Eg hopi, at tú veitst hvussu nógv tú vart, ert og altíð kemur at verða fyri meg. At tú skuldi fara her frá so tíðliga og so brádliga, skilji eg ikki, men eg veit at tú hevur tað gott. Tú vart eitt fantastiskt [...] 25. apríl 2011 kemur altíð at standa fastur í minni mínum. Ein dagur, har ein av heimsins vakrastu einglum fór her frá og heim aftur til Himmals. Nú tað eru fimm mánaðir síðani, vil eg fegin skriva nøkur [...] vinkona okkara, Karina, eisini skuldi vera saman við okkum. Hetta var ein dreymur. Lítið hugsaðu vit um, at hesin dreymurin fór at gerast ein marra. Bert tríggjar dagar fingu vit saman Ì Sambia áðrenn mín elskaða
stuttliga í tilveruni. Tú vart so nærlagdur í øllum tí tú tókst við og tú livdi fyri at gera alt gott fyri okkum øll. Sjálvur vart tú sera lítillátin og alt var gott nokk til tín. Tú vart darvaður av lungasjúku [...] tosaði aldrin ringt um onnur. Tú vart ikki ein maður av teimum stóru orðunum, men tá tú prátaði hevði tú altíð so nógv spennandi at fortelja, frá øllum tínum mongu árum, har tú hevði siglt uttanlanda sum [...] frá tær. Tú hevði verið í flestu heimsins londum, ja sjálvt norðpólin hevði tú sæð. Men aftaná at tú leyðist uppá land var tað fyrst og fremst í Rituvík tú vildi verða – og tað var eisini har tú doyði,
pápi, at tú ikki skalt vera ímillum okkum í ár, nú vit koma heim at halda jól. Tað er ikki ein dagur, hvar tú ikki ert í mínum tonkum. Tú hevur og vilt altíð hava eitt stórt pláss í mínum hjarta. Tú bleivst [...] og sum tú sjálvur greiddi frá, so bleivst tú borin á lógvum alt tað, tú kundi minnast. Tú fórst út at sigla bert 15 ára gamal. 23 ára gamal blivu tú og mamma so gift og tit fingu 7 børn saman ? ein stóran [...] mammu hvussu glaður tú vart fyri at síggja meg ? og tú tók um meg og segði: ?og vælsignaða hjá mær, tað var gott at tú komst?, ja soleiðis vart tú altíð ? altíð so glaður fyri at síggja ein, og altíð so nógv
30 ár aftur í tíðina. Øll tíni kæru hava mist ein pápa, ein mann, ein son og ein so hjálpsaman og stuðlandi beiggja. Eg veit, at tú hugsaði nógv um, at tú ikki slapst at fylgjast við konu og børnum víðari [...] har tú vildi jarðast. Har hevði tú so mong, rík barndómsminni hjá Lis-mostrini og Jaspur-gubbanum og teirra húski, sum tú altíð tosaði so hjartaliga um. Hetta var bæði ein gráur og lýggjur dagur í vakra [...] heilt ófatiligt, at tú og títt skarpa vit, at tú og títt skemtingarsama lyndi, at tú og tín klókskapur og alt hitt, sum eg kundi nevnt, brádliga varð tikið frá okkum. Tó at bæði tú og øll rundan um teg
Frælsið fekst tú! 23 dagar eftir at tú vart flutt inn, sovnaði tú stillisliga, ein uggi hjá okkum, sum varaðu av er, at tú vart ikki einsamøll. Hjá tær vóru fólk, tú hevði álit á. Tað vísti seg, at tú millum [...] ára føðingardegi - ein dagur, sum eg veit, tú vart sera glað fyri. Sum tú gjørdist eldri, gjørdist tað torførari hjá tær at klára teg í egnum heimi, men sum tú var sinnisliga, dugdi tú ikki altíð at síggja [...] sjálv. Kortini bað tú ofta um hjálp, tá tú føldi, at lívið var trupult og tú ikki orkaði meir og lívið gjørdist ein kampur fyri at vera fræls. Tú vart komin soleiðis fyri í samfelagnum, at tú mátti flyta aftur
