bestu deildini seinasta kappingarár tykist liðið hava fingið fatur í rætta endanum.
Rúni Nolsøe er blivin spælandi venjari, og Allan Mørkøre skal spæla í álopinum. Harafturat eru spælarar sum Jákup Martin Joensen úr EB/Streymi, Tummas Hans Rubeksen úr B36 og Rani Debes Christiansen úr HB komnir til felagið at spæla.
 Eg havi sagt við spælararnar, at í løtuni hugsa vit ikki um oktober mánað. Vit skulu taka ein dyst í senn og royna at vinna allar. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað kann bera, sigur Rúni Nolsøe.
 Tað verður ikki lætt at flyta upp, tí fleiri feløg liggja fram við, og tað tykist, sum at tey gera nógv við tað í ár. Kappingin blívur eisini meira spennandi og hugalig, nú tvey feløg flyta beinleiðis upp í Formuladeildina.
 
Hini liðini
HB, KÍ og Sumba/VB hava eisini lið við í 1. deild, og hetta eru eykaliðini hjá feløgunum. Hesi lið kunnu ikki flyta upp, uttan at Formulaliðið flytir niður, og tað er neyvan nakar sum roknar við, at hesi liðini av álvara fara at seta seg á fremstu plássini í 1. deild.
Royn fekk hampuligt úrslit í 1. deild í fjør, men støðan er ikki tann besta í ár. Fleiri spælarar eru farnir úr felagnum  tríggir til FS Vágar  og aðrir til onnur feløg, so felagið kann ikki gera sær vónir um at verða við í oddastríðnum í ár.
Í øllum førum er lagt upp til eina sera spennandi kapping í 1. deild, og nú tvey lið kunnu flyta beinleiðis upp, stykir tað bara kappingarelementið, og Fótbólts-Føroyar gerast onkursvegna størri.1. deild er blivin ein krúttunna, og leygardagin 1. apríl verður fest í fjúsið.