seinnapartar. Harafturat sat tú eitt tíðarskeið bæði í nevndini í Støkk og í NSÍ. Tú vart álítandi, har tú var stødd, og tú var sera vælvitandi um flest øll viðurskifti. Góði babba, tú og mamma hava havt eitt [...] ið er hent. Tú vart bara 48 ára gomul, og skuldi tí havt nógv góð ár eftir at liva í. At tú ert farin frá okkum er so veruleikafjart og meiningsleyst, at vit hvønn dag bara rokna við, at tú við tínum blíða [...] og tað fór valla ein dagur framvið, uttan at tú hevði verið inni hjá teimum, og tað vóru tey so glað fyri. Øll systkini hjá tær við familju hava eisini eina sera svára tíð nú, tí tú vart tann elsta í
til okkara, tá tann dagur kemur. Ja, ikki ert tú longur okkara millum, men tú ert farin heim til Várharra og heim til tey kæru, sum tú misti her á fold. Men vit vita, at vit aftur ein dag skulu hittast og [...] aldrin fingið. Títt pláss er tómt, men ikki kalt. Vit vita at tú enduliga ert komin heim til tín einglaflokk, og tú vekir yvur okkum, eins og tú gjørdi her á fold. Saknurin er eisini stórur hjá Niels og Karl [...] skilja, eins og vit vaksnu ikki heldur skilja alt. Tú vart ein góð og kærleiksfull omma, sum altíð hevði tíð til tínar lítlu einglar - ofta gloymdi tú alt rundan um teg, og tað sást hvussu tú lívgaðist
kæri, elskaði beiggi – tú orkaði ikki meira. Tú var meira sjúkur, enn vit ánaðu. Elskaði bróður, vit vilja takka tær fyri alt, tú var fyri meg og okkara familju. Nú ert tú komin til ein betri stað, har eingin [...] bróður, Jógvan, bleiv 65 ár. Ein hugnaligur dagur, vit øll systkini við familju høvdu saman. At tú ikki var so væl fyri, tað merktu vit, men vit vónaðu, at tú fekk góða viðgerð, tá tú kom aftur til Namibia. [...] eingin pína og sjúka nívir meira. Nú ert tú saman við tínum foreldrum og beiggjum. Hvíl í friði, elskaði beiggi. So sáran vit sakna teg. Goymdur, men aldri gloymdur. Systir tín, Anni við familju.
heldur pína. Góði Bent, tað er eitt stórt tómrúm í mínum hjarta nú, men tað er ein troyst at vita at tú hevur tað gott har tú ert, har einglasongur og gleði er. Her vil eg enda við einum versi úr bíbliuni [...] fingu, so kundi hann siga við meg: ”Rúna, vit taka ein dag á gangin”. Og tá kemur mær í huga, reglurnar í sanginum hjá Hallur Joensen: ”Njót hesa stund, tí tú sanna mást tað, at vit eiga bert dagin í dag”. [...] úsinum, og á Hotel Tórshavn. Men góða mamma, eitt skalt tú vita. At teg, hugsaði hann nógv um, og ikki minst síni kæru børn. Tað var ongin dagur ið fór forbí, har hann ikki spurdi um eg hevði ringt heim
hjartalag gjørdu teg til ein einastandandi abba – og menniskja. Tú tosaði ikki bert um at hava ágrýtni, men tú vísti tað. Tú tosaði ikki bert um at vera hjálpsamur, men tú hjálpti. Tú tosaði ikki bert um at [...] vera gávumildur, men tú gav. Tú tosaði ikki bert um at hava hjartarúm, men tú vísti tað. Orð tíni gingu í hond við verk tíni, og soleiðis hevur tú altíð verið. Tú vart í roynd og veru ein heiðursverdur maður [...] teg. Tú skuldi jú koma heim aftur til okkum øll, men so varð ikki. Góði abbi, tú vart tann besti abbin, ið ein kundi ynskja sær, og er saknurin tískil ómetaligur. Tað er so óveruligt, at tú ikki ert her